Bookmark and Share     Sitemap    
 

TÝ­indabrŠv frß ═sraelsmissiˇnini

Navn
E-mail
:
CAPTCHA Image
Nyhedsgrupper
Klik her hvis du °nsker at afmelde nyhedsbrevet
13/2 2012 - TÝ­indabrŠv frß ═sraelsmissiˇnini Februar 2012

TÝ­indabrŠv 13. februar 2012

 
 
SHALOM

Væleydnað tiltøk við Avi Snyder
Føroyavitjanin hjá messianska jødanum, Avi Snyder, ið Ísraelsmissiónin hevði bjóðað til Føroya, er komin at enda. Nógv fólk kring landið hava hoyrt hansara greiða boðskap, og nógv eru eisini rørd av hansara talu.

Les grein um vitjanina, sí myndir frá vitjanini, lurta eftir samrøðum í loftmiðlum og hygg eftir video um "Jews for Jesus".
Les meira á www.israel.fo


Toymisferð til Ísrael 2012
Kom við á Toymisferð til Ísrael juli 2012. Ein uppliving fyri lívið!Vit ynskja at stuðla og menna tað kristiliga arbeiðið, ið verður gjørt í landinum, har Jesus livdi og virkaði her á fold. Ætlandi verður farið til Norðurísrael at virka millum drusar.

Les meira:
www.israel.fo

Spennandi ferð til Ísraels, Jordan og Sinai 15. – 28. oktober 2012
Kom við á eina spennandi ferð til nøkur av bíbilsku londunum og gakk í fótasporunum hjá bæði Mósesi og Jesusi!
Les meira www.israel.fo

Kom við til OL í London 2012
Vilt tú fara til OL í London 2012, sum volontørur fyri Ísraelsmissiónina í samstarvi við "Jews for Jesus"?
Les meira: www.israel.fo


Áheitan um forbøn
Bið fyri Ísrael og jødiska fólkinum um allan heim, at tey mega venda sær til Jesus Messias í trúgv.

Bið fyri teimum sum boða gleðiboðskapin fyri jødiska fólkinum. Bið fyri felagsskapinum "Jews for Jesus" og Avi Snyder.

Bið fyri okkum í føroysku Ísraelmissiónini og at fleiri føroyingar mugu fáa at kenna kallið, at boða gleðiboðskapin fyri jødiska fólkinum.

 

Ísraelsmissiónin varð stovnað 1992, og hevur sum endamál at kunna um Ísrael, bíbliunar læru og við virðing og kærleika at bera gleðiboðskapin um Jesus Messias aftur til Jødafólkið.

Tú kanst frámelda Tíðindabrævið við at trýsta á slóðina niðast.


Israelsmissiˇnin | Trˇndarbrekka 1, FO-510 Fuglafj°r­ur - Faroe Islands | Tlf.: +298 770707