Væleydnað tiltøk við Avi Snyder

Føroyavitjanin hjá messianska jødanum, Avi Snyder, ið Ísraelsmissiónin hevði
bjóðað til Føroya, er komin at enda. Nógv fólk kring landið hava hoyrt hansara
greiða boðskap, og nógv eru eisini rørd av hansara talu.

Frá 7. – 13. februar vitjaði amerikanski jødin Avi Snyder, í Føroyum. Hann talaði bæði á
ungdómsmøtum og á møtum, har tað vóru meira tilkomin fólk. Millum annað var hann í
Skálavík, í Havn, í Sørvági, á Skála, í Fuglafirði og í Klaksvík, og uppmøtingin á teimum
ymisku støðunum var sum heild góð.

Avi man eisini hava lagt nakað gott eftir seg, tí fleiri hava givið til kennar, eftir at hava hoyrthann talað, at tey hava fingið nógv gott burturúr.

Á tiltøkunum kunnaði Avi um arbeiði hjá felagsskapinum Jews for Jesus. Sjálvur hevur hann arbeitt sum trúboðari í hesum felagsskapinum í 34 ár. Fyrst í Amerika, síðani í Ukreina,síðani í Moskva, síðani í USA, síðani í Onglandi, síðani í Týsklandi, og síðsta heyst flutti hann til Budapest í Ungarn, har hann er í gongd við at byggja upp hetta nýggja arbeiðið.

Avi er leiðari fyri øllum arbeiðinum hjá Jews for Jesus í Evropa.

Sjálvur nevndi Avi nógv dømi um, at arbeiðið hjá Jews for Jesus ber frukt.

Umframt at kunna um arbeiðið hjá Jews for Jesus, talaði Avi eisini Guds orð. Millum annaðlegði hann dent á, ikki at skammast við gleðiboðskapin, men at vera eitt vitni, og at vera dugnalig at brúka hvørja lagaliga løtu at bera gleðiboðskapin út til næstan – tí at vit vita ikki, hvussu leingi vit hava møguleikan at bera orðið út.

Avi heitti eisini á okkum føroyingar at biðja fyri arbeiðinum hjá Jews for Jesus, og ikki minst at biðja fyri, at jødafólkið má koma til trúgv á Jesus. Hesa áheitan vilja vit eisini bera víðar.

Leiðin hjá Ísraelsfólki úr Egyptalandi

Útferðin hjá ísraelsfólki úr Egyptalandi er ein sera týðandi hending í Bíbliuni. Men hvat sigur fornfrøðin um hetta. Tað viðger henda greinin, sum er eitt framhald av grein hjá Carsten Vang “Ísrael í Egyptalandi”.

Skrivað hevur Carsten Vang, lærari í Gamla Testamenti á Meinigheitsfakultetinum í Århus

Sambært Bíbliuni fylgja ísraelsfólk eini ávísari leið, tá ið teir fara úr Egyptalandi (4 Mós 33,3-8). Men brádliga kemur herur Egyptalands eftir teimum. Men Gud ger eitt stórt undur við Sevhavið (á donskum: Sivhavið) og leiðir fólk sítt turrskødd yvir um havið, meðan egyptiski herurin druknar í sama havinum (2 Mós 14-15).

Higartil hevur tað verið sera trupult at funnið júst ta leiðina, sum ísraelsfólk skal hava gingið, tí at ikki hevur verið gjørligt at staðfesta tey bíbilsku nøvnini. Bíbliuatlas hava teknað ymsar leiðir, og nógvir bíbliuútleggjarar rokna í dag útferðina úr Egyptalandi at vera reinur heilaspuni, tí har hava verið so fá beinleiðis prógv.

Hinvegin hava jarðfrøðis- og bíbliufornfrøðisligar kanningar av økinum síðstu árini kastað avgerandi nýtt ljós yvir tann vegin, jødafólkið kann hava gingið, tá ið tey fóru úr Egyptalandi.
Eysturmark Egyptalands
Millum Egyptalands og Sinaihálvoynna eru tríggir stórir sjógvar. Norðast eru Ballah-sjógvarnir, síðani Timsah-sjógvarnir, og longri suðuri teir sokallaðu Bitter-sjógvarnir. Suezveitin, sum varð liðugtgjørd í 1869, fer gjøgnum hesar sjógvarnar.
Jarðfrøðiskanningar, ið eru gjørdar í nýggjari tíð, vísa, at eysturmark Egyptalands, sá heilt øðrvísi út á tíð Mósesar í mun til í dag. Allir sjógvarnir fevndu um eitt væl størri øki enn nú, og tað landafasta økið var munandi minni. Serliga Suezveitin hevur turkað alt økið.

Í dag eru umleið 40 km frá norðurendanum av Ballah-sjógvunum til Miðalhavið. Millum ár 1000 og 2000 f.Kr. var sera lítið landaøki millum Ballah-sjógvarnar og Miðalhavsstrondina. Bara eitt smalt eiði skilti sjógvarnar frá havinum. Ein grein av Nilen (Pelusium greinin) fer út frá hesum eiðinum. Á hesum áarbakka lá vegurin millum Egyptalands og Kánansland.

Millum teir ymsu sjógvarnar høvdu egyptar grivið breiðar veitir, harav tær elstu ganga heilt aftur til tíð Jósefs. Á Mósesar døgum var eysturmark Egyptalands ein keta av sjógvum knýttir at hvør øðrum við veitum. Framvið veitunum, og ikki minst við markið, vóru sterkir verjuskansar, so egyptar kundu hava eftirlit við, hvør ið kom inn í landið og fyri at tryggja, at eingin trælur flýddi út í Sinaioyðimørk.

