Gerst volontørur

Ísraelsmissiónin hevur havt 25 volontørar/útsendingar í Ísrael.
Møguleiki er fyri nógvum ymiskum slagi av volontørarbeiði. Millum annað praktiskt hjálpararbeiði, arbeiði á heimi fyri fólki, ið bera brek, ellisheimi, arbeiði í bíbliuhandli, arbeiði í meinigheit/kirkju og nógv annað.
Vit hava gott samband við fleiri felagsskapir, kirkjur og stovnar í Ísrael. Vit kunnu tí vísa tær á volontørmøguleikar, ið passa til tín.

Hevur tú áhuga at verða útsendingur okkara, og tekur undir við endamálinum og hugsjónini hjá Ísraelsmissiónini, so er bara at seta teg í samband við onkran av okkum í landsnevndini fyri at fáa meira at vita.