Hvat sigur Guds orð og hvat siga tíðartekini?
Er tað nakað menn kunnu gerast ósamdir um og hava ymiskar meiningar um, so er tað júst hetta evnið: Hvønn leiklut Ísreal hevur og kemur at hava í Guds frelsuætlan.
Meiningarnar er sum sagt ógvuliga ymiskar. Tulkingarnar av Skriftini hesum viðvíkjandi eru eisini ógvuliga ymiskar. Summi meina at Ísrael er og verður eitt knútapunkt og ein brennidepil í Guds frelsuætlan. Onnur siga, at tað er liðugt við Ísrael og tey sammeta bæði landið og fólkið við eitthvørt annað land og fólkasløg.
Tað mest vanliga er, at pinsavongurin er tann sum er mest víttgangandi viðv. Ísrael og meta tey at Ísrael sum land og fólk hevur sera stóran týdning í Guds frelsuætlan.
Hin vongurin, tey meira hóligu í kirkjulandslagnum, eru meira varin hesum viðvíkjandi. Og har finnast, sum áður sagt, eisini tey sum siga, at Ísrael hevur als ongan týdning longur í Guds frelsuætlan, hvørki nú ella í endatíðini.
Og so eru tað sjálvandi øll hini, og tey eru mong, sum liggja nøkunlunda á miðjuni viðv. sjónarmiðinum um Ísrael og sum kanska eru meira varin hesum viðvíkjandi, tí at hetta er ikki so einfalt og er knýtt at nógvum og sterkum kenslum hjá okkum menniskjum.
Eftir at hava lisið 10-tals bøkur og 100-tals blaðgreinar v.m. um evnið, eri eg vorðin meira varin hesum viðvíkjandi, so hvørt árini ganga, og liggi kanska høgrumegin miðjuna í sjónarmiðinum um leiklut Ísraels í Guds frelsuætlan. Og tað er sjálvandi útfrá hesum sjónarmiði eg læri tað eg læri.
Og eg skal leggja afturat, at eg, umframt Skriftina, sjálvsagt havi nýtt ymiskar keldur til hendan fyrilesturin, bæði bøkur og blaðgreinar úr grannalondum okkara.
Hví máttu 6 mill. Jødar doyggja ein ræðuligan deyða í Holocaust undir seinna heimsbardaga? Var tað veruliga við í Guds frelsuætlan og hvar stendur tað í Skriftini? Ja, slíkar spurningar møta vit mangan. Men hvat er svarið og hvat er tað rætta svarið uppá, at næstan 1/3 av øllum heimsins jødum tá á døgum vórðu dripnir fyri bara gott 60 árum síðani.
Og bara 3 ár eftir, at Hitler tók seg sjálvan av døgum, og eftir at hitt sokallaða triðja ríkið fall í grús, verður ein nýggjur og nýmótans státur settur á stovn mitt í tí árábiska heiminum í Miðeystri við navninum Ísrael.
Hvat er alt hetta? Er hetta ein liður i Guds ófatuligu frelsuætlan, ella er hetta bert tilvildin sum ræður, at eftir at 1/3 av einum fólki er dripin, so fáa tey sítt egna land – mitt í tí muslimska brennidepinum.
Sjálvur trúgvi eg, at hetta er ein liður í Guds ófatuligu altumfatandi frelsuætlan. Og henda frelsuætlan umfatar eisini landið og fólkið Ísrael.
Tí at Gud hevur frá tíðarinnar morni útvalt Ísrael og nýtt Ísrael sum sítt amboð her á jørð – bæði til gott og ilt. Bæði til at ugga og troysta, men eisini til at tykta.
Ísrael hevur altíð verið Guds forlongdi armur til menniskjaættina. Tey vóru útvald av Gudi til hesa tænastuna. Tey fingu við Ábrahami eitt heilagt kall frá hinum almáttuga Gudi sum ein liður í hansara frelsuætlan.