Horusvegurin
Tann týdningarmesti vegurin millum Niláarósan og býirnar í Kánaan var tann sokallaði Horusvegurin. Hann byrjaði við tann stóra býin Pi-Ramses (tað bíbilska Ramses) í landnyðringshorninum av Niláarósanum, fylgdi tí smala landøkinum norðanfyri Ballah—sjógvarnar, helt áfram suðureftir og eystur um pollin og fór síðan fram við Miðalhavsstrondini til Gaza. Hetta er týdningarmesti handilsvegurin millum Egyptaland og Miðeystur. Tað var eisini tann leiðin, sum fáraoarnir fylgdu, tá ið teir fóru krígsferðir til Kánaans millum ár 1500 og 1200 f.Kr.
Framvið øllum Horusvegnum til Raphia (núverandi mark millum Egyptaland og Ísrael!) høvdu egyptar 23 sterkar verjiskansar, hvør av teimum við brunnum og eini hermannastøð til at tryggja, at eingir fíggindar skuldu koma eystanífrá. Fleiri av hesum skansum eru nú funnir, og fleiri eru útgrivnir. Serliga Tjarnu (tel Hebua I), sum lá á sjálvum nesinum og ansaði eftir inngongdini til Horusvegin (sí kort), var sera stórur verjubýur. Horusvegurin verður í Bíbliuni kallaður fyri “vegurin til Filistalands” (2 Mós 13,17). Sjálvt um hetta var skjótasti vegur til Kánaans, vildi Gud ikki leiða Ísrael eftir tí vegnum, tí Ísrael vildi møta stóra hernaðarligari mótstøðu á hesum vegnum.
Tey nýggjastu fornfrøðisligu fundini hava staðfest trupulleikarnar við at nýta “vegin til Filistalands”.Ramses
Ísraellittarnir fara úr Ramses (2 Mós 12,37; 4 Mós 33,3.5). Tað er ikki longur ivi um, at tann bíbilski býurin Ramses hevur ligið í Qantir/tel el Dab’a. Býurin mentist sera nógv umleið ár 1600 f.Kr. og vaks enn meir undir tí 18. kongsættini, sum kom til valdið umleið ár 1550.
Um bíbilska dagfestingin er røtt, fór ísraelsfólk út úr Egyptalandi umleið ár 1450 f.Kr. Býurin fekk tó ikki navnið Ramses fyrr enn 200 ár seinni.
Sukkot
Fyrsti steðgurin var í Sukkot (2 Mós 12,37). Navnið merkir “smáttur” og svaraði til tað egyptiska navnið Tjeku. Tjeku lá í wadi Tumilat, í ein útsynning av Ramses. Hesin wadi bant Niláarósan við Timsah-sjógvin longri eysturi. Staðið Tjeku er allarhelst tell el-Maskhuta.

Tá ið ísraelar byrjaðu at fara móti Sukkot, merkir tað, at teir eru farnir beinleiðis í ein landsynning gjøgnum oyðimørkina til wadi Tumilat fyri at fara út móti Timsah-sjónum. Teir fóru sostatt ikki Horusvegin í ein landnyrðing. Hinvegin vildu teir úr Egyptalandi so skjótt sum gjørligt og flýddu gjøgnum oyðimørkina fyri at koma til eystaru útgongdina av Niláarósanum gjøgnum wadi Tumilat.

Etam

Aftaná Sukkot “settu teir sínar búðir í Etam við útjaðaran á oyðimørkini” (2 Mós 13,20). Hvar Etam hevur verið, vita vit ikki. Helst hevur tað verið í eystara enda av wadi Tumilat, ikki langt frá Timsah-sjónum.

Tey vendu um
Tann einfaldasti vegurin út úr Egyptalandi hevði verið at farið norður um Timsah-sjógvin og hildið eystureftir. Ein breið veit millum Timsah og Ballah-sjógvarnar gjørdi tað tó trupult at fara tann vegin.

Tað er hugkveikjandi, at Gud sigur við Móses, at ísraelittarnir skulu “snúgvast um” (2 Mós 14,2; 4 Mós 33,7). Hetta má merkja, at ísraelittar ikki bara rættaðu kósina, so hon fór longur suðureftir, men at tey fóru øvutan veg í mun til tað, tey vóru komin. Tað vil siga, at tey fóru norðureftir móti Ballah-sjónum.

Tað er áhugavert, at ein heryvirmaður 250 ár seinni fer eftir tveimum trælum, sum eru flýddir úr Ramses. Í síni frágreiðing skrivar hann, hvussu hann fór eftir trælunum frá Ramses til Tjeku (Sukkot) og síðani víðari eystureftir, til hann fekk boð um, at teir vóru vendir við og vóru flýddir norðureftir gjøgnum oyðimørkina. Teir flýddu trælirnir fóru sostatt sama veg, sum ísralittar áður vóru farnir.

Pi-Hákirot
Ísraelittar fingu boð um at seta tjøldini við Pi-Hákirot (2 Mós 14,2.9).
Orðið kann merkja “áarósin við veitina”, og kann sipa til tað staðið, har ein veit ella ein á hevur runnið út í eitt størri vatnøki. Av hesum kunnu fleiri støð við Ballah-sjógvarnar koma á talu. Navnið kann eisini sipa til munnan á Nilánni á smala eiðinum.
Tað ósamsvarandi er, at 2. Mósebók 14,2 og 9 nevna trý onnur støð, sum vóru í eygsjón av Pi-Hákirot. Teir skuldu seta búðir sínar “millum Migdols og havsins áraka Báal-Zefon”. Einki annað stað á vegnum til Kánaan hevur eina so neyva lýsing, sum tað staðið, har ísraelittarnir steðgaðu, áðrenn teir fóru yvir um Sevhavið. Rithøvundurin sær út til hava havt eitt heilt serligt stað í huganum, sum var týðandi at kenna fyri at skilja gongdina víðari.

