Volontørur í Ísrael

Í tríggjar mánaðir hevur Kartin Høgnesen úr Leirvík verið volontørur hjá Ísraelsmissiónini í Norðurísrael. Her greiðir Kartin frá nøkrum av upplivingunum, hann hevur havt.

Eg elski Ísrael. Hetta er eitt fantastiskt land, og eg trívist sera væl her.
Av trimum mánaðum, so er bara nakrir fáir dagar eftir av volontørtíðini, og eg havi upplivað ótrúliga nógv og lært sera nógv. Tó at eg elski at verða her, so sakni eg nógv Føroyar og øll míni kæru har heima.

Jerúsalem
Mín ferð byrjaði tann 11. mars, og 12. mars lendi eg í Ísrael. Endiliga var missiónsferðin byrjað.
Fyrstu vikuna var eg í Jerúsalem og brúkti tíð saman við nøkrum vinum har. Eisini brúkti eg tíð at hyggja meg runt í Jerúsalem. Eg royndi nakað heilt nýtt, og tað varð eitt stórt upplivilsi fyri meg. Eg fór runt Jerúsalem uttan kort og vildi vita, hvar eg endaði, og eg elskaði tað. Sá nógv áhugaverd støð, og eg kann ikki nevna øll, tí til tíðir so havi eg ikki ánilsi av, hvar eg var 😀
Sjálvandi viltist eg onkuntíð. Einaferð endaði eg í einum kirkjugarði og mundi ikki funnið vegin útaftur, men tað endaði væl.
Tá ið eg var saman við vinunum, so hugnaðu vit okkum, og eg brúkti eisini tíð at práta við tey andaliga og biðja saman við teimum. Í Jerúsalem brúkti eg nógva tíð í bøn, serliga á mínum gongutúrum. Jerúsalem og alt Ísrael hevur brúk fyri okkara bønum.

Tænasta í Norðurísrael
Síðani gekk leiðin til Isifiya í Norðurísrael, har tænastan skuldi byrja.
Tænastan hjá mær gongur út uppá at hjálpa til, har tey hava brúk fyri mær. Á økinum eru trý hús. Or HaCarmel, sum er eitt gestahús, skrivstovur, køkur, savningsstað o.a. So er eitt Women’s Shelter; flóttafólk frá Sudan og Eretrea búgva har. Til seinast er tað samkoman, ið kallast Kehilat HaCarmel.
Eg eri ein partur av øllum. Eg havi hjálpt kokkinum, tá ið tørvur er á tí. Ansa børnum, sum er áhugavert og avbjóðandi. So hjálpi eg eisini húsavørðinum við ymiskum arbeiði, so sum at mála, spartla, vaska, rudda, bera tung ting og ymiskt annað.

Ymsar uppgávur
Eg eri ikki serliga glaður fyri at fara uppí høgar stigar, men eg eri endaður so ofta á einum, at vit eru vorðnir góðir vinir. Eg havi havt nógv skitið arbeiði, og eg elski tað. Ein dagin endaðu eg og tveir aðrir í einari bingju at vaska og skruppa allan skittin. Bæði høvd, armar og bein vóru ordiliga skitin aftaná.
Vanliga eri eg dálkaður av máling og ruski. Arbeiðið endar ongantíð her. Tá ið eg hugsi, nú kann ikki vera meir at gera, so koma fleiri uppgávir sendandi 😜 Tað endar ongantíð, so eg eri glaður at vera her.
Vaskikonan, sum er her, endadi á sjúkrahúsinum. Hon gleið, tá ið hon vaskaði gólvið ella okkurt. Hon breyt sær mjødnina. Hon skuldi gevast nakar vikur seinni, men tað endaði altso soleiðis. So í nakar dagar varð eg vaskimaðurin her.
Tá ið arbeiðið er liðugt um dagarnar, so brúki eg ofta tíð saman við teimum eldru børnunum og ungdóminum. Vit gera hár, práta saman, hyggja nógv eftir filmi og práta andaligt við teimum ungun o.a. Eg havi eisini fingi møguleikan at tala á ungdómsmøti og hava morgunandakt.
Eg eri eisini mega glaður um, at Gud hevur brúkt meg til at tæna við saksunum og kambinum. Teir hava verið væl brúktir her.