Og tað er teimum, t.v.s. Ísraelsfólki, at “sonarætturin tilhoyrir og dýrdin og sáttmálarnir og lóggávan og gudstænastan og fyrijáttanirnar, sum fedrarnir hoyra til og sum Kristus er komin av eftir holdinum, hann sum er Guð yvir øllum lutum, hálovaður allar ævir. (Róm 9,4-5)
Vit vita, av tí at skrivað stendur í 5. Mós. 7,6-8, at hetta fólkið var útvalt og halgað av Gudi millum øll onnur fólkasløg, til at vera Guds ognarfólk á jørðini. Ikki tí at tey vóru størri ella øðrvísi enn onur fólkasløg, heldur tvørturímóti, men tí at Harrin elskaði tey og tí at hann vildi halda eiðin, ið hann hevði svorið fedrum teirra.
Tey vóru, sagt við øðrum orðum, úvald av Guds óskiljandi náði.
Og í Jes. 43,10-11 lesa vit um, hvat tey vóru útvald til mitt í einum heimi av avgudum og avgudadýrkan: “Men tit eru vitni míni, sigur Harrin, tænari mín, sum eg havi útvalt, at tit skulu vita tað og trúgva á meg og skilja, at tað er eina eg; undan mær er eingin gud vorðin til, og eftir meg kemur eingin. (Jes 43,10)
Kall og uppgáva Ísrael var at vera vitni her á jørð. Tey vóru útvald at taka ímóti tí Heilagu Skriftini og bera hana víðari til onnur fólkasløg. Paulus sigur í Róm. 3,2, at Gud orð er litið teimum til. Tað vil siga, at tey hava fingið tað at umsita og bera víðari. Og sum umsitarar av Guds orði, so høvdu tey ávísar fyrimunir, meinar Paulus í 3,1.
Og frá hesum fólkið skuldi Messias koma eftir holdinum: “Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar. Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.” (1Mós 12,2-4)
Legg til merkis, at vit lósu, at frá tær (Ísrael) skulu allar ættir fáa signing. Ella sagt á annan hátt, so skal Gud vælsigna (frelsa) mannaheimin við ella ígjøgnum sítt útvalda Ísrael við einborna syni sínum Jesus Messiasi, sum eisini var borin í heim gjøgnum Ísrael.
Paulus útleggur hetta soleiðis í Gal.3,16: “Men nú vórðu fyrijáttanirnar givnar Ábrahami og avkomi hansara; — tað stendur ikki »og avkomum«, sum vóru tað fleiri, men »og avkomi tínum,« líkasum tá ið um ein er at tala, og tað er Kristus.”
Og vit kunnu lesa víðari um, hvussu Gud útvaldi av Ísraels húsi, eina ætt, Dávids ætt. (2. Sám.7,12-14)
Vert er at leggja merki til, at sáttmálin Gud gjørdi við Ábraham, er grundfestur við eiði og ein ævigt galdandi sáttmáli. Og tað kann tí eingin ivi vera um, at hesin sáttmáli tryggjar jødafólkinum ævinligt krav til Kánaansland.
Meira enn tíggju ferðir verður sjálvt landið nevnt í lyftunum, sum Harrin gav Ábrahami. (1. Mós.12,7-8 o.fl.)
Og hesin sáttmálin við Ísrael varð líkasum staðfestur av Mósesi og endurtikin av profetunum. Sálmaskaldini játtaðu hann eisini fleiri ferðir. Eisini Jesus staðfesti sjálvur sáttmálan í Matt. 19,28, og Paulus nevnir hann eisini í Róm. 9 – 11.
Ikki tí, Ísrael hevur fleiri ferðir roynt at sleppa sær undan útveljingini, men Gud heldur teimum fast. (Ez. 20,32f)
At Harrin heldur fast við útveljing Ísraels, er tann berandi tankin í Rómverjabrævinum kap. 9 – 11.
“Hevur Gud rikið fólk sítt (Ísrael) frá sær? Á ongum sinnið!” undirstrikar Paulus ápostul í Róm.11,1.
