Ísraelsmissiónin tekur lut í altjóða samstarvi at bera út gleðiboðskapin í Tel Aviv, nevnt Immanuel Minestry.
Í samstarvinum eru ísraelsmissiónsfelagsskapir úr Finnlandi, Svøríki, Norra, Danmark og Føroyum umframt missiónsrørslur í Týsklandi, USA og Ísrael.
Arbeiði hevur sítt útgangsstøði í Immanuelskirkjuni og Meinigheitshúsinum í Tel Aviv, har sjey ymiskar meinigheitir húsast.
Eitt vikuskifti kunnu fleiri hundrað fólk verða til ymsar samlingar í hølunum.
Ísraelsmissiónin stuðlar Immanuel Minestry hvørt ár.
Ísraelsmissiónin hevur eisini lim í stýrinum fyri arbeiðið og hevur eisini stuðlað við útsendingum.
Við at geva eina gávu til Ísraelsmissiónina, stuðlar tú eisini hesum arbeiðinum.
Tú kanst stuðla her:
Bank Nordik: 6460 – 159.194.2
Betri Banki: 9181 – 125.004.5
Norðoya Sparikassi: 9865 – 100.455.1