Endamál

Ísraelsmissiónin (ÍM) varð stovnað 20. oktober 1992, og arbeiðir á evengelisk-lutherskum grundarlagi.

Ísraelsmissiónin hevur sum endamál, at vekja áhuga og kunna føroyingar um, hvat Bíblian lærir um Ísrael og jødafólkið og bera hesum Guds útvalda fólki gleðiboðskapin um Jesus Messias, stuðla teimum í forbøn og við kristnum næstrakærleika.

Tað er okkara skylda sum kristin at bera jødafólkinum tað besta, tey hava borið okkum, nevniliga Jesus Messias, aftur til jødarnar.

Hetta vilja vit gera við at upplýsa um Ísrael, skipa fyri møtum, fundum, stevnum, skeiðvirksemi og øðrum, og eftir førimuni stuðla teimum messiansku jødunum og ávísum tiltøkum í Ísrael, sum fremja endamálið hjá Ísraelsmissiónini.

Ísrelsmissiónin ynskir eisini at stuðla arbeiði, ið verður gjørt at fáa frið millum jødar og arábar, og annars eisini at stuðla kristnum palestinum.