At sáttmálin við Ísrael sum land og fólk er ævigt galdandi, fáa vit eisini staðfest týðuliga og greitt í Sálmi 105,8-11: “Um ævir hann minnist sáttmála sín, gjøgnum túsund ættir tað orðið hann gav; orðið, hann Ábrahami gav, og eið sín til Ísaks, ið hann setti sum samtykt fyri Jákup, sum eina æviga sáttargerð fyri Ísrael, í tí hann segði: »Kánáans land eg geva tær vil, tykkum sum arvalut.”
Paulus sigur: “Viðvíkjandi gleðiboðskapinum eru teir fíggindar fyri tykkara skuld; men viðvíkjandi útveljingini eru teir elskaðir fyri fedranna skuld; tí at Guð iðrar seg ikki um náðigávur sínar og kallan sína. (Róm 11,28-29)
Guds sáttmáli við Ísrael og kristnu kirkjuna er bygdur á Guds ríku lyftir og náði, og ikki á hvat vit kunnu gera ella ikki gera.
Ísrael í GT og kirkjan í NT eru bæði undir náðini. Saman eru vit Guds familja, tey trúfastu av Ísraels húsi og tey útvaldu frá øllum tjóðum og fólkasløgum.
“Tí at við honum hava báðir partar í einum anda atgongd til faðirin.” (Ef.2,18)
Niðurstøðan er sostatt, at Ísrael er Guds demonstratiónsfólk og Gud nýtir hetta fólkið sum eitt reiðskap í sínum hondum.
Frelsan kemur frá jødunum. Jesus Messias var jødi eftir holdinum. Ápostlarnir vóru jødar. Kirkjuligu røtur okkara eru jødiskar. Hin Heilaga Skriftin er jødiskar skriftir o.s.fr.
Við hesum havi eg roynt at undirstrika og vísa á, at Ísrael hevur havt ein stóran leiklut í Guds frelsuætlan. Tí vóru tey útvald, sum amboð í Guds hondum, at bera frelsuboðskapin til øll heimsins fólkasløg.
Við støði í hesum eg frammanundan havi sagt, ætli eg nú at siga nakað um leiklut Ísraels, nú og í endatíðini.
Ísrael er eitt endatíðartekin og gudfrøðingar og kirkjurnar víða um heimin verða meira og meira varugar við hetta sum árini ganga.
Eftir at hava verið ígjøgnum 2000 ára líðingarsøgu, sum toppaði undir seinna heimsbardaga við heimsins stórsta og óhugnaligasta fólkamorði, tá ið uml. 6 mill. Jødar vórðu tiknir av døgum, var longsul jødanna eftir einum heimlandi til veruleika og teir vendu aftur til heimlandið eftir uml. 2000 ár í útlegd.
Gud er ein almáttugur Gud og Gud ger eftir vilja sínum, óansæð havat menniskjan sigur og ger. Hósea 3,4-5: »Langa tíð skalt tú sita mær einsamøll; tú skalt ikki sleppa at horast og ikki tilhoyra nøkrum manni; heldur ikki eg skal koma inn til tín.« Tí at langa tíð skulu Ísraelsmenn sita uttan kong og uttan høvdinga, uttan sláturoffur og uttan steinsúlur, uttan akul og uttan húsgudar. Síðan munnu Ísraelsmenn snúgvast við og leita til Harrans, Guðs síns, og Dávids, kongs síns, og teir munnu á síðstu døgum koma skelvandi til Harrans og til góðsku hans.”
Soleiðis profeteraði profeturin í tí 8. árhundraðinum fyri Kristus.
Og tað er vert at geva gætur, at tað hebraiska orðið fyri at snúgva við ella venda um, kann gott skiljast sum at umvenda seg til Harran og eisini at venda aftur til sítt gamla land.