Milum heimleys, narkomisbrúkarar og skøkjur
Einaferð um vikuna verður farið á OutReach (tæna øðrum) í Tel Aviv við nøkrun frá House of Victory (heim fyri tey, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum). Eg havi verið við nakrar ferðir.
Tað er eitt heilt annað lív, enn vit eru von við í Føroyum. Har møta vit heimleysum, narkomisbrúkarum, skøkjum, transvesit og onnur.
Uttan fyri hølini, har vit arbeiða og deila mat út, og har fólk kunnu koma at sita, eru sex-handlar, har eg ofta havi sæð menn sita og bíða eftir sínum tørni. Har er eisini handil við sexleikum og rundan um ganga øll hesi fólkini. Beint hinumegin vegin er ein skúli fyri børn.
Tað er hart at uppliva, at síggja Guds børn líða soleiðis. Eg eri tó glaður fyri at kunna vera her og biðja. Tað fyrsta, eg fekk at vita, tá ið eg fór við á Outreach, var, at eg mátti hava góðar skógvar við, tí sproytur og annað liggur allastaðni runt á gøtununum. Hýtur og annað liggur eisini allastaðni. Gjøgnum árini hava tey upplivað nógva broyting á økinum, og bøn hevur virkað. Nú er kommunan í gongd við at pynta uppá støðini har um vegir. Sera gott.

Seyðahundur
Tá ið eg kom til Isifiya í mars, skuldi eg ganga í einum skúla, sum eitur School of Ministry. Ein pastorur og onnur her í samkommuni skipa fyri. Eg fekk skúlan ókeypis, og aftur fyri varð eg ein Sheep Dog (seyðahundur). Eg fekk ikki alt við av skúlanum, tí eg skuldi arbeiða samstundis. Tá ið vit koyrdu runt í Ísrael og lærdu ymiskt á teimum ymisku støðunum, so skuldu eg og nakrir aðrir brúka okkara gávir sum Sheep Dog og leiða fólkið uppá pláss. Í skemti mátti vit onkuntíð goyggja eftir teimum, tí tey gingu so seint, hehe 😀
Skúlin vardi í tvær vikur, og eg eri mega glaður fyri skúlan, og øll hini 120 fólkini, ið gingu á skúlanum. Eg endaði at verða saman við einum bólki av fólki úr nógvum ymiskum londum í heiminum. Vit vóru kallaði tey merkiligu, og tað vóru vit óivað. Eg flenti í øllum førum mega nógv eftir teimum. Vit vóru eisini tey, ið altíð komu síðst upp á pláss.

Gud hevur lært meg nógv
Tó at eg eri her fyri at tæna, so hevur Gud eisini víst mær, at eg skal læra nakað. Ein maður, sum eitur Mark, hevur sæð nakrar serligar gávur, sum hann ynskir, at eg skal læra at brúka. Vit byrjaðu við at savnast eina ferð um vikuna, og nú er tað tvær ferðir um vikuna. Tað er so áhugavert og læruríkt. Hann undirvísir frá skriftstað til skriftstað, hvat Gud sigur um okkara andaliga gongutúr, og hvussu vit skulu liva sum Guds børn, og hvussu vit kunnu brúka okkara andaligu gávur, givnar frá Gudi til hansara æru. Super áhugavert.
Eg hungri eftir at læra meira. Ein talari segði tað soleiðis: “Í heiminum verða vit mettað, men eta vit frá Guds kongaríki, so fara vit at hungra eftir meira”. Eg hungri eftir meira frá Gudi, og tað er gott.
Ja, her er nógv hent, og eg eri so takksamur fyri hesa tíðina her. Eg gleði meg at koma heim at deila, hvat Gud hevur gjørt, og at fortelja, hvussu fantastiskt tað er at liva í Guds nærveru og alt tað góða, ið hann hevur til okkum øll.

Tøkk fyri stuðul og forbøn
Eg má senda eina stóra tøkk til foreldrini og familjuna, sum hava verið ein fantastiskur stuðul á so nógvan hátt. Eisini Ísraelsmissiónina, Leirvíkar Missiónshús og mín familja, sum hava stuðlað mær í bøn og peningaliga og hava sent meg avstað. Eisini vinir, sum hava verið ein stórur stuðul á so nógvar hættir.
Fyrrverandi toymislimir, vinir, ið hava stuðlað mær í bøn og pengum. Tað var ein so rørandi gáva fyri meg at fáa. Nøkur hava eisini givið mær eitt gott skump at fara á hesa missiónina, og eg eri so takksamur fyri tykkum. Nógv onnur hava eisini stuðlað á ymiskar mátar, og eg eri so takksamur fyri tykkum øll.

Heilsan
Gud signi tykkum øll í Føroyum. Til endan ein heilsan frá Galatabrævinum 6,8-9:
“Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív. Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! Tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast.”

————————————–

Kartin Høgnesen úr Leirvík, er 32 ára gamal. Áðrenn hann fór til Ísraels sum volontørur, hevur hann í fleiri summur verið í Ísrael við Ísraelstoyminum. Hann kemur aftur til Føroyar umleið hálvan juni og eina viku inn í juli fer hann aftur til Ísrael við Ísraelstoyminum.

Onnur tíðindi