Kom við á bíbliuskeið í Ísrael

Bíbliuskeiðið verður hildið í danska húsinum hjá Ordet & Israel í Poriya, sum liggur við Genesaretvatnið frá umleið 27. juni til 14. juli 2019.

Vit gista á dupultkømurum við aircondition og standa sjálvi fyri matgerð og reingerð.

Ferðast verður meginpartin av tíðini í Ísrael í persónbilum, men eisini í bussi.
Tað er sera heitt í Ísrael hesa tíðina av árinum (30-45 hitastig), og mugu luttakararnir tí tola nógvan hita.

Kostnaður fyri ferðina: Ikki greitt enn.

– Bíbliutímar verða hildnir dagliga.
– Undirvísing fer eisini fram, tá ið vit ferðast út á ymisk bíbilsk støð.
– Vit búgva stutt frá Tiberias, har møguleiki er at fara til handils, svimja v.m.
– Teir seinastu dagarnar verða vit í Jerúsalem.

Ein vanligur dagur:
– Útferð
– Fríløta
– Bíbliutími
– Hugni
– Andakt

Ferðaleiðarar:
Marna & Frants Jensen og Petra & Jóhan Henriksen.  Tey hava fleiri ferðir áður verið ferðaleiðara í Ísrael.

Tilmeldingin hjá:
Frants Jensen, tel 793002 ella jensenfrants@gmail.com ella
Jóhan Henriksen, tel 457795 ella 457795@olivant.fo

Onnur tíðindi