Í sambandi við bókina “Da Vinci Mysteriet” hjá Dan Brown, hevur ein 24 ára gomul bók við heitinum “Hellig blod, hellig gral” brádliga fingið sera stóra nógva umtalu. Tað verður sagt á baksíðuni á hesi bókini “at hetta er bókin, sum “Da Vinci Mysteriet” er bygd á”, og at hon er “tann mest ristandi avdúkingin tey síðstu 2000 árini”. Bókin sigur seg at vera grundað á søguliga gransking og vitan um Nýggja Testamenti og fornkirkjuna.
Karl Olav Sandnes, professari í Nýggja Testamenti, og Oskar Skarsaune, professari í kirkjusøgu, (báðir norðmenn) meta her um bókina “Hellig gral, hellig blod”, hjá rithøvundumum Michael Baigent, Richard Leight og Henry Lincon.
Søgan
Í 12. øld gingu søgur í Evropa, at Jósef úr Arimateu hevði savnað nakað av Jesu blóði, tá ið hann tók Jesus niður av krossinum. Hetta hevði hann savnað í kalikin, sum varð nýttur undir heilagu kvøldmáltíðini. Hesin kalikur varð kallaður tann heilagi gralurin (gral er tað útlendska orðið, vit nýta orðið kalikur.
Rithøvundarnir av “Hellig blod, hellig gral” vilja tó vera við, at tað er misskilt, og at tað ikki er kalikurin, sum er gralurin, men hinvegin Jesu kongaliga blóð, sum varð arvað gjøgnum ættina frá Mariu Magdalenu, víðari gjøgnum Merovingar-kongsættina og fram til tey, sum í dag umboða kongsættina.
Jesus skuldi hava gift seg við Mariu Magdalenu, og fekk barn við henni. Teirra hjúnalag var byrjanin til eina stóra kongsætt (dynasti, el. fúrstaætt). Familjan hjá Jesusi fór saman við Lásarus, Mariu Magdulenu, Martu, Jósef úr Arimateu og nøkrum øðrum til Marseille í Fraklandi. Um Jesus sjálvur var við, er eitt sindur óvist.
Gralsøgurnar eru um blóð. Sambært rithøvundunum var tað Maria Magdalena, sum fekk Jesu sáð í lívmóðurina, og sum tí førdi Jesu blóð víðari, og hon gjørdist mamma til eina stóra kongsætt. Henda ættin verður førd víðari í fronskum kongsættum í miðøldini. Felagsskapurin “Priory of Sion” í Fraklandi situr við tí endaliga próvnum fyri hesi søguni, men hesi prógvini hava rithøvundarnir tó ikki sæð. Bókin endar við vón um frið í heiminum; og tað kann bara fáast, tá ið hesin felagsskapurin leggur kortini á borðið. Tá er Jesu kongsdømi uppfylt, og Jesu eftirkomarar skulu ráða í hesum kongsdøminum, bæði andaliga og politiskt. “Priory of Sion” skal hava ein lyklaleiklut í hesum ríkinum.
Marknaðarføring
“Hellig blod, hellig gral” er marknaðarførd sum “Bókin, sum “Da Vinci Mysteriet” er grundað á”, og sum “tann mest ristandi avdúkingin síðstu 2000 árini”. Báðir hesir setningarnir standa at lesa á baksíðuni, og teir siga rættiliga nógv um útgevararnar av “Da Vinci Mysteriet” og “Hellig blod, hellig gral”, sum er forlagið Bazar (í Norra). Bókin sigur seg at vera grundað á søguliga gransking og vitan um Nýggja Testamenti og fornkirkjuna.
Tá ið Da Vinci Mysteriet var marknaðarførd á norska marknaðinum, varð hon umtalað sum “eitt meistaraverk av research”. Tá ið forlagið nú gevur út bókina, sum Da Vinci Mysteriet byggir á, avdúkar forlagið, at tað sera góða research-arbeiði, sum rithøvundurin av “Da Vinci Mysteriet” hevði gjørt, var at lesa “Hellig blod, hellig gral”. Tað vitnar tí ikki bara um tað stóra kunningarloysið, men eisini um sera stutt minni. “Hellig blod, hellig gral” kom út á enskum í 1982, og skuldi vera “tann mest ristandi avdúkingin síðstu 2000 árini” hevði ikki meir enn 20 ár um at vera fullkomiliga gloymd.
Hesaferð fer tað helst at taka enn styttri tíð. Tí at hesar bøkurnar kann ein seriøsur lesari als ikki taka í álvara.
Nýggja Testamenti og Konstantin keisari
Savningin av skriftunum í Nýggja Testamenti eru sambært rithøvundunum eitt úttrykk av kirkjunnar kúgan av øðrvísihugsandi. Hetta er eisini teirra frágreiðing um, at søgan um, at Jesus giftist og hansara eftirkomarar er fullkomuliga ókend í fornkirkjuni.
