Viðtøkur fyri Ísraelsmissiónina

§ 1. NAVN
Ísraelsmissiónin. (ÍM)

§ 2. ENDAMÁL
Ísraelsmissiónin hevur til endamáls: – at boða gleðiboðskapin um Jesus Messias fyri tí jødiska fólkinum – at vekja áhuga og ábyrgd fyri jødunum og landinum Ísrael – at vísa jødunum kristnan næstrakærleika – at stríðast ímóti øllum jødahatri (antisemitismu) – at vekja ans fyri Bíbliunar talu um jødar og kristin.

§ 3. GRUNDARLAG
Grundarlagið er hin evangelisk-lutherska læran, ásannandi at kirkjan hevur skyldu at boða jødunum gleðiboðskapin. Tí at hann er fyri jøda fyrst… (Róm. 1, 16).

§ 4. ARBEIÐSHÁTTUR
Hetta kann verða gjørt við: – útsendingum til Ísraels og onnur lond – at minna fólk á at biðja fyri landinum og fólkinum Ísrael – møtum, fundum og øðrum tiltøkum – miðvísari upplýsing, blaðútgávu og forlagsvirksemi – at stuðla Jesus-trúgvandi jødum.

§ 5. LEIÐSLA
Stk. 1: Landsnevndin er hægsti myndugleiki fyri Ísraelsmissiónina, og hevur 5, 7 ella 9 limir, sum allir skulu vera limir í fólkakirkjuni og taka undir við viðtøkunum hjá ÍM. Landsnevndin velur sjálv nýggjar limir.
Stk. 2: Landsnevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara fyri 2 ár ísenn og leggur dagsskrá. Landsnevndin kann velja kassameistara uttan fyri landsnevndina. Starvsnevndin, sum er formaðurin og 2 aðrir landsnevndarlimir, hevur dagligu leiðsluna millum landsnevndarfundirnar.
Stk. 3: Landsnevndin leiðir arbeiðið og kann seta nevndir og fólk í starv og siga fólk úr starvi.
Stk. 4: Valskeiðið er 4 ár. Limur kann veljast aftur. Fer limur úr landsnevndini, velja limir, sum eftir eru, nýggjan lim. Annaðhvørt ár stendur meirilutin fyri vali og annaðhvørt ár minnilutin. Fyrstu ferð við lutakasti. Limur kann veljast aftur.
Stk. 5: Øll mál verða avgjørd í landsnevndini, við at ein meiriluti av øllum landsnevndarlimunum atkvøða fyri. Landsnevndin er viðtøkufør, tá ið meirilutin er til fundar, teirra millum formaðurin ella næstformaðurin.
Stk. 6: Nývaldur landsnevndarlimur skal góðkennast við minst 2/3 av øllum limunum.
Stk. 7: Til at binda ÍM fíggjarliga og løgfrøðiliga krevst samtykt í landsnevndini og undirskrivt frá formanni ella næstformanni. Til keyp, sølu og veðfesting av føstum ognum krevst einmælt samtykt í landsnevndini. Landsnevndin kann geva heimild til ein ella fleiri persónar.
Stk. 8: Um formaðurin, ella minst 1/3 av landsnevndarlimunum ynskir tað, kann landsnevndin verða kallað saman til fundar.
Stk. 9: Landsnevndin velur sjálv grannskoðara.
Stk. 10: Fólk, eldri enn 70 ár, kunnu ikki vera limir í landsnevndini.

§ 6. FÍGGJARVIÐURSKIFTI
Stk. 1: Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Stk. 2: Kassameistarin og formaðurin kunnu kvitta fyri gávur.
Stk. 3: Grannskoðaður roknskapur skal leggjast fyri landsnevndina til góðkenningar á hvørjum ári.
Stk. 4: Ársroknskapurin skal grannskoðast av valdum grannskoðara, sum ikki má vera limur í landsnevndini.

§ 7. BROYTINGAR
Hesar viðtøkur kunnu verða broyttar til eina og hvørja tíð av sitandi landsnevnd við minst ¾ í meiriluta. Møguligar broytingar mugu ikki verða í stríð við § 1, 2 og 3 í hesum viðtøkum.

§ 8. AVTØKA
Verður Ísraelsmissiónin avtikin, tekur landsnevndin støðu til, hvat gerast skal við ognirnar.

Hesar viðtøkur vóru samtyktar á stovnandi fundi fyri Ísraelsmissiónina í Leirvík tann 20. oktober 1992, og seinast endurskoðaðar á fundi í landsnevndini tann 29. november 2006.