Ísraelsmissiónin skipar fyri bíbliuskeiði í Ísrael uml. 26. juni til 13. juli 2023
Bíbliuskeiðið verður hildið í danska húsinum hjá Ordet & Israel í Poriya, sum liggur við Genesaretvatnið.
Vit gista á dupultkømurum við aircondition og standa sjálvi fyri matgerð og reingerð.
Ferðast verður í Ísrael í persónbilum, men eisini í bussi (við aircondition)
Tað er sera heitt í Ísrael hesa tíðina av árinum (30-45 hitastig), og mugu luttakararnir tí tola nógvan hita.
Kostnaður fyri ferðina: Ikki greitt enn.
Undirvísari: Øssur Kjølbro, prestur
Tilmeldingin hjá:
Frants Jensen, tel 296552 ella jensenfrants@gmail.com
ella
- Bíbliutímar verða hildnir dagliga
- Undirvísing fer eisini fram, tá ið vit ferðast út á ymisk bíbilsk støð
- Vit búgva stutt frá Tiberias, har møguleiki er at fara til handils, svimja v.m.
- Teir seinastu dagarnar á túrinum verða vit í Jerúsalem