Bookmark and Share     Sitemap    
 

Toymisfer­

 
Eins og undarfarnu ár, er ætlanin at gera eina Toymisferð til Ísrael summarið 2012.

Vit ynskja at stuðla og menna tað kristiliga arbeiðið, ið verður gjørt í landinum, har Jesus livdi og virkaði her á fold. Ætlandi verður farið til Norðurísrael at virka millum drusar. Ísraelstoymið hevur verið í hesum býnum seinastu árini og virka við á ítróttarlegu. Saman við staðbundnu kirkjuni verður hildið á við hesum arbeiðinum. Aðrir møguleikar fyri toymisarbeiði verða eisini kannaðir.

Móti endanum av túrinum verður nakað av sightseeing í Heilaga landinum (sjálvandi!!!), umframt nakrir frídagar úti við strondina.
 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Ísraelsmissiónina.
 
 
 
Frásøgn frá Toymisferð í Ísrael 2011.


Í hálva fjórðu viku vóru 15 føroyingar á toymisferð í Ísrael summarið 2011. Eins og í fjør luttóku tey á barnalegum millum drusar í Norðurísrael

Í døgunum frá 30. juni til 24. juli vóru 15 føroyingar á toymisferð í Ísrael. Størsti parturin av toymisferðini var nýttur til at hjálpa til á barnalegum í drusarabýnum Isfiya, sum liggur í Norðurísrael.

– Tíggju úr okkara toymi fóru avstað hvønn morgun klokkan hálvum níggju at hjálpa til á einari legu fyri drusabørn. Har spældu vit millum annað fótbólt, kurvabólt, ymisk felagsspøl og svumu. Hini fimm, sum byrjaðu klokkan átta, vóru á eini aðrari legu. Tey gjørdu meira praktiskt arbeiði, til dømis gjørdu tey mat, ruddaðu, vaskaðu, passaðu børn og hjálptu til, har tørvur var á tí, sigur Andras Mikkelsen, úr Gøtu, sum var hjálparleiðari.

– Vit fingu gott samband við børnini beinan vegin, og tey gjørdust sera glað, tá tey sóu okkum. Okkum dámdi sera væl, og vit stórtrivust, sigur hann.
Israelsmissiˇnin | Trˇndarbrekka 1, FO-510 Fuglafj°r­ur - Faroe Islands | Tlf.: +298 770707