Skal eg stuðla Ísrael?

Skrivað hevur: Frants Jensen

Síðstu tíðina hevur nógv verið frammi um, at vit sum kristin eiga at stuðla Ísrael. Eisini politiskt hevur tað verið brúkt. Lat meg gera greitt beinan vegin, at eg havi ikki nakra loynda dagsskrá, hvønn politiskan flokk ella politikara, ein skal velja, ella hvønn politiskan flokk ella politikara, ein ikki skal velja. Heldur ikki um viðkomandi stuðlar Ísrael ella ikki stuðlar Ísrael. Tað má einhvør veljari sjálvur gera av, hvar viðkomandi setir krossin.Aftur til spurningin, um eg sum kristin eigi at stuðla Ísrael. Ein stórur spurningur, sum hevur nógv element í sær. Stuðli eg Ísrael, merkir tað so, at eg hati mótstøðupartin, sum í hesum føri eru palestinar. Merkir tað, at eg ikki ynski teimum at liva undir betri korum, enn teir liva undir í dag?

Lat meg spyrja við øvutum fortekni. Stuðli eg palestinum, merkir tað so, at eg hati jødar?

Merkir tað, at eg so ynski jødarnar at fara burtur frá teimum landaøkjunum, sum Bíblian tosar um, er ævigi bústaður jødanna (sum fleiri kristin halda)? Merkir tað eina nýggja ógvusliga røð av antisemitismu móti jødum?Eg kundi skrivað síðu upp og síðu niður at svara hesum og øðrum líknandi spurningum.

Eisini kundi eg komið inn á søgugongdina, hvussu Ísrael í 1948 fekk sítt egna land (góðkent av Sameindu Tjóða), og hvat er hent, síðani tá. Um kríggj, ið hava verið, um hvør gjørdi hvat, og hvør segði hvat. Um hvør lýsir veruleikan óheft í dag, og hvør er litaður í síni framburði av støðuni. Um at feilir eru gjørdir á báðum síðum, og so framvegis. Tað er greitt, at støðan er fløkt og bæði kríggj, trúgv, mentan og innanhýsis ósemja á báðum síðum ger, at tað er trupult at fáa partarnar at liva saman í sátt og semju (hóast nøkur dømi eisini eru um, at tað eydnast).

Tað verður tó ikki pláss í hesi greinini at svara øllum hesum spurningunum. Ístaðin vil eg kasta ljós á nøkur onnur viðurskifti, sum kristin tíverri ofta gloyma, tá ið tað ræður um, hvørja støðu vit hava til Ísrael. Ein kanning, sum varð gjørd í 2008, vísir, at bara 5% av fólkinum í Ísrael hava hoyrt, at Jesus reis upp frá deyðum, og at bara 1% av fólkinum hava hoyrt, at høvuðsboðskapurin hjá Jesusi er um frelsu. Av teimum tilsamans 6 milliónum ísraelum, sum búgva í Ísrael, eru tað bara 1 promilla! (umleið 7.000 fólk), ið trúgva á Jesus.

Tey eru ein minniluti, sum tíverri ofta er gloymdur, og sum hevur trupult við at vera góðtikin í landinum.Tað er rættiliga undranarvert (men tó veruleiki), at í landinum, har Jesus livdi, eru heili 99,9% av fólkinum, ið ikki trúgva á hann. Hvør er grundin? Eru tað vit, sum liva í einum landi, sum hevur hoyrt gleðiboðskapin, og her tey flestu av fólkinum siga seg trúgva á Jesus, sum hava gloymt at borið jødunum gleðiboðskapin aftur?

Eisini teir kristnu palestinarnir eru ein minniluti. Sum palestinar, ið ikki kenna seg at hava rættindi, sum onnur fólkasløg hava, kenna teir tað trupult. Og harafturat sum palestinar, ið trúgva á Jesus, hava teir tað mangan enn truplari millum sínar arábisku brøður og kenna í fleiri førum til atsóknir av ymiskum slag. Eisini teir hava brúk fyri stuðuli frá kristnum, men tíverri hava kristin í nógv ár gloymt teir.

Skal eg stuðla Ísrael? Kristin kunnu hava ymiskan politiskan lit og ymiska áskoðan á politisku støðuna, men hetta eigur tó ikki at fáa so stórt pláss, at vit sum kristin gloyma at stuðla okkara Jesus-trúgvandi brøðrum og systrum bæði á jødiskari og palestinskari síðu. Tey hava veruliga brúk fyri tí.

Onnur tíðindi