Einki av hesum trimum støðunum kunnu staðfestast við okkara núverandi vitan. Ein egyptiskur tekstur frá 1250 f.Kr. umtalar tó trý av hesum fýra nøvnunum í samanhangi við landsynningsmarkið hjá Egyptalandi, nevnliga Sevhavið, “Báals vøtn” og Pi-Hákirot. Tað er nógv, ið peikar á eitt stað vestanfyri Ballah-sjógvarnar.

Sevhavið

“Havið” í 14,2 kann vísa til Miðalhavið, sum lá norðanfyri Ballah-sjógvarnar. Aðrastaðni í kapittul 14 er “havið” tó ein styttting fyri “Sevhavið”, sum ísraelsfólk ganga turrskødd yvirum. Í 10,19 stendur, at ein sterkur vestanvindur tók ongspretturnar og floymdi teimum út í Sevhavið. Ballah-sjógvarnir liggja beint eystanfyri býin Ramses.

Eldri bíbliuumsetingar (eisini tær føroysku) kalla tað havið, sum ísralittar fóru yvirum, fyri Reyðahavið, men hebraiska orðið jam sûf merkir orðarætt “siv-havið”. Egyptar høvdu eitt líknandi navn, og tað sær út til at vera brúkt um tað tá stóra vatnøkið, sum í dag verður kallað Ballah-sjógvarnir.

Migdol
Egyptiskar keldur frá tíðini eftir útferðini úr Egyptalandi nevna eitt Migdol (“skansi”) sum byrjanin á Horusvegnum, beint eftir Tjaruskansan.
James Hoffmeier, sum sjálvur grevur út ein skansa millum Tjaru og Migdol (nevniliga el-Borg), heldur, at eitt stað eystanfyri Tjarnu og sunnanfyri tað gomlu lagununa, nevnd T-78, kundi vera tað bíbilska Migdol. Tað er tó ikki vorðið grivið út enn.
Báal-Zefon er kanska tel Defenneh, sum liggur beint vestanfyri Ballah-sjógvarnar, men sum heldur ikki eru grivnir út enn.

Egyptiskar keldur frá 1450-1200 f.Kr. nevna sostatt bæði eitt Migdal og Sivhavið í samband við Horusvegin og Ballah-sjógvrnar, í sama øki sum 2. Mósebók 14,2 sær út til at skriva.

Undrið

Tað er ikki løgið, at ísraelsfólk gjørdist ræðslusligin, tá ið tey sóu herin hjá Fárao koma móti teimum (2 Mós 14,10).
Framman fyri sær høvdu tey Ballah-sjógvarnar, á vinstru síðu var tann stóri Tjarnuskansin á smala eiðinum. Tann vegurin var stongdur. Aftanfyri var Miðalhavið, og í ein útsynning sóu tey Báal-Zefon. Og sunnanífrá kom herurin hjá Fárao við øgiligari ferð. Tá ið Gud á undrunarverdan hátt opnaði ein veg gjøgnum vatnið í Sevhavinum, upplivdu Ísrael eina nógv størri bjarging enn páskanátt nakrar vikur áðrenn. Ísrael upplivdi Guds stóra, sterka og útrætta arm, sum Móses sigur tað í 5. Mósebók 11,3-4.
Niðurstøða
Gjøgnum tey nýggjastu fornfrøðisligu fundini hava vit fingið eina greiðari mynd av leiðini, sum ísraelsfólk gingu úr Egyptalandi. Og eisini av staðnum “undurið við havinum”. Sjálvt um nógvir spurningar framvegis eru ósvaraðir, byrjar tann bíbilska frágreiðingin um leiðina at geva meining.

Frágreiðingin um veg Ísraels út úr Egyptalandi er ikki reinur heilaspuni, men júst í tí søguliga og landafrøðiliga staðnum, sum hon skrivar um.fj týddi

Um Gud nú veruliga er til

Hann vaks upp í tí ateistiska Sovjetsamveldinum. Kortini læt mamma hansara hann doypa, tí hon hugsaði, hvat nú um Gud veruliga er til.

 

Jødiski Alexey Vitlievitch Shepelёv fór sum ungur á bókasavnið og lænti har bøkur við ateistiskum innihaldi – at lesa øll bíbliuversini, sum har stóðu endurgivin til tess at mótprógva kristindóminum.

Ein vanlig sovjettisk familja
– Hvussu var at vaksa upp í eini jødiskari familju?
– Mamma mín er jødi, og pápi mín er russi, men hvørgin av teimum hevði serliga stóran áhuga fyri átrúnaði. Vit hildu ikki tær jødisku hátíðirnar, hildu ikki sabbat, og vit vóru ikki í sýnagoguni. Tað vil siga, at vit vóru sum flest aðrar sovjettiskar familjur.

Mamma mín var tó greið yvir sínar jødisku røtur, sjálvt um hon royndi at krógva tað fyri mær. Eg var 15 ára gamal, tá ið eg fann út av, at eg eg var jødi. Í fyrstuni hevði eg bara eina hóming av hesum.
Men so fór eg veruliga at spyrja. At enda segði omma mín, at so var. Eg visti longu tá, at fosturpápi mín var jødi.

Misti foreldrini í ferðsluvanlukkum
– Fosturpapi?
– Ja, veruligi pápi mín doyði í eini ferðsluvanlukku, tá ið eg var fimm ára gamal. Mamma giftist einum verðsligum jødiskum manni. Tá ið eg var 15, doyði mamma mín eisini í eini ferðsluvanlukku. Tvey ár seinni flutti fosturpápin til Evropa, og eg vaks upp hjá ommu míni.
Men áðrenn mamma doyði, fekk eg sagt henni um Jesus.

