Nú Libya og Gadaffi er í fokus, vegna ætlanir um at fella Gadaffi, fekk eg hesa hendingina frá Høgna við Rætt í Saltangará.
Orð: Torleif Johannesen
Høgni er yvirstýrimaður á norska seismikskipinum, Oceanic Challenger. Teir gjørdu seismiskar kanningar í libiskum sjóøki í hálvtannað ár. Skipið hevði støð í Misrata, sum nú er bumbað sundur og saman.
At Gadaffi var sjónligur í Libya, var sjón fyri søgn. Høgni sigur, at Gadaffi hevði verið leiðarin í 38 ár, fyrstu ferð hann kom til Libya. Tá stóðu stór skelti fram við vegunum við mynd av Gadaffi, og hvussu nógv ár, hann hevði verið leiðari landsins.
Meðan ísraelski herurin í 2009 kríggjaðist í Gaza, skuldi Høgni saman við manningini heim. Vanliga verður manningin flogin frá og til við tyrlu, tí skipið kemur minst møguligt í havn. Tyrlan lendi í Tripoli, og bussur koyrdi teir til eitt hotell.
Eftir at nakrir av manningini vóru farnir inn í gongina, vórðu teir varir við, hvat teir høvdu stigið á. Høgni, sum var ein av teimum síðstu, sigur, at tá hann kom inn í gongina, sá hann, at ísraelska flaggið lá á gólvinum sum mátta at turka sær í.
Høgni sigur, at meðan fólk frá hotellinum turkaðu sær væl og virðiliga uppí flaggið, so royndu hann og nakrir aðrir, sum sigldu við sama skipi, at ganga uttanum flaggið.Teir royndu eisini at flyta flaggið soleiðis, at teir ikki traðkaðu á tað, men tá vóru fólkini í móttøkuni skjót at leggja tað uppá pláss aftur.
Høgni sigur, at teir búðu á tí hotellinum fleiri ferðir, men upplivingin við flagginum var bara ta einu ferðina, meðan ísraelarnir skutu móti Gaza býi. Samstundis sum flaggið lá á gólvinum, vístu fleiri sjónvarpsskíggjar frá álopinum á Gaza.
Høgni sigur, at meiningin við flagginum var, at fólk skuldi vísa sína ónøgd við ísraelska fólkið í kríggi móti Gaza.
Høgni sigur, at hann kennir fleiri av støðunum í Tripoli aftur, sum sjónvarpið vísir frá, í sambandi við stríðið móti Gadaffi og hansara viðhaldsfólk.