Bookmark and Share     Sitemap    
 

═sraelsfer­ir


Spennandi ferð til Ísraels, Jordan og Sinai

15. – 28. oktober 2012


Sí eisini plakat um ísraelsferðina her.

Kom við á eina spennandi ferð til nøkur av bíbilsku londunum og gakk í
fótasporunum hjá bæði Mósesi og Jesusi!

Hetta er ein ferð, har ein fær at uppliva væl meir enn tey flestu uppliva á
eini ‘vanligari’ Ísraelsferð. Tað er tí eitt gott høvi hjá teimum, ið hava verið í
Ísrael áður og ynskja at fara aftur, at velja hesa ferðina. Men ferðin er eisini
vælegnað hjá teimum, ið ætla sær fyrstu ferð til Ísraels.

Umframt at vitjað verður á teimum kendu bíbilsku og søguligu støðunum í
Ísrael, sum til dømis Nasaret, Genesaretvatnið, Betlehem, Massada, Deyðahavið
og Jerúsalem, verður eisini vitjað í Jeriko og Eilat.

Eisini verður vitjað í Jordan, har m.a. verður farið upp á Nebo fjall, og til
ótrúliga vakra og søguliga býin Petra. Eisini er høvi hjá teimum, ið ynskja tað,
at fara til Sinai og upp á Sinaifjallið. Eitt upplivilsi fyri lívið!

FERÐASKRÁ:

Mánadagur 15. oktober: Føroyar – Danmark
Farið verður úr Vágum kl. 14:45, og vit koma til Keypmannahavn kl. 18:05, har vit gista eina nátt.

Týsdagur 16. oktober: Keypmannahavn – Tel Aviv, Genesaretvatnið
Flogið verður kl. 17:25 við Turkish Airlaines via Istanbul til Ben Gurion Airport í Ísrael, har
vit koma seint á nátt. Koyrt verður beinleiðis til kibbutz-hotellið, sum liggur í sera vøkrum og friðarligum umhvørvi beint við Genesaretvatnið, har vit skulu gista.

Mikudagur 17. apríl: Genesaretvatnið
Frídagur, har vit slappa av. Møguleiki er eisini at svimja í Geneseretvatninum.

Hósdagur 18. oktober: Genesaretvatnið, Nasaret og Tiberias
Henda dagin skulu vit á ein ógloymandi siglitúr á Genesaretvatninum, har Jesus millum
annað gekk á vatninum. Vit skulu eisini upp á fjallið, har fjallatalan varð hildin.

Síðani koyra vit til Nasaret, har vit vitja boðanarkirkjuna, ið sigst at vera bygd yvir staðið, har Maria fekk boðini, at hon skuldi eiga Jesus. Vit vitja eisini í Nasaret Village, sum er ein sera áhugaverdur, endurbygdur býur, sum greiðir frá lívinum á Jesu tíð. Vit steðga eisini stutt í Tiberias.

Fríggjadagur 19. oktober: Jordan, Amman, Nebofjall
Vit seta alt viðføri í bussin og fara yvir um markið til Jordan. Har koyra vit fyrst til
høvðusstaðin Amman, síðani til Madaba, sum er kendur fyri sítt mosaikkort av einum stórum parti av Miðeystri. Vit ganga eisini í Mósesar fótasporum upp á Nebofjall, haðani hann sá inn í lovaða landið. Vit koyra longur suðureftir til Petra, har vit skulu gista.

Leygardagur 20. oktober: Jordan, Petra, Eilat
Eftir morgunmatin fara inn í gamla partin av Petra. Tey, sum ynskja tað, kunnu fara á rossabaki. Hetta er ein heilt fantastiskur býur. Vit ganga gjøgnum eina djúpa gjógv á umleið ein kilometur, og brádliga fáa vit eina sjón, sum vit ikki gloyma aftur, tá ið vit síggja tann ótrúliga vakra úthøgda gamla býin.

