Valdsharrarnir í jólaevangeliinum – hvat er fakta?

Jólafrásagnirnar í evangeliunum hjá Lukasi og Matteusi eru tætt knýttar at søguligum hendingum og persónum. Hendingarnar fara fram, meðan jødafólkið og alt økið rundanum er hersett av einum harðrendum heimsveldi, sum hevur sett staðbundnar korruptar leiðarar í ymsum økjum. Tað hendi í teimum døgum, meðan Augustus var keisari í Rómverjaríkinum, Kvirinius var landshøvdingi í rómverska landslutinum Sýria og Heródes Mikli kongur í Judea, og undir einum manntali (fólkateljing), at Maria átti son sín í einum fjósi í Betlehem. Ella var tað nú júst soleiðis, at tað var? Hvat siga bíbliutekstirnir í grundini, og hvat kunnu vit annars finna útav frá øðrum keldum?

Augustus heimsins máttmiklasti maður

Augustus var rómverskur keisari frá árinum 31 f.Kr. til 14 e.Kr. Tað er hann, sum gevur boð um, at allur heimurin, tað er alt Rómverjaríkið, skal verða skrivaður í manntal. Keisarin vildi hava eitt yvirlit, sum segði, hvussu nógvir vaksnir persónar skuldu rinda sín árliga persónsskatt til keisaraveldið.

Tað verður javnan sagt, at ongar keldur uttanfyri Bíbliuni umrøða eitt manntal, sum fer fram í øllum Rómverjaríkinum í senn á døgum Augustusar kongs. Til tað eru tvey svar. Fyri tað fyrra sigur Lukas ikki, at manntalið verður hildið samstundis í øllum ríkinum, men bert at keisarin hevur givið boð um eitt manntal fyri alt ríkið. Fyri tað seinna skrivaði Augustus sjálvur á ellisárum eitt yvirlit yvir øll síni brøgd undir heitinum Res gestae divi augusti (”Gerningarnir hjá tí guddómliga Augustusi”).

Her nevnir keisarin trý manntøl, sum hann hevur hildið, og eitt var, meðan Gajus Censorinus og Gajus Asinius vóru konslar. Tað vóru teir í árinum 8 f.Kr., einans fýra ár fyri deyða Heródesar kongs Mikla. Tá vóru 4.233.000 rómverskir samborgarar taldir.

Tað er allarhelst hetta manntal, sum er grundin til, at Jósef og Maria, sum er full uppundir hendur, mugu langa túrin úr Nasaret í Galilea, har tey búgva, til Betlehem í Judea, tí Jósef er av Dávids ætt, og tey skulu skrásetast har. Augustus hevur neyvan hugsað um, um tað var lætt ella tvørligt fyri øll tey, ið máttu ferðast langa leið, fyri at verða skrásett. Fyri hann snúði tað seg heilt einfalt um skattainntøkur. At geva boð um manntal var eisini ein maktdemonstratión, og tað eru ikki so fá dømi um, at júst slík elvdu til ófrið í kúgaðum ríkjum.

Heródes kongur Mikli

Tað vóru fleiri Heródesar kongar, men tann fyrsti og valdmiklasti var hann, ið ráddi í Judea – undir rómverskum yvirvaldi – frá árinum 37 f.Kr. til 4 f.Kr., og verður nevndur Heródes Mikli. Hann tók ímóti vísmonnunum úr Eysturlondum, og gav seinni boð um barnamorðið í Betlehem. Hann er eisini kendur fyri teir mongu prýðiligu bygningarnar, sum hann lat byggja. Ikki minst templið í Jerusalem, sum hann útbygdi munandi. Hann var eisini kendur sum ein serstakliga harðrendur, valdssjúkur og paranoidur kongur, ið enntá drap tey í sínum egna húsi, sum hann kendi sum eina hóttan móti egnum valdi.

