Bookmark and Share     Sitemap      
 

Bønarevni

 
 
Bønarevni fyri Ísrael, Jødafólkinum og Ísraelsmissión.
 
Hugskot: Skriva út hesa síðuna og nýt hana sum bønarblað og gev eisini øðrum.
 
"Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka." Róm. 1,16
  • Bið um frið fyri Jerúsalem. (Sálmur 122, 6)
  • Bið um frið millum jødar og palestinar.
  • Bið um veking millum jødar um allan heim.
  • Bið fyri teimum verkætlanum Ísraelsmissiónin er við í.
  • Takka fyri Meinigheitshúsið og Kirkjuna í TelAviv.
  • Takka fyri friðararbeiðið, ið gjørt verður í felagsskapinum Musalaha.
  • Bið fyri teimum, sum við Guds hjálp, royna at bera Jødum gleðiboðskapin.
  • Takka Gudi fyri teir jødar, ið longu eru komnir til trúgv á Jesus Kristus.
  • Bið um, at fleiri føroyingar mega kenna kall, til at verða útsendingar fyri Ísraelsmissiónina. (Matteus 9, 36-38)
  • Bið um, at fleiri føroyingar vilja stuðla og hjálpa við missión til Ísrael.
  • Bið fyri føroysku Ísraelsmissióni og Landsnevndarlimunum.




Israelsmissiónin | Tróndarbrekka 1, FO-510 Fuglafjørður - Faroe Islands | Tlf.: +298 770017