|
|
|
|
SHALOM
Vælkomin til heimasíðuna hjá Ísraelsmissiónini!
Return to sender
Vit ynskja, við kærleika og virðing, at bera gleðiboðskapin aftur til røturnar, hitt jødiska fólkið, og við orð og gerð virka fyri friði millum Gud og menniskju og frið millum menniskju.
Tíðindabræv
Tekna teg fyri ókeypis Tíðindabrævinum frá Ísraels- missiónini, ið verður sent við t-posti eftir tørvi. Trýst her
Hjálp Ísraelsmissiónini
Hjálp okkum at bera tað besta vit fingu úr Ísrael, evangeliið, aftur til Ísraelsfólk! Les meira
Tey kenna ikki Jesus!
Einans 1% av jødiska fólkinum kenna Jesus Messias! Hvønn skal eg senda? spyr Harrin. (Jesaja 6.)
|
Spennandi ferð til ÍsraelsSpennandi ferð til Ísraels, Jordan og Sinai 15. – 28. oktober 2012
Kom við á eina spennandi ferð til nøkur av bíbilsku londunum og gakk í fótasporunum hjá bæði Mósesi og Jesusi!
Hetta er ein ferð, har ein fær at uppliva væl meir enn tey flestu uppliva á eini ‘vanligari’ Ísraelsferð. Tað er tí eitt gott høvi hjá teimum, ið hava verið í Ísrael áður og ynskja at fara aftur, at velja hesa ferðina. Men ferðin er eisini vælegnað hjá teimum, ið ætla sær fyrstu ferð til Ísraels.
Umframt at vitjað verður á teimum kendu bíbilsku og søguligu støðunum í Ísrael, sum til dømis Nasaret, Genesaretvatnið, Betlehem, Massada, Deyðahavið og Jerúsalem, verður eisini vitjað í Jeriko og Eilat.
Eisini verður vitjað í Jordan, har m.a. verður farið upp á Nebo fjall, og til ótrúliga vakra og søguliga býin Petra. Eisini er høvi hjá teimum, ið ynskja tað, at fara til Sinai og upp á Sinaifjallið. Eitt upplivilsi fyri lívið!
-------------------------------------------
 |
Vilt tú fara til OL í London 2012, sum volontørur fyri Ísraelsmissiónina í samstarvi við "Jews for Jesus"? Les meira.
|
-------------------------------------------
Kalendari Vit eru eisini á Facebook |
|
Toymisferð til Ísrael 2012
Kom við á Toymisferð til Ísrael 2012. Ein uppliving fyri lívið!
Vit ynskja at stuðla og menna tað kristiliga arbeiðið, ið verður gjørt í landinum, har Jesus livdi og virkaði her á fold. Ætlandi verður farið til Norðurísrael at virka millum drusar.
Ísraelstoymið hevur verið har seinastu árini og virka við á ítróttarlegu. Saman við staðbundnu kirkjuni verður hildið á við hesum arbeiðinum. Aðrir møguleikar fyri toymisarbeiði verða eisini kannaðir.
Móti endanum av túrinum verður nakað av sightseeing í Heilaga landinum (sjálvandi!), umframt nakrir frídagar úti við strondina.
Treytin fyri at sleppa við
Tú ert ein játtandi kristin og gongur undir treytirnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og Ísraelsmissiónini. 18 ára aldursmark, tó er einki elstamark. Bæði kvinnur og menn eru vælkomin við.
Ætlandi verður farið avstað umleið 4. juli, og komið verður aftur um ólavsøkumundið. Toymisleiðari: Frants Jensen, tel 770017 Aldursmark: 18 ár Tekningarfreist: 6. mai.
Um Ísrael: Navn: State of Israel Fólkatal: 7.400.000 Stødd: 22.072 km2 Høvuðsstaður: Jerúsalam Fólkaslag: 75% jødar, 19% arábar, 2% kristin, 1,5% drusar, 2,5% onnur Livialdur: Menn: 78,62 ár, kvinnur: 82,95 ár Mál: Hebraiskt og arábiskt Átrúnaður: Jødadómur og islam Stýrisformur: Demokrati Gjaldoyra: Shekel Veðurlag: Heitt og turt Sí meir her: http://mission.fo/index.asp?pg=1217 Umsóknarskjal: http://mission.fo/Admin/Editor/assets/pdf/umsóknarskjal.pdf |
|
Um Gud nú veruliga er tilHann vaks upp í tí ateistiska Sovjet-samveldinum. Kortini læt mamma hansara hann doypa, tí hon hugsaði, hvat nú um Gud veruliga er til.  Jødiski Alexey Vitlievitch Shepelёv fór sum ungur á bókasavnið og lænti har bøkur við ateistiskum innihaldi – at lesa øll bíbliu-versini, sum har stóðu endurgivin til tess at mótprógva kristindóminum. Ein vanlig sovjettisk familja– Hvussu var at vaksa upp í eini jødiskari familju? – Mamma mín er jødi, og pápi mín er russi, men hvørgin av teimum hevði serliga stóran áhuga fyri átrúnaði. Vit hildu ikki tær jødisku hátíðirnar, hildu ikki sabbat, og vit vóru ikki í sýnagoguni. Tað vil siga, at vit vóru sum flest aðrar sovjettiskar familjur.
Mamma mín var tó greið yvir sínar jødisku røtur, sjálvt um hon royndi at krógva tað fyri mær. Eg var 15 ára gamal, tá ið eg fann út av, at eg eg var jødi. Í fyrstuni hevði eg bara eina hóming av hesum.
Men so fór eg veruliga at spyrja. At enda segði omma mín, at so var. Eg visti longu tá, at fosturpápi mín var jødi.
Misti foreldrini í ferðsluvanlukkum – Fosturpápi? – Ja, veruligi pápi mín doyði í eini ferðslu-vanlukku, tá ið eg var fimm ára gamal. Mamma giftist einum verðsligum jødiskum manni. Tá ið eg var 15, doyði mamma mín eisini í eini ferðsluvanlukku. Tvey ár seinni flutti fosturpápin til Evropa, og eg vaks upp hjá ommu míni. Men áðrenn mamma doyði, fekk eg sagt henni um Jesus.
|
|
Meet the People of Israel
Kom til Ísrael í eitt hálvt ár sum volontørur/útsendingur fyri Ísraelsmissiónina? Send okkum ein teldupost ella ring 770017 ella 597777. Les her.
|
|
Tíðindabræv og SMS-tænastaTíðindabrævið, ið er ókeypis, verður sent sum t-postur eftir tørvi.
Fá ókeypis SMS-boð við bønarevnum, einum Guds orði og tíðindum.
Tú kanst, til eina og hvørja tíð, frámelda Tíðindabrævið og SMS-tænastuna.
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|