Send boð eftir Ísraelsmissiónini…

Landsnevndarlimir, og onnur sjálvboðin hjá Ísraelsmissiónini, koma fegin kring landið, at halda møtir, fyrilestrar, evnistímar, kunning og onnur tiltøk um Ísrael og Ísraelsmissión.
Vælkomin at ringja ella skriva

Her eru nøkur evni til talir, bíbliulæru og fyrilestrar:
  • Ísraels søga: Jóhan Henriksen, tlf. 457795 / 279419
    Lær um landið og fólkið Ísrael.
  • Kunning um arbeiðið: Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
    Kunnað verður um arbeiðið hjá Ísraelsmissiónini úti og heima.
  • Jødisk messiansk páskamáltíð: Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017, Jóhan Henriksen, tlf. 457795 / 279419, Ásbjørn Jacobsen, tlf. 443177 / 597777.
    Vit uppliva páskirnar, eins og Jesus og lærusveinarnir gjørdu tað. Sita við dekka borð og eta teir ymisku serligu rættirnar, ið hoyra til eina jødiska páskamáltíð, samstundis sum vit hoyra upplisið úr skriftini páskatekstirnar og vit syngja saman. Við at vit fáa páskirnar inn við øllum sansum, kastar tað eitt nýtt ljós yvir páskaboðskapin.
  • Jødisk bønarútgerð, torarulla, bønarreimar, kalot, lúður o.a. Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
    Síggj og hoyr, hvat torarulla, bønarreimar, kalot, bønarsjall, lúður og o.a. er (Riggar best í barna- junior og ungdómsarbeiði og annars í skúla- og undirvísingarhøpi)
  • Jeremia profetur: Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
    Ein profetur, ið helt fast við Guds orð – og tað gekk út. Eisini aktuelt í okkara tíð.
    • Leiklutur Ísraels nú og í endatíðini: Ásbjørn Jacobsen, tlf. 443177 / 597777.
      Hvat sigur Guds orð og hvat siga tíðartekini?
    • Jødisku røturnar hjá kirkjuni: Ásbjørn Jacobsen, tlf. 443177 / 597777.
      Sambært Paulus í Róm. 11, 16-24.

      • Tað byrjaði við Ábrahami: Ásbjørn Jacobsen, tlf. 443177 / 597777.
        Um útveljing Ísraels.
      • Guds Messias í Gamla Testamenti: Ásbjørn Jacobsen, tlf. 443177 / 597777.
        Um messiansk profeti í gamla Testamenti.
      • Shalom høvdingin Messias: Ásbjørn Jacobsen, tlf. 443177 / 597777.
        Friðarhøvdingin Harri Herliðanna Jesus Messias.
      • Ísrael og oljutræið: Ásbjørn Jacobsen, tlf. 443177 / 597777.
        Er rótin heilag, tá eru greinarnar tað eisini.

      Hvat kunnu jødiskar hátíðir læra okkum? Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
      Í Gamla Testamenti eru nevndar nógvar jødiskar hátíðir, sum vit ikki halda í dag. Við at kenna eitt sindur meiri til hesar hátíðirnar, kunnu vit skilja Jesu og ápostlanna boðskap enn betri.

      • Drotning Ester – bjargingarkvinna jødafólksins Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
        Sum einsamøll kvinna bjargaði hon øllum jødafólkinum frá at vera útruddað.
      • Messianskir (kristnir) jødar í dag: Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
        Hvussu nógvir eru teir? Hvar eru teir? Hvussu er teirra støða?
      • Skal ein jødi gerast kristin fyri at vera frelstur? Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
        Kann ein jødi halda á við umskeringini ella øðrum jødiskum siður, um hann ynskir at trúgva á Jesus?
      • Hvussu skulu vit sum kristin síggja uppá Ísrael? Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
        Kristin hava nógvar ymiskar áskoðanir á Ísrael. Hvat skulu vit sum kristin halda um Ísrael?
      • Jødiska fólkið – blind fyri evangeliinum: Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
        Tað er framvegis bara ein evarska lítil partur av jødafólkinum, ið trýr á Jesus. Hví?
      • Hví missión fyri Guds útvalda fólki?: Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
        Ísrael er Guds útvalda fólk. Hví reka missión har?
      • Friðararbeiði millum jødar og palestinar: Frants Jensen, tlf. 444817 / 770017
        Verður nakrantíð friður millum jødar og palestinar? Um væleydnað friðararbeiðið, sum verður gjørt í Jesu navni
      • Jesu deyði og jødarnir: Ásbjørn Jacobsen, tlf. 443177 / 597777.
        Hvør hevur ábyrgdina av Jesu deyða? Alt jødafólkið ella…?
        Hvat sigur Nýggja Testamentið?