Bookmark and Share     Sitemap    
 

Yvirlřsing

Yvirlýsing frá Ísraelsmissiónini

Støðan í Miðeystri er syndarlig. Hvønn einasta dag hoyra vit um stríð, bardaga og dráp millum jødar og palestinar (palestinaarabarar). Túsundtals menniskju líða ræðuligt undir hesum stríði - bæði jødar og palestinar.

Hin føroyska Ísraelsmissiónin ynskir at sýna báðum pørtum Guds kærleika, og boða teimum gleðiboðskapin um vón, frelsu og frið í Jesus Messiasi.


Øll eru vit skapað í Guds mynd, og Gud elskar øll menniskju. Tí eiga vit at sýna kærleika og umsorgan fyri teimum, sum líða neyð og kenna ræðuleikarnar í gerandisdegnum, antin tey eru jødar ella palestinar. Tí ávara vit ímóti upplýsing og tíðindum í fjølmiðlum, sum fremja hatur og forfylging av einstaklingum og fólkasløgum.


Vit harmast almikið um, at kirkjur og onnur heilag støð í tí heilaga landinum verða misnýtt í stríðnum, og at tey trúgvandi onga staðni hava at koma saman um Guds orð. Vit ynskja at gera okkara til, at kristnir palestinar og messianskir jødar finna saman í tí felagsskapi, sum knýtir Guds børn saman í Jesu likami við deyða og uppreisn hansara.


Vit harmast almikið um, at støðan í Miðeystri enn einaferð hevur fingið jødahatrið (antisemitismuna) at stinga hógvarnar fram aftur, so at jødar kring allan heim kenna seg óttafullar og forfylgdar. Ikki bara í fjarlagnum londum, men eisini í grannalondum okkara hoyra vit sterkar antisemitiskar røddir, bæði politiskar og kirkjuligar. Nakað hevur eisini verið at frætt um hetta í Føroyum.


Hin føroyska Ísraelsmissiónin er ein missiónsrørsla; men vit vilja til eina og hvørja tíð, sýna tí av Gudi útvalda jødiska fólkinum kristnan næstrakærleika og stríðast ímóti øllum jødahatri. Og vit vilja eisini verja og tala Ísraels rætt til at verja seg móti kríggi og yvirgangi, og at jødar hava rætt til sítt egna land og landamark. Men tað merkir ikki, at vit treytaleyst verja áskoðanir og gerðir hjá politiskum leiðarum, sum eru í stríð við ta kristnu siðalæruna og Guds heilaga orð.


Tað er hvørki okkara uppgáva ella ábyrgd at finna politiskar loysnir fyri Gud í tí serliga fløkjaligu støðuni millum jødar og palestinar. Okkara kall og uppgáva er at boða teimum gleðiboðskapin um Jesus Messias, stuðla, hjálpa og biðja fyri teimum. Tí heita vit inniliga á allar føroyingar um at biðja um frið fyri Jerúsalem (Sálmur 122). Bið fyri teimum leiðandi og teimum, sum taka politiskar avgerðir. Bið fyri fólkasløgunum, sum liva í tí stríðsherjaða økinum. Bið fyri okkara brøðrum og systrum í Harranum, at tey mega verða varðveitt í trúnni og ikki missa mótið. Bið um, at Guds orð og frelsandi máttur má gera sín gerning og frelsa menniskju - bæði jødar og muslimar.


Landsnevndin fyri Hina føroysku Ísraelsmissiónina
(2002)



Ásbjørn Jacobsen        Frants Jensen        Heri Tróndheim 

Jóhan Henriksen        Kristian Martin Petersen        Magnus Joensen



Israelsmissiˇnin | Trˇndarbrekka 1, FO-510 Fuglafj°r­ur - Faroe Islands | Tlf.: +298 770707