Lagdur undir skurð og doyptur
– Tú fortaldi henni um Jesus… hvussu hongur tað saman, tú vaks jú upp í eini ateistiskari jødiskari familju?
– Ok, lat okkum byrja við byrjanini…

Tá ið eg var lítil, hevði eg ein hjartafeil, og mátti leggjast undir skurð. Hetta var viðføtt, men eg mátti bíða í níggju ár, áðrenn teir vildu leggja meg undir skurð. Tað var ein so mikil álvarsom skurðviðgerð, at tey ikki vistu, um eg fór at klára tað. Og sjálvt um mamma ikki hevði áhuga fyri átrúnaði, so ynskti hon tó, at eg skuldi doypast, tí hvat nú, um Gud veruliga er til… So hon spurdi seg fyri hjá vermóðrini, um hon í loyndum kundi seta seg í samband við ein prest fyri at doypa meg.

Tað mátti gerast í loyndum, tí at øll, sum vórðu doypt, ella vórðu kirkjuliga vígd, máttu skráseta seg í russisku-ortodoksu kirkjuni, sum gav allar upplýsingar víðari til KGB. Hesin presturin lovaði einki at siga víðari til myndugleikarnar. Hetta var fyrstu ferð, eg var inni í eini kirkju, og eisini fyrstu ferð, eg hoyrdi nakað um Jesus. Í grundini var tað nokk so løgið – øll liturgiin var á gomlum kirkjuslaviskum – eitt mál, ið eg einki skilti av.

Eg haldi, tað má hava verið Heilagi Andin, sum læt upp oyru míni, so at eg hoyrdi og skilti tað, ið tey søgdu. Tey lósu millum annað frásøgnina, tá ið Jesus gekk á vatninum, og fyri ein níggju ára gamlan drong sum meg, var tað sera spennandi at hoyra. Eg tók alt til mín, sum har varð sagt. Eg hugsaði, at hesin maðurin mátti vera nakað út um tað
vanliga.

Tá ið eg nakrar vikur seinni skuldi leggjast undir skurð, bað eg fyri fyrstu ferð í mínum lívi. Eingin hevði lært meg at biðja, so eg segði bara: “Gud, um tú ert til, og um tú hjálpir mær gjøgnum hetta, so lovi eg, at eg skal tæna tær restina av lívinum”. Tað var bara 20 prosent møguleiki fyri, at eg fór at yvirliva skurðviðgerðina.

Gud gjørdi sín part av arbeiðinum, so nú var tað upp til mín at halda tað, ið eg hevði lovað. Eg hevði ikki hóming av, hvussu eg skuldi tæna honum. Eg hevði bara sæð ein prest í øllum lívinum, og eg hugsaði, at tað mátti vera at tæna Gudi.

Í skúlanum royndi eg at finna átrúnaðarliga bókmentir, men tað var strangliga bannað at hava bíbliur og kristnar bøkur, so tað var ikki lætt at fáa allar spurningarnar svaraðar. Men so fann eg upp á ráð. Eg fór á bókasavnið og lænti bøkur um ateismuna.

Las bíbliuvers í ateistiskum bókmentum
– Ateistiskum?
– Ja, har fann eg bíbliuvers, sum vóru endurgivin fyri at grundgeva móti kristindóminum. Eg kundi lesa næstan alla Bíbliuna á henda hátt. Tað vóru fleiri, ið høvdu funnið út av hesum, og tey vitjaðu eisini dúgliga á bókasavninum. Í trý ár gjørdi eg á henda hátt og lænti allar tær ateistisku bøkurnar, eg kundi finna, fyri at fáa møguleikan at lesa í Bíbliuni.

Í 1984 sá eg fyri fyrstu ferð eitt Nýggja Testamenti. Tá hátíðarhildu tey, at tað vóru 1000 ár, síðan Russland varð kristnað, og í tí sambandi avgjørdi tann sovjettiski staturin, at teir skuldu prenta 1000 Nýggja Testamenti. Tað eydnaðist mammu onkursvegna at fáa fatur í einum av hesum Nýggja Testamentunum. Hon gav mær tað og segði, at “nú kanst tú sjálvur lesa og síggja, at hetta bara er nakað tvætl!”. Hetta fekk meg at gerast enn forvitnari, so eg skrivaði av alt Jóhannesar evangeliið við hond.

Eitt ár seinni flutti eg til St Pætursborg, har eg møtti nøkrum persónum, sum høvdu
protestantiskar røtur. Eg var sera ivandi í fyrstuni, tí eg var vanur við ortodoksan kristindóm.

Men vit lósu í Bíbliuni og høvdu orðaskifti um tað, ið vit høvdu lisið. Seinni fór eg aftur til
Moskva, og har upplivdi eg eina serliga trongd at tosa við mammu um evangeliið. Bara
nakrar fáar mánaðir seinni doyði hon í eini ferðsluvanlukku. Kvøldið fyri, hon doyði, segði hon við meg: “Kanska tú kortini hevur rætt við hasum Jesusi.” Dagin eftir fór hon til arbeiðis, og hon kom ongantíð heimaftur.

Hann og konan tóku móti Jesusi
Hvussu kláraði tú hetta?
– Tá ið hon doyði, áklagaði eg tann kristna gudin, at hann tók mammu, áðrenn hon varð doypt. Eg visti tó, at eg ikki kundi liva uttan eina trúgv, so eg byrjaði at leita eftir mínum jødisku rótum. Eg fór í sýnagoguna, lærdi í Yeshivaini (jødiskur skúli) og umhugsaði at gerast ortodoksur jødi. Eg gjørdist ein virkin sionistur og ætlaði at fara til Ísraels.