Tað var munkurin Dionysios lítli, sum í 525 roknaði seg fram til tað árið, tá Jesus varð føddur, og harvið grundlegði okkara tíðarrokning, sum verður býtt upp í fyri Krists føðing og eftir Krists føðing. Men í mong ár hava flestu granskarar verið samdir um, at Dionysios rakti nøkur ár við síðuna av í útrokningum sínum. Vanliga verður hildið, at Jesus sannlíkt varð føddur í seinasta lagi ár 4 f.Kr. og helst umleið ár 7 f.Kr. Hetta verður bygt á, at Heródes Mikli sambært jødiska søguskrivaranum Josefusi doyði (seint í mars) í ár 4. f. Kr., og at Betlehemsstjørnan helst var eitt astronomiskt fyribrigdi, har gongustjørnurnar Jupiter og Saturn vórðu “sambundnar” ár 7 f.Kr.

Kvirinius landshøvdingi ella herovasti?

Ein kuril á tráðnum í jólaevangeliinum hevur leingi verið, at Kvirinius ikki gjørdist landshøvdingi í Sýria fyrrenn ár 6 ella 7 e.Kr. Tá skipaði Kvirinius fyri einum manntali í Judea, sum elvdi til ógvusligan ófrið frá jødum, men tað eru minst 10 ár eftir deyða Heródesar Mikla. Fer Lukas meðni skeivur, tá hann nevnir Kvirinius?

Kanska er tann einfaldasta loysnin, at hægemeuontos í grikska upprunatekstinum ikki nýtist merkja landshøvdingi. Orðið hevur breiðari týdning og merkir í grundini “tann leiðandi” ella “tann, ið hevur harradømið”, og kann merkja tann, ið hevur valdið á rómversku herdeildunum. Mangt bendir á, at slíkt vald hevði Kvirinius í fleiri ár, eisini í Sýria, áðrenn hann gjørdist landshøvdingi. Hevði hann ovasta hernaðarvaldið, hevði hann eftir rómverskum siði eisini myndugleika yvir landshøvdinganum í økinum. Var eitt manntal hildið, var tað tí herovastin, ið hevði evstu ábyrgdina, hóast landshøvdingin skuldi leggja tað til rættis. Tí kann Lukas 2,2 líka so væl verða týtt: “meðan Kvirinius hevði heryvirleiðsluna í Sýriulandi”. Valdsharrin í Sýria umsat rómversku áhugamálini í øllum økinum, íroknað Judea.

Í rómversku landslutunum var manntal hildið við føstum millumbili. Fyrsta manntalið í Sýria, sum aðrar keldur beinleiðis nevna, var manntalið, sum Kvirinius gjøgnumførdi 6 e.Kr. við harðari hond í Judea. Men Sýria hevði tá verið rómverskur landslutur heilt síðani ár 63 f.Kr., og tí er eingin grund til at halda, at hetta manntalið var tað fyrsta nakrantíð í Sýria.

Vit vita frá Egyptalandi, at har hildu rómverjar manntal 14. hvørt ár. Var sama millumbil galdandi í Sýria, hevur eitt manntal verið har umleið ár 8 f.Kr., sum so fall saman við, at Augustus keisari gjøgnumførdi eitt manntal í øllum ríki sínum. Sum herovasti hevði Kvirinius sum nevnt evstu ábyrgdina fyri fyrisitingini í landslutinum, íroknað manntalinum, meðan landshøvdingin Saturninus legði tað til rættis og stóð fyri tí. Kirkjufaðirin Tertullian (160-220 e.Kr.) skrivar, at Jesus varð føddur, meðan Saturninus var landshøvdingi í Sýria.

Tað “fyrsta manntalið”, sum Lukas skrivar um, er tí eftir øllum at døma júst tað fyrsta manntalið av fleiri (ella tað fyrra av tveimum), meðan Kvirinius hevði vald í Sýria, og sostatt ikki tað sama manntalið, sum varð hildið, tá hann seinni var blivin landshøvdingi.