Tað, sum rithøvundarnir her gera, er, at teir finna uppá tvey søgulig “fakta”, sum eru treytað av hvørjum øðrum, men sum bæði eru fullkomiliga uttan keldugrundarlag í forntíðini. Fyrst siga teir, at tað eru søgur um Jesu eftirkomarar. So halda teir uppá, at tá ið hetta ikki kann váttast út frá keldum í fyrstu øldunum, er tað tí, at keldurnar, sum søgdu hesar søgurnar, vórðu tileinkisgjørdar av maktkirkjuni hjá Konstantin. Eingin av hesum pástandunum hevur nakað keldugrundarlag.Tað, sum rithøvundarnir her gera, kann samanberast við fylgjandi: Eg pástandi, at ein svørt ketta situr í stólinum hjá mær. Tá ið ein gestur mótmælir, og sigur, at hann ikki sær nakra kettu, sigi eg, at tað er tí, at eitt trøll hevur gjørt hana ósjónliga.Tað er púra greitt, at við eini tílíkari mannagongd, kanst tú prógva næstan hvat sum helst. Tað er eisini heilt greitt, at eingin søgufrøðingur, sum veruliga er søgufrøðingur, hevur kunna tikið hesar rithøvundarnar í álvara.
Søguliga er tað tó greitt, at hvørki Konstantin ella kirkjufundurin í Nikea hevði nakað sum helst við nakra avmarking av skriftunum í Nýggja Testamenti at gera. Rithøvundarnir “avdúka” tó, at teir heldur ikki eru heilt vísir í hesum, tí á síðu 399 skaða teir seg sjálvar við at siga, at tað var kirkjufaðirin Ireneus, sum avmarkaði Nýggja Testamenti (í 180-árunum e. Kr.).
Hetta seinasta kemur tó søguliga sannleikanum væl nærri, men heldur ikki tað er rætt. Hvørji skrift skuldu við í Nýggja Tesamenti, og hvørji ikki komu, varð ongantíð viðtikið á nøkrum kirkjufundi ella av nøkrum einstøkum persóni, men var úrslitið av eini drúgvari tilgongd (prosess), har nógvar meinigheitir í allari kirkjuni vóru við í myndini, og har útveljingarkrøvini fyri, hvat var tikið við vóru opin, og sera skynsom: Skrift frá fyrstu øld e. Kr., sum vórðu skrivað av ápostlum ella teirra samstarvsfeløgum, vórðu roknað fyri at vera trúlig.
Onnur skrift, brøv ella “evangelii”, sum vórðu skrivað seinni, vórðu ikki tikin við, annaðhvørt tey vóru í samsvari við skriftirnar í Nýggja Testamenti ella ikki. Henda tilgongd var í høvuðsheitum liðug langt áðrenn Konstantin, og langt áðrenn hansara “maktkirkju”. Tað var pínslarváttar-kirkjan, og ikki makt-kirkjan, sum gav okkum Nýggja Testamenti. Og pínslarváttar-kirkjan hevði onga stóra makt, sum kundi útrudda og kúga onnur skrift.
Hvørji onnur skrift, sum funnust í 2. og 3. øld e. Kr., vita vit í grundini rímiliga nógv um. Heldur einki av teimum sigur nakað um, at Jesus møguliga skuldi havt kjøtligar eftirkomarar. At rithøvundarnir her mótsiga sær sjálvum, og ikki hava yvirlit yvir teir ymsu pástandirnar, er hetta ikki bara eitt einstakt dømi um. Sambært rithøvundunum var tað ikki fyrr enn á kirkjufundinum í Nikea í 325 e. Kr. at tað varð avgjørt, at Jesus var gudómligur. Rithøvundarnir hava her eftir øllum at døma gloymt, at teir á síðu 397 søgdu, at tað var Paulus (í 50-árunum e. Kr.) sum í sínum brøvum gjørdu Jesus til Gud!
Rithøvundarnir halda uppá, at tað var meðan Konstantin ráddi (altso tey fyrstu tíggjuárini av 300-talinum) at tað fór fram ein stór útreinsan av øðrum skriftum, og at skriftini, vit nú hava í Nýggja Testamenti, vóru fyri stórum sensuri og umskriving. Rithøvundarnir sýnast at vera ókendir við tað grundleggjandi fakta, at so gott sum øll skriftini í Nýggja Testamenti eru varðveitt til henda dag í handskriftum, sum eru skrivaðar fleiri tíggjuár áðrenn ár 300, altso langt áðrenn Konstantin skal hava sensurerað. Tað er teksturin í hesum handskriftunum, sum komu langt fyri Konstantin, sum í høvuðsheitum eru grundarlagið undir bíbliuumsetingum – eisini í dag.
Doyði Jesus á krossinum?
Baigent & co (rithøvundarnir av “Hellig blod, hellig gral”) eru rímiliga vísir í, at Jesus ikki doyði á krossinum, og at hann livdi minst 15 ár eftir krossfestingina. Men teir eru greiðir yvir, at tær keldurnar, sum teir her byggja á, eru so seinar og óálítandi, at teir vildu gjørt tað trupult fyri seg sjálvar, um teir gjørdu ov nógv burtur úr hesum. Teir hava heldur heilgarderað seg við ábendingini at Jesus kanska doyði á krossinum kortini, men at hann hevði ein son áðrenn krossfestingina, nevnliga Barabbas!
Rithøvundarnir hava eisini eitt annað ástøði, og tað sigur, at Jesus yvirlivdi krossfestingina. Heldur ikki í hesari útsøgn hava teir nakað sum helst keldugrundarlag.
Til endans
Nakrir av ummælarunum av “Da Vinci Mysteriet” og “Hellig blod, hellig gral” eru atfinningarsamir viðvíkjandi kirkjuni og kristindóminum. Teir eru tó fakfólk innan søgu og fornkirkju, og hava mett hesar bøkurnar at vera vísindaliga og fakliga ódugandi. Hesir ummælarar hava stóran heiður uppibornan, at teir leggja egnar meiningar til síðis og ístaðin gera niðurstøðu út frá fakligum grundarlagi.
Frants Jensen