Tað var í hesum umhvørvinum, at eg møtti Onnu, sum seinni gjørdist kona mín. Hon hevði eisini jødiskar røtur, men var meiri opin fyri kristnu trúnni, enn eg var tá. Hon hevði ein lívsstíl sum hippiarar høvdu, og hon helt, at Jesus var kul. Vit høvdu nógv orðaskifti um hetta evnið; og tveir mánaðir eftir okkara brúdleyp, løgdu vit okkum á knæ í okkara íbúð og góðu okkara lív til Jesus.

Tá høvdu vit ikki tosað við nakran prædikumann ella verið í nakrari kirkju. Tað vóru bara vit bæði. Hvørgin av okkum visti nógv um kristindómin, men nú var tað í øllum førum lættari at fáa fatur í eini Bíbliu. Vit royndu at finna eitt messianskt kirkjulið í Moskva, men har var einki tá. Eftir at hava leitað runt, valdu vit at vera í eini lutherskari kirkju.

Í dag er Alexey prestur í hesi kirkjuni í Moskva, har umleið 30 prosent av limunum hava jødiskar røtur.

Hvør kundi trúð, at ein jødiskur drongur, uppvaksin í eini vanligari sovjettiskari familju, ein dag skuldi finna Jesus í ateistiskum bókmentum á bókasavninum. Guds vegir eru ikki okkara vegir.

Guro Kvakestad hevur skrivað. Greinin stóð í Misjonsblad for Israel, nr. 3, 2011. FJ týddi.

Return to sender

Herfyri vitjaði messianski jødin, Jeffrey Bernstein, í Føroyum. Hóast hann óivað kundi nýtt fitt av tíð at sagt frá, hvat hann hevur upplivað ymsastaðni í heiminum, so var tað ikki hetta, hann brúkti tíðina til. (Sambært heimasíðu hansara, so hevur hann tó upplivað nógv, sum hann kundi greitt frá).

Ístaðin nýtti hann fitt av tíð at greiða frá, hvaðani vit føroyingar hava fingið gleðiboðskapin… nevniliga frá jødunum… og at okkara uppgáva er at bera teimum henda fantastiska gleðiboðskapin aftur.

Men tað hava nógv av teimum kristnu gloymt, vísti hann á.

Tað skuldi annars verið so sera einfalt. Tey, ið vit hava fingið nakað sera, sera gott frá, minnast vit. Og teimum ynskja vit vanliga eisini at geva nakað gott aftur.
Men hví er tað ikki soleiðis við evangelinum?

Tað besta, vit hava fingið frá nøkrum, er Jesus. Hann hava vit fingið frá jødafólkinum. So skuldi tað eisini verið okkara skylda at givið teimum tað besta aftur – nevniliga Jesus. Return to sender!

Hóast Jesus virkaði millum og talaði til sítt egna fólk, so var tað tó tann størsti parturin av teimum, ið ikki tóku ímóti honum. Hetta harmaði Jesus stórliga, og hann græt um tey. Paulus harmaðist eisini stórliga, at hansara egnu jarðisku brøður og systrar ikki tóku ímóti Jesusi.

Men hóast tey ikki tóku móti Jesusi, ið jú var teirra Messias, so helt Jesus tó ikki uppat at bera jødunum gleðiboðskapin. Hann gjørdi tað, heilt til hann fór upp til himmals. Paulus helt eisini á at bera jødunum gleðiboðskapin, tí at hann visti, at tað er bara við at hoyra gleðiboðskapin, at tey kunnu koma til trúgv á Jesus.

Framvegis í dag, næstan 2000 ár seinni, er tað bara ein evarska lítil partur av jødafólkinum, ið vita, hvør Jesus er, og sum hava tikið móti honum sum teirra frelsara. Ein evarska lítil partur.

Men hvussu við okkum kristnu í dag? Hava vit somu mannagongd, sum Jesus og Paulus høvdu, ella hava vit – eins og nógv onnur kristin kring heimin – gloymt okkara bíbilsku skyldu, nevniliga at bera jødunum gleðiboðskapin?

Í dag eru bara umleið 12 – 15.000 jødar í Ísrael, sum trúgva á Jesus. Og tað er av einum fólkatali uppá góðar 6 milliónir. Teir flestu jødarnir hava ongantíð hoyrt boðskapin um Jesus. Teir kenna ikki tann Messias, sum Gamla Testamenti boðar.

Lesið samrøðuna við Jeffrey Bernstein, eins og annað tilfar um Ísraelsmissión í Shalom-Blaðnum, ið liggur sum eykablað í Trúboðanum hesaferð.

Latið okkum bera tað besta, vit hava fingið frá jødunum, Jesus, aftur til jødarnar. Return to sender!

Frants Jensen

Heilagt blóð, heilagur kalikur

Í sambandi við bókina “Da Vinci Mysteriet” hjá Dan Brown, hevur ein 24 ára gomul bók við heitinum “Hellig blod, hellig gral”  brádliga fingið sera stóra nógva umtalu. Tað verður sagt  á baksíðuni á hesi bókini “at hetta er bókin, sum “Da Vinci Mysteriet” er bygd á”, og at hon er “tann mest ristandi avdúkingin tey síðstu 2000 árini”. Bókin sigur seg at vera grundað á søguliga gransking og vitan um Nýggja Testamenti og fornkirkjuna.

Karl Olav Sandnes, professari í Nýggja Testamenti, og Oskar Skarsaune, professari í kirkjusøgu, (báðir norðmenn) meta her um bókina “Hellig gral, hellig blod”, hjá rithøvundumum Michael Baigent, Richard Leight og Henry Lincon.


Søgan

Í 12. øld gingu søgur í Evropa, at Jósef úr Arimateu hevði savnað nakað av Jesu blóði, tá ið hann tók Jesus niður av krossinum. Hetta hevði hann savnað í kalikin, sum varð nýttur undir heilagu kvøldmáltíðini. Hesin kalikur varð kallaður tann heilagi gralurin (gral er tað útlendska orðið, vit nýta orðið kalikur.

