Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi er í løtuni volontørur hjá Ísraelsmissiónini á Ebenezerheiminum í Haifa í Ísrael. Ebenezerheimið er eitt ellisheim, har fólk úr nógvum ymiskum londum búgva. Her greiðir Karen frá lívinum sum volontørur og frá arbeiðinum á Ebenezerheiminum.
Hey øll har heima!
Nú havi eg verið her á Ebenezerheiminum í Haifa í tríggjar mánaðir. Eg má siga, at tíðin gongur sera skjótt. Tá ið eg fór, var meiningin, at eg skuldi verða her í seks mánaðir, men eg fekk visa til eitt ár, og eg havi nú avgjørt at verða her í eitt ár. Eg var sera væl móttikin bæði av starvsfólkum og búfólkum.
Vit eru eitt í Jesus Messias
Nakað, sum er nýtt fyri meg á hesum túrinum í Ísrael, er, at eg møti fleiri við arabiskum uppruna, enn eg havi gjørt fyrr. Bæði millum starvsfólk og búfólk.
Ein setningur, sum eg hoyrdi ein av teim fyrstu døgunum, eg var her, var: “ Vit eru eitt í Jesus Messias!” Hetta hoyri eg bæði frá starvsfólkunum og búfólkunum.
Hesin setningur verður sera sterkur, tá ið eg veit, at fyri nógv fólk í hesum landi, eisini trúgvandi, kann tað vera ringt at liva saman. Men her á Ebenezerheiminum upplivi eg, hvussu tey liva hendan veruleikan: í Jesusi!! eru vit eitt. Hóast okkara uppruna sum jødar, arabar ella kristin.
Tosaði ein dagin við skrivstovudamuna, sum er arabi, um hetta. Ja, segði hon, tað er ikki altíð líka lætt, men í Jesusi er alt gjørligt!
Les meira her.