Og tað er ein veruleiki, at í 1948 varð státurin Ísrael settur á stovn á ein undurfullan hátt og síðani tá eru 100-túsundtals jødar úr øllum heimsins londum komnir aftur til landið Ísrael.
Hetta er løgið, ógvuliga løgið og einki annað fólk hevur í nýggjari tíð fingið sítt egna land á síkan hátt. Og eingi fólkasløg eru flutt aftur til sítt egna land á slíkan hátt og í so stóran mun sum ísraelsfólk.
Og so er hetta kanska ikki so løgið kortini. Tí at veruleikin er tann, at allir teir ísraelsku profetarnir profeteraðu um hetta, og at øll heimsins lond skuldu undrast stórliga.
Hvør hevur hoyrt um tílíkt? Hvør hevur sæð slíkt? Verður nakað land í heimin borið eftir einum degi, ella verður nøkur tjóð fødd alt í einum? Men Zion hevur nú alt í einum havt verkir og føtt síni børn. Jes. 66,8 (Tit kunnu lesa: Jes. 66,5-14)
Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum soljóðandi: So sigur Harrin, Guð Ísraels: Skriva tær øll tey orð, sum eg havi talað til tín, í bók; tí sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið eg vendi lagnu fólks míns, Ísraels og Júda, sigur Harrin, og føri tey heim aftur í landið, sum eg gav fedrum teirra, og lati tað ognast teimum. (Jer. 30,1-3)
Frelsan er altíð knýtt at einum landi – ikki sannheit. Vit tosa jú um hitt himmalska landið, at tað er okkara komandi land.
At vera eitt frelst fólk, er samstundis eisini at verða knýttur at einum lyfti um land.
Hygg, Ísrael er ein “typologi” ella eitt fyridømi fyri kirkjuna. Tað síggja vit m.a. í 1. Kor. 10.
Ísraelsfólk hoyrir heima í Ísraelslandi og onga aðrastaðni.
Guds fólk hoyrir heima í Guds ríki og onga aðra staðni.
Vit kunnu eisini síggja tað soleiðis, at forholdið til landlyftið er á ein hátt góð mynd av tí spenningi sum er millum Gud og menniskjuna. Antin er fólkið heima í landinum – ella er tað tað ikki.
Ísrael fekk lyftið frá Gudi um ævigt at eiga landið Ísrael, og soleiðis fer tað at verða. Landið er nú endurreist eftir drúgva útlegd og tey eru heima.
Á ein hátt verður landlyftið fyri bæði Ísrael og hini fólkasløgini uppfylt í Opinberingini 21:
Og eg sá ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð….
Tá er menniskjaættin aftur har hon hoyrir heima, tí nýggju jørðini og tí nýggja Jerusalem.
Hitt endaliga heimið/landið fyri bæði ísraelsfólk og onnur fólkasløg er ikki hitt søguliga landið Ísrael, men hitt nýggja Jerúsalem á hini nýggju endurføddu jørðini.
Ikki bara landið/tjóðin skuldi endurreisast knappliga og skjótt. Sama skal gera seg galdandi við tí andaligu føðingini ella endurføðingini av Ísrael.
… eg eri Harrin og fremji tað í skundi, tá ið stundin til tess er komin. Jes 60,22
… og taki burtur eftir einum degi misgerð landsins. Zak 3,10
Eg trúgvi, at tað er Guds undurfulla verk, miskunn, náði og frelsuætlan, vit her eru vitni til. Eitt undur so stórt, at ein skal vera meira enn blindur, um ein ikki sær Guds fingur við í tí sum hendir við Ísrael.
Ápostlanir vóru eisini áhugaðir í endatíðarteknunum og spurdu Jesus. (Matt. 24,3) So tað er kanska ikki so løgið, at vit eisini hava áhuga í hesum.
Jesus sigur í Matt.24,8: at endatíðin er sum verkir. Áðrenn Jesus kemur aftur, skal Messiastíðin verða sum verkir.