Ein annar møguleiki er, at orðið “fyrsta” í Lukasi 2,2 eisini kann verða týtt “áðrenn”, so at tað ljóðar: “Hetta manntalið var, áðrenn Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi”. Er tað rætt, nágreinar Lukas fyri lesarum sínum, at hetta altso er eitt annað manntal enn tað, sum Kvirinius gjøgnumførdi í ár 6 e.Kr. og sum elvdi til uppreistur, sum Lukas eisini vísir til í Ápostlasøguni (5,37).

Lukas var føddur og uppvaksin í Antiokia, sum var høvuðsstaður í landslutinum, og hevði tí atgongd til yvirlitini yvir teir hægstu rómversku embætismenninar. Tí hevur tað ikki verið nakar trupulleiki fyri hann at vita, júst hvør hevði ábyrgdina hvar, tá boðini fóru úr Antiokia til allan landslutin um, at øll skuldu lata seg skráseta í ættarbygd ella -býi sínum. Júst Lukas legði sum kunnugt stóran dent á tann søguliga samanhangin, sum hendingarnar viðvíkjandi Jesusi fóru fram í.

Eitt fjós og ein krubba?

Lat okkum so at enda – í hesi syftu – taka Jesu føðistað. “… og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum”, skrivar Lukas evangelistur (2,7). Jesus var sostatt føddur í sama rúmi sum seyður og onnur húsdjór, men eitt fjós var tað neyvan.

Jósef átti helst skyldfólk í Betlehem, og tað kundi ikki hent í teirra mentan, at tey vístu honum frá sær vegna plásstrot. Um tey so ongantíð høvdu hitt hvør annan fyrr; bert hann segði, hvør hann var, høvdu tey latið allar hurðar upp fyri honum og Mariu og gingið teimum báðum til handa.

“Tilhaldshúsið”, har tað ikki var rúm fyri teimum, var mest sannlíkt ikki eitt gistingarhús, men heldur eitt gestakamar hjá skyldfólki í Betlehem.

Flestu familjur tá á døgum búðu í húsum, sum í grundini vóru eitt hampiliga stórt rúm, men í tveimum pørtum. Í neðra búðu húsdjórini, sum vórðu leidd inn um kvøldið. Har var eisini matgerðarstaðurin. Gestir búðu so annaðhvørt í einum plássi aftast í húsinum ella uppi á loftinum. Har familjan búði, vóru vanliga hol í harða gólvinum, fylt við hoyggi, og har ótu djórini.

So nógv skyldfólk eru eftir øllum at døma longu í bygdini, at Maria og Jósef mugu búgva saman við húsfólkinum í sama rúmi sum djórini, og har eigur Maria. Mest natúrliga staðið at leggja ein nýføðing er í eina av hesum lægdum, sum vóru fullar av hoyggi. Tí er myndin allarhelst púra skeiv, av eini ungari familju í einum fjósi, púra einsamøll og uttan nakra umsorgan frá øðrum fólki. Tvørturímóti eiga vit at síggja fyri okkum, at tey so gott sum einki privatlív hava, tí skyldfólk eru allastaðni.

Tað skal tó leggjast afturat, at siðvenjan, at Jesus varð føddur í eini holu, er rættiliga gomul. Føðikirkjan í Betlehem er bygd omaná eina holu, sum verður søgd at vera staðið, har Jesus varð føddur, og sum mong túsundtals ferðafólk og pílagrímar vitja hvørt ár. Evangelistarnir nevna ikki Jesu føðistað nærri. Kirkjufaðirin Justin Martyrur er tann fyrsti, sum nevnir (umleið ár 150), at Jesus varð føddur í eini holu. Justin var sjálvur føddur í táverandi Palestina, og skrivar, at Jósef og Mariu máttu taka til takkar við eini holu nærhendis býnum.


Keldur:

Kenneth E. Bailey, “Jesus Through Middle Eastern Eyes, Cultural Studies in the Gospels”, 2008

Carsten Vang, “Tog Lukas fejl? Folketællingen, der forsvandt” í TEL 2011/4

Greinin hevur áður staðið á trubodin.fo



Onnur tíðindi