Rithøvundarnir av “Hellig blod, hellig gral” vilja tó vera við, at tað er misskilt, og at tað ikki er kalikurin, sum er gralurin, men hinvegin Jesu kongaliga blóð, sum varð arvað gjøgnum ættina frá Mariu Magdalenu, víðari gjøgnum Merovingar-kongsættina og fram til tey, sum í dag umboða kongsættina.

Jesus skuldi hava gift seg við Mariu Magdalenu, og fekk barn við henni. Teirra hjúnalag var byrjanin til eina stóra kongsætt (dynasti, el. fúrstaætt). Familjan hjá Jesusi fór saman við Lásarus, Mariu Magdulenu, Martu, Jósef úr Arimateu og nøkrum øðrum til Marseille í Fraklandi. Um Jesus sjálvur var við, er eitt sindur óvist.

Gralsøgurnar eru um blóð. Sambært rithøvundunum var tað Maria Magdalena, sum fekk Jesu sáð í lívmóðurina, og sum tí førdi Jesu blóð víðari, og hon gjørdist mamma til eina stóra kongsætt. Henda ættin verður førd víðari í fronskum kongsættum í miðøldini. Felagsskapurin “Priory of Sion” í Fraklandi situr við tí endaliga próvnum fyri hesi søguni, men hesi prógvini hava rithøvundarnir tó ikki sæð. Bókin endar við vón um frið í heiminum; og tað kann bara fáast, tá ið hesin felagsskapurin leggur kortini á borðið. Tá er Jesu kongsdømi uppfylt, og Jesu eftirkomarar skulu ráða í hesum kongsdøminum, bæði andaliga og politiskt. “Priory of Sion” skal hava ein lyklaleiklut í hesum ríkinum.

Marknaðarføring
“Hellig blod, hellig gral” er marknaðarførd sum “Bókin, sum “Da Vinci Mysteriet” er grundað á”, og sum “tann mest ristandi avdúkingin síðstu 2000 árini”. Báðir hesir setningarnir standa at lesa á baksíðuni, og teir siga rættiliga nógv um útgevararnar av “Da Vinci Mysteriet” og “Hellig blod, hellig gral”, sum er forlagið Bazar (í Norra). Bókin sigur seg at vera grundað á søguliga gransking og vitan um Nýggja Testamenti og fornkirkjuna.

Tá ið Da  Vinci Mysteriet var marknaðarførd á norska marknaðinum, varð hon umtalað sum “eitt meistaraverk av research”. Tá ið forlagið nú gevur út bókina, sum Da Vinci Mysteriet byggir á, avdúkar forlagið, at tað sera góða research-arbeiði, sum rithøvundurin av “Da Vinci Mysteriet” hevði gjørt, var at lesa “Hellig blod, hellig gral”. Tað vitnar tí ikki bara um tað stóra kunningarloysið, men eisini um sera stutt minni. “Hellig blod, hellig gral” kom út á enskum í 1982, og skuldi vera “tann mest ristandi avdúkingin síðstu 2000 árini” hevði ikki meir enn 20 ár um at vera fullkomiliga gloymd.

Hesaferð fer tað helst at taka enn styttri tíð. Tí at hesar bøkurnar kann ein seriøsur lesari als ikki taka í álvara.

Nýggja Testamenti og Konstantin keisari
Savningin av skriftunum í Nýggja Testamenti eru sambært rithøvundunum eitt úttrykk av kirkjunnar kúgan av øðrvísihugsandi. Hetta er eisini teirra frágreiðing um, at søgan um, at Jesus giftist og hansara eftirkomarar er fullkomuliga ókend í fornkirkjuni.

Frágreiðingin, er, at allar keldurnar, sum høvdu hesa søguna við, vórðu burturbeindar av Konstantin Keisara og hansara kirkju á kirkufundinum í Nikea í árinum 325 e. Kr.
Tað, sum rithøvundarnir her gera, er, at teir finna uppá tvey søgulig “fakta”, sum eru treytað av hvørjum øðrum, men sum bæði eru fullkomiliga uttan keldugrundarlag í forntíðini. Fyrst siga teir, at tað eru søgur um Jesu eftirkomarar. So halda teir uppá, at tá ið hetta ikki kann váttast út frá keldum í fyrstu øldunum, er tað tí, at keldurnar, sum søgdu hesar søgurnar, vórðu tileinkisgjørdar av maktkirkjuni hjá Konstantin. Eingin av hesum pástandunum hevur nakað keldugrundarlag.Tað, sum rithøvundarnir her gera, kann samanberast við fylgjandi: Eg pástandi, at ein svørt ketta situr í stólinum hjá mær. Tá ið ein gestur mótmælir, og sigur, at hann ikki sær nakra kettu, sigi eg, at tað er tí, at eitt trøll hevur gjørt hana ósjónliga.Tað er púra greitt, at við eini tílíkari mannagongd, kanst tú prógva næstan hvat sum helst. Tað er eisini heilt greitt, at eingin søgufrøðingur, sum veruliga er søgufrøðingur, hevur kunna tikið hesar rithøvundarnar í álvara.

Søguliga er tað tó greitt, at hvørki Konstantin ella kirkjufundurin í Nikea hevði nakað sum helst við nakra avmarking av skriftunum í Nýggja Testamenti at gera. Rithøvundarnir “avdúka” tó, at teir heldur ikki eru heilt vísir í hesum, tí á síðu 399 skaða teir seg sjálvar við at siga, at tað var kirkjufaðirin Ireneus, sum avmarkaði Nýggja Testamenti (í 180-árunum e. Kr.).