Og eins og verkini hjá eini kvinnu, sum skal eiga, gerast sterkari og sterkari og styttri og styttri er ímillum verkini, soleiðis verður eisini í endatíðini – aðrenn Jesus kemur aftur.
Og endatíðartekini kunnu í høvuðsheitum býtast í 2 bólkar: tey positivu teknini sum vísa á Guds ríkis búning og gjøgnumbrot, og tey negativu teknini, sum vísa á, at avviklingin av hinum gamla tíðarskeiðinum stendur fyri durum.
Og hetta er galdandi bæði fyri náttúruna og menniskjuna.
Men tað mest sjónliga teknið, um at Gids ríkið er í nánd, og at Messiastíðin er byrjað, at umframt at Gud sendi sín Heilga Anda, so er eisini missiónin til øll fólkasløg byrjað. Og tað er eitt endatíðartekin.
Og vit vit vita øll, at gleðiboðskapurin skal boðast øllum fólkasløgum, áðrenn Jesus kemur aftur. Endin kemur ikki fyrr. (Matt.24,14) Hetta er Guds frelsuætlan.
Hetta er tí kallið hjá okkum kristnu, at kalla øll fólkasløg til umvending og trúgv á Jesus Kristus, og so kann endin koma.
Og fyri mær er tað púra greitt, at í øllum hesum – t.v.s. í Guds frelsuætlan, so hevur Ísrael sín stóra leiklut.
Jesus sjálvur var ótrúliga nógv upptikin av, at hasara egna fólk skuldi verða frelst: Eg eri ikki sendur út uttan til teir burturvilstu seyðirnar av Ísraels húsi. (Matt.15,24)
Hví segði Jesus tað, jú, tí at Gud hevur eina serstaka ætlan við Ísrael og at Ísrael skal hava ein serstakan leiklut í Guds frelsuætlan – nú og í endatíðini.
Jesus visti, at Gud vildi, at Ísrael skuldi verða bulurin á trænum í tí nýggju kirkjuni. Tað skuldi eingin nýggj kirkja spretta fram við einum nýggjum grundarlagi.
Nei, hin nýggja kirkjan skuldi spretta fram úr fólkinum Ísrael, og harfrá víðari….
Tað er nevnliga kontinuitetur millum báðar sáttmálarnar – hin nýggja og hin gamla.
Hin gamli sáttmálin hevur sína uppfylling í tí nýggja.
Jesu Krists meinigheit er krúnan á tí trænum, har hin ísraelska meingheitin er bulurin og rótin. Vit, heidningarnir, vit eru greinarnar.
Eg teljist millum teirra, sum trúgvi, at ein dag so skal Ísrael ganga fram sum hitt leiðandi kristinfólkið her á jørð.
Eg trúgvi, at eins og tað var á ápostlanna døgum, so skal hetta fólkið ganga undan við boðanini av evangeliinum. Róm.2,19.
Og eg trúgvi eisini, at fyrr ella seinni, og á ein ella annan hátt, so skal Ísrael verða eitt politiskt stórveldi í heims politiskum samanhangi.
Men tað er sera umráðandi at geva gætur, at Guds frelsuætlan, ella rættari sagt bjargingarætlan, er ein proses yvir eitt ómetaliga langt tíðarskeið.
Tá ið vit nú bara liva eitt stutt tíðarskeið, ja, so er vitan okkara ógvuliga avmarkað, og metanir okkara verða hareftir.
Men veruleikin er also tann, at Gud hevur útvalt eitt fólk og givið tí eitt land. (1.Mós.12,1-3 og 7).
Við útgangsstøði í hesum fólki skuldi signingin náa øll onnur fólkasløg, og soleiðis vildi Gud stovnseta sítt ríki her á jørð.
Fólkið og landið er plasera mitt í heimsins nalva. (Ez.38,12) Also tað staðið á jørðini, har Gud vildi knýta sína føðilinju. Tann kanalin sum hann vildi brúka til at boða gleðiboðini.
