Prestur hjá fólkum úr øllum heimspartum

– Her í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv koma fólk ymsastaðni úr øllum heiminum at tilbiðja Harran. Bæði heimleys, rík, diplomatar, lesandi og onnur. Tað, ið bindur okkum saman, er Jesus, sigur Christian Rasmussen, ið hevur verið prestur í hesi kirkjuni síðani 2009.

Orð og mynd: Frants Jensen

Stutt frá staðnum, har Pætur á sinni fekk eina opinbering, meðan hann varð staddur á tekjuni í húsinum hjá Símuni garvaranum í Joppe (núverandi Jaffa), er Immanuelskirkjan í Tel Aviv. Hendan kirkjan, sum í síni tíð varð bygd av týskarum, hevur í 110 ár verið ein vitnisburður fyri jødum og øðrum fólkasløgum á leiðini, at boðskapurin um Jesus hevur ljóðað á hesum staði. Og enn í dag verður gleðiboðskapurin um Jesus boðaður á sama staði.

Minnir um og tó øðrvísi
– At vera prestur her í Immanuelskirkjuni minnir á mangan hátt um at vera prestur í eini danskari kirkju. Her eru tey kirkjuligu tiltøkini, og fólk, ið hava somu trupulleikar og avbjóðingar, sum í Danmark. Men tó, so er tað eisini nógv øðrvísi at vera her í mun til í Danmark. Tað er stórt at fáa loyvi at prædika gleðiboðskapin til jødar, hiðani gleðiboðskapurin av fyrstan tíð kom, og samstundis at prædika hann til nógv onnur fólkasløg, ið koma í kirkjuna – ja allir heimspartar eru umboðaðir í kirkjuliðnum. Á hvítusunnu vóru tað fólk við 28 ymiskum móðurmálum í kirkjuni. Sum prestur her í kirkjuni, fái eg loyvi til at hava umsjón við einum parti av Guds stóru familju, sigur Christian.

Fleiri vilja vita meira um Jesus
Í Jaffa, Tel Aviv og í Ísrael sum heild er tað bara ein lítil skari av fólkinum, ið trýr á Jesus. Men tað eru tó fleiri, ið eru søkjandi og ynskja at vita meira um Bíbliuna og Jesus.
– Tað eru fleiri, bæði jødar og ikki jødar, ið seta seg í samband við meg, og sum vilja vita meira um Jesus, og um hann nú er relevantur fyri tey. Nøkur hava eisini valt at lata seg doypa og taka við trúgv á Jesus. Tað er stórt at fáa loyvi at vera brúktur í hesi tænastuni, sigur Christian.
Ísraelsmissiónin hevur í fleiri ár verið við til at stuðla arbeiðið í Immanuelskirkjuni fíggjarliga og við bøn.
Opinberingin hjá Pæturi, at gleðiboðskapurin ikki bara skuldi prædikast fyri jødum, men eisini fyri heidningum (ikki jødum) er framvegis aktuelt á sama staði, har Pætur fekk opinberingina.

Mynd:
Christian Rasmussen úr Danmark hevur verið prestur í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv síðani 2009. Hann er giftur við Lisbeth og tey eiga fýra børn.
Onnur tíðindi