Á bíbliuskeiði í Ísrael

Í tvær vikur í summar skipaði missiónshúsið Emmaus í Klaksvík saman við Ísraelsmissiónini fyri bíbliuskeiði í Ísrael. 27 fólk vóru í ferðalagnum og í besta veðri og nógvum hita lærdu vit meira úr Guds orði, eins og vit upplivdu og sóu nógv av Norðurísrael

Bíbliuskeiðið varð hildið í danska húsinum hjá Ordet & Israel, sum liggur við Genesaretvatnið. Húsið er í Poriya, tætt við Tiberias. Húsið verður brúkt sum bíbliuskúli hjá ungum dønum. Vit leigaðu húsið í tvær vikur í summar.

Bíbliutímar knýtt at støðum í Ísrael
Bíbliutímar vórðu hildnir dagliga. Tað vóru nakrir av luttakarunum, ið skiftust at hava bíbliutímarnar: Jóhan Henriksen, Atli Rasmussen, Frants Jensen og Silas Olofson. Flestu av bíbliutímunum vóru knýttir til onkra hending, ið gekk fyri seg í Ísrael.
Vit vóru eisini og vitjaðu fleiri støð í Ísrael, har evnið fyri bíbliutímarnar fór fram. Millum annað Genesaretvatnið, Sælufjallið, Kesarea Filippi, Kesarea við havið, Jerúsalem, Jeriko og Nazaret.
Umframt bíbliutímar høvdu vit eisini andaktir hvønn dag.
Í sambandi við nakrar av útferðunum var onkur av dønunum, sum starvast hjá Ordet & Israel, við okkum, og teir greiddu frá og høvdu andaktir út frá teimum ymisku bíbilsku støðunum, vit vitjaðu.
Aðrar dagar vóru vit sjálvi “guide”.

Hitamet
Á ferðini skiftust vit at gera mat. Vit leigaðu bilar, og koyrdu sjálvi runt í Ísrael. Á dagsferðunum til Jerúsalem og Jeriko leigaðu vit tó buss.
Vit vóru í Ísrael tvær tær fyrstu vikurnar í august. Hetta er heitasta tíðin á árinum. Meðan vit vóru har, var hitabylgja. Tann eina dagin varð nýtt met sett. Hesin dagurin var tann heitasti dagurin, ið nakrantíð er máldur í Ísrael. Hitin lá vanliga millum 35 til 45 hitastig um dagin. Vit máttu tí drekka nóg mikið av vatni, og vit gleddust um, at tað var vælvirkandi aircondition bæði í húsinum, har vit búðu, og í bilunum.

Vitnisburður frá Jenny
Vit vóru til messianska (kristna) gudstænastu í Tiberias, og vit høvdu eisini vitjan av messianskari kvinnu, Jenny, ið livandi greiddi frá sínum vitnisburði, hvussu hon var komin til trúgv á Jesus.
Jenny er jødi og uppvaksin í USA. Øll barnaár hennara sat pápin í fongsli, tí hann var dømdur fyri manndráp. Sjálv hevði hon fleiri diagnosur og segði seg vera trupla at hava við at gera. Nógv hendi í hennara lívi. Millum annað kom hon í samband við eina kvinnu, sum í fleiri ár bað fyri henni, at hon mátti koma til trúgv á Jesus.
Á eini ferð í Danmark kom hon til trúgv á Jesus. Hon flutti seinni til Ísrael, har hon hevur arbeitt nógv við trygdini hjá Ísrael. Hóast diagnosur, so er hon í dag væl útbúgvin og hevur bæði mastergrad og phd. Hon er partur av messianskari meinigheit, og tað liggur henna á hjarta, at aðrir jødar skulu koma til trúgv á Jesus. Hon heitir á kristin runt um í heiminum at biðja fyri Ísrael.

“Við Tórði á túri”
Tætt við Danska húsið er ein svimjihylur í eini kibbutz, sum var dúliga brúktur. Svomið varð eisini í Genesaretvatninum, í Deyðahavinum, í Miðalhavinum og í heitum keldum.
Fólk ymsastaðni úr Føroyum vóru við á ferðini. Ein av teimum var Tórður Mikkelsen, og hann gjørdi eina fína sending “Við Tórði á túri í Norðurísrael”, sum varð send í Kringvarpi Føroya í september. Til ber at hoyra sendingina á kvf.fo.

Orð: Frants Jensen
Myndaánari: Tórður Mikkelsen

Onnur tíðindi