Herfrá skuldi ríkið Guds útbreiðast. Byrjast skuldi frá Jerúsalem. (Jes.2,3)
Og her í Zion hevur Harrin innsett sín konga (Sl.2,6)
Her skuldi hann koma fyrstu ferð (Mika 5,1) og aðru ferð Zak.14,4)
Her er Guds frelsusøguligi rampi. Her byrjar startskotið og her endar tað eisini.
Men fyri Guds frelsuætlan var hetta ikki nóg mikið, at útvelja eitt fólkaslag millum syndarar í einum syndugum heimi.
Tí letur hann seg føða í henda sama heim, sum konga og hin salvaða Messias.
Við hesum er Guds ríki í nánd (Mark.1,15) og tíðartekini eru vorðin sjónlig.
Men sum áður sagt, so eru meiningarnar um leiklut Ísraels í Guds frelsuætlan ógvuliga ymiskar – og ikki minst tá ið talan er um túsundársríkið.
Eg fari at nevna trý dømi, sum eru tey mest kendu:
Kirkjusøguliga modellið:
Jesu afturkoma
Jesu 1. koma Túsundársríkið Ríkið Antikrists Hin nýggja jørðin
Hin stóri dómurin
Menningarmodellið:
Jesu afturkoma
Jesus 1. koma Túsundársríkið Hin nýggja jørðin
Hin stóri dómurin
Framtíðarmodellið:
Jesus 1. koma Jesus afturkoma
Antikriststíðin Túsundársríkið Hin nýggja jørðin
Hin stóri dómurin
Við hesum vil eg bara vísa á, hvussu ymiskir menn eru á málið – ikki bara viðv. Ísrael, men eisini viðv. túsundársríkinum, Jesu afturkomu, endatíðini o.s.fr.
Eg ætli mær ikki at fara inn í hetta evnið, tí at tað er sera sera umfatandi og er ein fyrilestur fyri seg.
Og tann brennandi spurningurin er, hvønn leiklut Ísrael hevur í øllum hesum.
Tað kann to eingin ivi vera um, at Ísrael hevur ein serstøðu og seruppgávu í Guds ríki og Guds frelsuætlan.
Tað síggja vit m.a. hjá Ez. 37, har hann fekk eina sjón, tá ið Harrin leiddi hann niður í ein dal fullan av deyðum beinum, og hann fekk at vita, at hesi beinini hann sá, vóru allir Ísraelsmenn.
Men beinini savnaðust og gjørdust til beinagrindir. Á beinagrindirnar kom so kjøt og blóð, so tey vórðu til menniskju.
Merkir hetta ikki, at Ísrael skal savnast aftur úr øllum herðasodnum og verða leidd aftur til har tey hoyra heima: Ísraels land.
Vit vita frá profetinum Dánjali, at Ísrael skuldi ígjøgnum stórar trongdir. Men vit vita ikki nær tað skuldi ella skal henda, men vit skilja tað tá ið tað er hent.
Jesus segði nakað soleiðis: Eg havi sagt tykkum tað áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, tá ið tað er hent.
Eg veit væl, at mong mong kristin á okkara døgum siga, at alt hetta við Ísrael er úti av spælinum. Og tey siga, at Gud er liðugur við Ísrael og at hetta fólk hevur spælt fallit. Og at tá ið Jesus kom, ja, so var uppgáva Ísraels liðug. Og at harvið er landið og fólkið Ísrael bert at rokna sum eitt hvørt annað land og fólk.
Hetta er ranglæra og óbíbilskt so tað stendur eftir.
Jødin Paulus ápostul sigur soleiðis í Róm.11,1: “Hevur Guð tá rikið fólk sítt burtur frá sær? Á ongum sinni! Tí at eg eri eisini Ísraels maður, av Ábrahams avkomi, av Benjamins ætt”
Hvussu kunnu so bíbiltrúgv fólk siga nakað annað?