Petra verður roknað sum eitt av heimsins sjey undrum, beint aftanfyri stóru pýramidurnar í Egyptalandi. Eftir nógv rík upplivilsi koyra vit aftur móti markinum til Ísrael, og fara yvirum til Eilat, sunnasta bý í Ísrael, sum liggur við Reyðahavið, har vit skulu gista.

Sunnudagur og mánadagur 21. og 22. oktober: Eilat ella Sinaifjallið
Tveir valmøguleikar:
Frídagar í Eilat: Til ber at slappa av ella svimja í Deyðahavinum. Møguleiki er eisini
at vitja í undirsjóvarsavninum (ikki íroknað prísin).

Ferð á tveir dagar til Sinai í Egyptalandi (kostar 1.000 kr. eyka). Koyrt verður til Sinai,
og vitjað verður í kenda St. Katharina klostrinum (um møguligt) áðrenn gingið verður
heilt niðan á Sinaifjall, haðani Móses fekk tey 10 boðini. Gist verður á hotelli í Sinai,
áðrenn koyrt verður aftur til hotellið í Eilat.

Týsdagur 23. oktober: Deyðahavið, Massada, Qumran og Jerúsalem
Fyrsti steðgurin eftir at vit eru farin úr Eilat, er við eitt vakurt model av tjaldtemplinum, sum
Móses og Ísraelsfólk nýttu í 40 ár í oyðimørkini. Vit koyra longur norð eftir gjøgnum Negev
oyðimørkina og koma til Deyðahavið, sum er heimsins lægsta punkt, næstan 400 metrar undir havyvirflatuni. Har ber til at svimja eina løtu.

Við fjallaborgina Massada taka vit lyftina niðan á fjallið og ganga runt í leivdunum av hesi stórslignu borg, har jødiskir frælsishermenn tóku síni egnu lív fyri ikki at falla í hendurnar á rómverjum. Vit steðga eisini á í Qumran, bústaðin hjá esseraunum, har kendu Deyðahavsrullurnar vórðu funnar í 1947. Síðani koyra vit niðan til Jerúsalem (sum liggur á 800 metra hædd), til hotellið, har vit skulu gista restina av ferðini.

Mikudagur 24. oktober: Oljufjallið, Getsemane, Via Dolorosa, Golgata, Grátimúrurin
Vit byrja dagin við at fara niðan á Oljufjallið, har tað er sera vakurt útsýni yvir býin. Tað
var haðani, at Jesus varð tikin upp til himmals. Síðani fara vit til gongu í Jesu fótasporum
oman til Jerúsalem. Vit steðga á við “Tárakirkjuna”, og í Getsemane urtagarði, har Jesus
sveittaði blóð.

Vit fara til gongu inn í Gamla býin, har vit skulu ganga eftir “Via Dolorosa”
(pínsluvegnum), sum Jesus eisini gekk eftir fyri næstan 2000 árum síðani, til grav-kirkjuna, sum sigst at vera staðið Golgata, har Jesus varð krossfestur og gravlagdur.

Vit vitja eisini vakra urtagarðin við tí tómu grøvini, Gordons Golgata, sum er hitt staðið, sum mett verður at vera Golgata. Um tað er møguligt, fara vit niðan á Tempulpássið, har Templið hjá jødunum hevur staðið, men har tað nú standa tvær muslimskar moskur. Vit vitja eisini við Grátimúrin, sum er heilagasta staðið hjá jødum, har jødar úr øllum heiminum savnast at biðja.

Hósdagur 25. oktober: Gamli býurin – Grátimúrur - Tempulfjallið,
Vit fara til Jesu føðibý, Betlehem. Vit skulu síggja Heródian, ið er eitt av teimum stóru og
kendu bygningsverkunum hjá Heródesi kongi. Vit vitja eisini føðingarkirkjuna í Betlehem.
Afturkomin til Jerúsalem vitja vit holocaustsavnið, Yad Vashem, ið er eitt savn til minnis um teir 6 mió. jødarnar, sum lótu lív undir seinna heimsbardaga.