Hetta seinasta kemur tó søguliga sannleikanum væl nærri, men heldur ikki tað er rætt. Hvørji skrift  skuldu við í Nýggja Tesamenti, og hvørji ikki komu, varð ongantíð viðtikið á nøkrum kirkjufundi ella av nøkrum einstøkum persóni, men var úrslitið av eini drúgvari tilgongd (prosess), har nógvar meinigheitir í allari kirkjuni vóru við í myndini, og har útveljingarkrøvini fyri, hvat var tikið við vóru opin, og sera skynsom: Skrift frá fyrstu øld e. Kr., sum vórðu skrivað av ápostlum ella teirra samstarvsfeløgum, vórðu roknað fyri at vera trúlig.

Onnur skrift, brøv ella “evangelii”, sum vórðu skrivað seinni, vórðu ikki tikin við, annaðhvørt tey vóru í samsvari við skriftirnar í Nýggja Testamenti ella ikki. Henda tilgongd var í høvuðsheitum liðug langt áðrenn Konstantin, og langt áðrenn hansara “maktkirkju”. Tað var pínslarváttar-kirkjan, og ikki makt-kirkjan, sum gav okkum Nýggja Testamenti. Og pínslarváttar-kirkjan hevði onga stóra makt, sum kundi útrudda og kúga onnur skrift.

Hvørji onnur skrift, sum funnust í 2. og 3. øld e. Kr., vita vit í grundini rímiliga nógv um. Heldur einki av teimum sigur nakað um, at Jesus møguliga skuldi havt kjøtligar eftirkomarar. At rithøvundarnir her mótsiga sær sjálvum, og ikki hava yvirlit yvir teir ymsu pástandirnar, er hetta ikki bara eitt einstakt dømi um. Sambært rithøvundunum var tað ikki fyrr enn á kirkjufundinum í Nikea í 325 e. Kr. at tað varð avgjørt, at Jesus var gudómligur. Rithøvundarnir hava her eftir øllum at døma gloymt, at teir á síðu 397 søgdu, at tað var Paulus (í 50-árunum e. Kr.) sum í sínum brøvum gjørdu Jesus til Gud!

Rithøvundarnir halda uppá, at tað var meðan Konstantin ráddi (altso tey fyrstu tíggjuárini av 300-talinum) at tað fór fram ein stór útreinsan av øðrum skriftum, og at skriftini, vit nú hava í Nýggja Testamenti, vóru fyri stórum sensuri og umskriving. Rithøvundarnir sýnast at vera ókendir við tað grundleggjandi fakta, at so gott sum øll skriftini í Nýggja Testamenti eru varðveitt til henda dag í handskriftum, sum eru skrivaðar fleiri tíggjuár áðrenn ár 300, altso langt áðrenn Konstantin skal hava sensurerað. Tað er teksturin í hesum handskriftunum, sum komu langt fyri Konstantin, sum í høvuðsheitum eru grundarlagið undir bíbliuumsetingum – eisini í dag.

Doyði Jesus á krossinum?
Baigent & co (rithøvundarnir av “Hellig blod, hellig gral”) eru rímiliga vísir í, at Jesus ikki doyði á krossinum, og at hann livdi minst 15 ár eftir krossfestingina. Men teir eru greiðir yvir, at tær keldurnar, sum teir her byggja á, eru so seinar og óálítandi, at teir vildu gjørt tað trupult fyri seg sjálvar, um teir gjørdu ov nógv burtur úr hesum. Teir hava heldur heilgarderað seg við ábendingini at Jesus kanska doyði á krossinum kortini, men at hann hevði ein son áðrenn krossfestingina, nevnliga Barabbas!

Rithøvundarnir hava eisini eitt annað ástøði, og tað sigur, at Jesus yvirlivdi krossfestingina. Heldur ikki í hesari útsøgn hava teir nakað sum helst keldugrundarlag.

Til endans
Nakrir av ummælarunum av “Da Vinci Mysteriet” og “Hellig blod, hellig gral” eru atfinningarsamir viðvíkjandi kirkjuni og kristindóminum. Teir eru tó fakfólk innan søgu og fornkirkju, og hava mett hesar bøkurnar at vera vísindaliga og fakliga ódugandi. Hesir ummælarar hava stóran heiður uppibornan, at teir leggja egnar meiningar til síðis og ístaðin gera niðurstøðu út frá fakligum grundarlagi.

Frants Jensen

Via Dolorosa og Via Amorosa

2 Korintbræv 5,21
Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu vera Guds rættvísi í honum.
Tey flestu hava hoyrt um Via Dolorosa, líðingarvegin, ið Jesus gekk út á krossin. Vit eru eisini fleiri, ið hava gingið tann tronga og krókuta vegin í Gamla býnum í Jerúsalem, har rópandi sølumenn bjóða fram sína vøru. Tað var ikki júst soleiðis, vit høvdu ímyndað okkum, at Jesu líðingarvegur var.
Via Dolorosa verður vegurin nevndur. Hetta er fyri at minnast, hvat Jesus mátti líða, tá ið hann ikki bara tók krossin á sínar herðar, men allar syndir mannaættarinnar.
Líðingina merkti hann á sínum egna kroppi. Hann var húðflongdur, hann var sligin, hann var háðaður, hann var órættvíst viðfarin, hann læt seg festa á krossin.Ein einasti syndafríur
Kanna vit umstøðurnar nærri, var tað ikki hetta, ið Jesus hevði uppiborið. Jesus hevði jú livað eitt fullkomið lív, hann gekk um og gjørdi væl, hann hjálpti teimum, ið vóru í neyð, hann gjørdi sjúk frísk, hann troystaði tey, ið vóru sorgarbundin, hann talaði góð orð, og hann gjørdi ongum nakað ilt. Øvut øllum øðrum menniskjum, ið hava livað, teimum í liva í dag, og teimum, ið koma at liva her á jørðini, so gjørdi Jesus ikki nakra synd. Hann livdi eitt fullkomið lív. Ja, synd var ikki funnin í honum.