Gud hevur ongantíð avskrivað sítt útvalda fólk Ísrael. Hóast tey hava verið ólýðin og helst hava uppiborið nakað annað, so hevur Gud kortini sagt, at hetta fólk hevur ein serligan status í hansara hjarta. Hann kallaði tey sín eygnastein og ognarfólk.
Men so skal eg eisini leggja afturat, at eitt menniskja – ein ísraeli – ikki er frelst tí at tað hoyrir til eitt fólkaslag. Men frelsan liggur í barnakorunum.
Paulus sigur í Róm. 9,6-7. Les tað……
Og í ørindi 11 endurtekur hann spurningin, eg nevndi í áðni: Eg sigi tí: »Snávaðu teir tá, til tess at teir skuldu falla? Á ongum sinni! Men við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at tað skuldi vekja teir til ágrýtnis.
Og hann heldur áfram: Men er fall teirra heiminum eitt ríkidømi, og er skaði teirra heidningunum eitt ríkidømi, hvør mikið meira tá, um teir koma allir sum ein.
Sostatt hevur ápostulin sagt, at Ísrael kemur at hava ein stóran leiklut í Guds frelsuætlan – nú og í komandi tíðum.
Bara tað, at Ísrael ikki tók ímóti gleðiboðskapinum, hevur jú fingið ómetaligan týdning. Tað síggja vit í v. 15: Tí at er burturrekstur teirra ein sáttargerð fyri heimin, hvat verður tá viðtøka teirra annað enn lív av deyðum?
Av tí at Ísrael vrakaði gleðiboðskapin, so kom gleðiboðskapurin til heidningarnar. Sostatt gjørdist Ísrael eitt veldugt ríkidømi fyri heimin og til frelsu fyri heidningarnar.
Men støðan er tann, at forherðing er komin yvir ein part av Ísrael, líka til heidningarnir eru komnir inn allir sum ein. (Róm.11,25)
Eg skilji hetta ikki. Eg skilji ikki hví tað skal vera so, men soleiðis er tað og hetta er ein veruleiki vit mugu halda okkum til.
Tí mugu vit dríva á at missionera – heima og úti. Tað hevur so ófatuliga fylgjur, um vit lata vera….
Hetta er eitt loyndarmál. Tí at eg vil ikki, brøður, at tit einki skulu vita um hetta loyndarmál — til tess at tit ikki skulu halda tykkum sjálvar klókar. Róm.11,25
Gud hevur also avrátt við seg sjálvan, at eitt vist tal av heidningum, sum eingin kennir, skal verða frelst. Ikki fyrr enn tá, skal nakað veruligt henda við ísrael.
Og so skal alt Ísrael verða frelst, soleiðis sum skrivað stendur: »Frá Sion skal frelsarin koma, hann skal oyða burtur gudloysi frá Jákupi. Og hetta er sáttmáli mín við teir, tá ið eg taki burtur syndir teirra”. (Róm.11,26-28)
Hvussu tað fer at henda, ja, tað tori eg ikki at siga nakað um.
Men ein dag skal kongur konganna opinbera seg frá Zion fyri Ísrael, og tá skulu jødarnir fáa at síggja hann sum teir hava gjøgnumstungið.
Tá skal tað henda, at Gud ger ein nýggjan sáttmála við Ísrael, har hann tekur burtur syndir teirra og tjóðin verður ein livandi tjóð. Tá gerast beinini livandi…
Men fyri at hetta kann henda mugu vit missionera – eisini og kanska serliga fyri Ísraelsfólki.
Tí at veruleikin er tann, at sambært m.a. Rómverjabrævinum, so hevur Ísrael ligið ófatuligt fyri okkara skuld.
Vit standa tí í skuld til hetta fólkið. Og besti mátin at gjalda hesa skuld aftur, er at bera teimum tað besta, ið tey bóru okkum, nevnliga gleðiboðskapin um Jesus Messias.
Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guðs, at teir (jødarnir) mega verða frelstir. (Róm 10,1)
Ásbjørn Jacobsen