Fríggjadagur 26. oktober: Frídagur

Leygardagur 27. oktober: Jeriko, Jesu dópstað
Vit koyra til Jordanánna, har vit skulu síggja staðið, har Jóhannes doyparin doypti. Eftir ætlan fara vit eisini til Jeriko, har vit vónandi fara at hoyra frá kristnum palestinum, hvussu teirra umstøður eru í dag.

Sunnudagur 28. oktober: Jerúsalem, Keypmannahavn, Føroyar
Ferðin er komin at enda, og vit veittra farvæl til heilaga landið, nógvar upplivingar, ið vit
seint fara at gloyma, ríkari. Klokkan 10:45 flúgva vit úr Ísrael, og vit lenda í Vágunum kl.
20:30

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum í skránni.

Fyri hvønn:
Ísraelstúrurin er fyri øll áhugað. Um børn ella ung, yngri enn 17 ár, ynskja at vera við, mugu tey ferðast saman við vaksnum.

Ferðaleiðarar:
Ferðaleiðarar verða Frants Jensen, blaðstjóri á Trúboðanum og Uni Næs, dómpróstur. Báðir hava verið í Ísrael áður sum ferðaleiðarar, og kenna væl til umstøður har.
Andaktir verða hildnar á ferðini.

Prísur:
Kr. 18.495,- (eyka fyri ferð til Sinai: 1.000 kr)
Kr. 3.000,- afturat um ein ynskir einakamar.
Túrurin verður bert gjøgnumførdur við í minsta lagi 20 luttakarum.

Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum vegna kursbroytingar og møgulig avgjøld. Túrurin
verður gjøgnumførdur eftir vanligum reglum fyri bólkaferðum hjá Felix Rejser, sum er
tekniskur fyriskipari. (Sí meir á www.felixrejser.dk)

Íroknað prísin:
- Flogferð Føroyar/Keypmannahavn/Istanbul/Tel Aviv t/r
- Ferðing frá og til lufthavnina í Tel Aviv
- Yvirnátting á dupultkamari á góðum hotellum
- Hálvpensjón, tað vil siga morgunmatur og døgurði (etin um kvøldið) allar dagarnar.
- Góður bussur við air condition
- Allar útferðirnar, nevndar í skránni
- Dansktalandi ferðaleiðari í Ísrael (helst enskttalandi ferðaleiðari í Jordan og Sinai, men tá verður umsett til føroyskt)
- Drykkjupeningur til ferðaleiðarar, bussførarar og starvsfólk á hotellunum
- 20 kg viðføri umframt hondviðføri
- Headsett á ferðini

Ikki íroknað prísin:
- Persónligar útreiðslur, máltíð mitt um dagin, drikkjuvørur, avlýsingar- og ferðatrygging
- Yvirnátting og ferðing í Danmark. (Møguleiki er tó at gista á Hotel Hebron fyri 400 kr. pr.
persón á dupultkamari og 600 kr. á einakamari pr. nátt.)

Tekning:
Eru spurningar ella ein ynskir at tekna seg til ferðina, set teg so í sambandi við ein av
ferðaleiðarunum: Frants Jensen, tel 770017, teldupostur: frants@kallnet.fo ella Uni Næs tel 312436 ella 237325, teldupostur: un@folkakirkjan.fo.

Nakað eftir at ein hevur teknað seg, verður ein rokning send at rinda depositum. Umleið 4 vikur undan fráferð verður rokning send upp á restina umframt aðrir upplýsingar frá Felix Rejser.

Tekningarfreist:
6. juli 2012 (eftir tað upp á fyrispurning um pláss eru eftir)

Áðrenn fráferð:
Føroyska ferðalagið savnast áðrenn fráferð fyri at læra hini í ferðalagnum at kenna og at fyrireika seg til ferðina.

Sí eisini plakat um ísraelsferðina her.



Israelsmissiˇnin | Trˇndarbrekka 1, FO-510 Fuglafj°r­ur - Faroe Islands | Tlf.: +298 770707