Eingin av okkum kann siga, at vit hava livað eitt lív uttan synd. Eingin. Vit gera øll ímóti Guds boðum. Eingin er syndafríur. Sjálvt ikki um tey eita Dalai Lama ella Móðir Theresa, kunnu tey siga, at tey eru syndafrí.

Eingin uppfyllir Guds krøv
At vit ikki kunnu siga okkum at vera syndafrí, er av tí einfaldu orsøk, at tað eru ikki menniskju, ið hava sett reglurnar, hvat er synd, og hvat ikki er synd, men bíbliunnar Gud. Hann hevur ein heilt annan ‘standard’ enn vit menniskju, og synd kann ikki vera í hansara nærveru. Tí rak hann Ádam og Evu úr Edens urtagarði.

Gud dugdi tó at síggja, at tað var einki menniskja, ið kundi liva upp til tey fullkomnu krøvini, sum hann setur, fyri at nærkast honum aftur. Hóast fleiri royndu at yvirhalda boðini, so væl sum tey megnaðu, so var tað tó als ikki gott nokk – tí at Gud kravdi fullkomuleika.

Guds bjargingarætlan

Gud vildi tó ikki lata tey menniskju, ið hann hevði skapað í síni mynd, fara ævigt burtur frá sær. Hann setti tí í gongd sína egnu bjargingarætlan. Tað, sum menniskjað ikki kláraði at uppfylla, mátti hann sjálvur uppfylla. Hann sendi tí sín einkarson, Jesus, til jarðar og læt hann føða av Mariu moy. Øvut øllum øðrum menniskjum, var hann føddur uttan arvasyndina. Hann var jú Gud. Samstundis var hann eisini satt menniskja. Ikki helvt um helvt, men 100% Gud og 100% menniskja. Hetta er ikki logiskt og kann vera fullkomuliga óskiljandi, men okkara Bíblia lýsir tað soleiðis.
Vit menniskju eru syndarar, og Gud hevur strangar reglur, sum siga, at synd kann ikki vera í nærveru Guds. Tí eiga vit ikki at hava atgongd til Guds. Vit eiga at vera rikin burtur frá honum.
Men Gud hevði eina bjargingarætlan. Ístaðin fyri at vit skuldu liðið undir Guds dómi, so læt hann sín egna son, Jesus, líða undir Guds dómi.

Jesus var annars tann einasti, ið átti at gingið fríur undan dóminum, tí at hann hevði jú ikki syndað. Men Gud læt dómin falla á hann ístaðin. Onkur mátti líða fyri Guds vreiði yvir syndina. Ístaðin fyri, at eg og tú skuldu liðið, so læt Gud sín egna son líða undir dóminum.

Býtti um pláss
Jesus, tann rættvísi, leið fyri syndina. Hann býtti um pláss við okkum. Hann tók syndina á seg, men samstundis gav hann eisini okkum sín fullkomuleika, sína rættvísi.

Gud gjørdi tann, sum ikki visti um synd (Jesus), til synd mína og tína vegna, fyri at eg og tú skuldu fáa Jesus rættvísi, og soleiðis kunna standa framman fyri Gudi, sum um vit vóru syndafrí.
Í kærleika 
Jesus varð dømdur av Pilatusi, og hann var krossfestur av rómverjum, men tað var Gud, sum læt hann líða og doyggja. Tað var Gud, sum í sínum kærleika til okkum menniskju, læt Jesus doyggja, fyri at vit ikki skulu doyggja (og her er altso talan um tann æviga deyðan burtur frá Gudi).
Jesus doyði, men hann var sterkari enn deyðin, og tríggjar dagar seinni reis hann uppaftur, og vann sostatt sigur á deyðanum.
Via Dolorosa
Jesus mátti ganga Via Dolorosa, líðingarvegin, fyri okkara skuld. Hann sveittaði blóð fyri mína skuld, hann bað fyri mína skuld: “Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó ikki vilji mín, men tín!” (Luk 22,42). Hann læt hermenninar húðflongja seg, fyri tína og mína synd, hann segði á krossinum fyri mína skuld: “Tað er fullgjørt!”
Tað var ein svárur líðingarvegur hjá Jesusi.Via Amorosa
Men samstundis sum tað var ein Via Dolorosa, ein líðingarvegur, hjá Jesusi, so var tað eisini ein Via Amorosa, ein kærleiksvegur. Amor kenna vit sum úttrykk fyri orðið kærleika – tað orðið, ið ofta verður brúkt, tá ið tvey eru forelskað. Tá ið amor er í luftini, so vil ein gera alt fyri sín elskaða.

Soleiðis var eisini við Jesusi. Hann vildi gera alt fyri sín elskaða – teg og meg. Av kærleika til tín og mín, tók hann krossin á seg, og bar hann fyri meg. Av kærleika til tín og mín læt hann seg festa á krossin. Hann læt sítt lív á krossinum av kærleika til tín og mín.

Alt fyri teg og meg

Via Dolorosa hjá Jesusi var eins nógv ein Via Amorosa. Tað var ikki bara ein líðingarvegur. Tað var minst líka nógv ein kærleiksvegur, Jesus gekk fyri teg og meg. Tað var kærleikin, ið dreiv hann. Kærleikin til sín elskaða.

Tað er ikki løgið, at Via Dolorosa í Jerúsalem av og á eisini verður nevndur Via Amorosa. Líðingin og kærleikin hanga nevniliga saman. Hann leið, tí at hann elskaði, og av tí at hann elskaði, so leið hann. Alt fyri teg og meg.

Frants Jensen

×