Til dagligt er tað bara eit lítið tal av grannunum hjá Immanuelskirkjuni í Tel Aviv, ið koma í kirkjuna, men 23. og 24. mai tystu tey innar í kirkjuna.
Frants Jensen
Hetta vikuskifti hevði kirkjan eins og ein rúgva av øðrum áhugafelagsskapum og stovnum í Tel Aviv opið hús, og fólk allastaðni frá komu fyri at fáa meir at vita um, hvat gongur fyri seg í kirkjuni.
Hvønn heilan tíma var ein stutt prædika, sálmasangur og frágreiðing um kirkjuna. Fólk sluppu eisini at hoyra urguna – eitt ljóðføri, ið lítið verður brúkt í Ísrael, og tí ógvuliga forkunnugt. Uttanfyri var bókaborð og høvið varð eisini at práta við fólk frá kirkjuliðnum.
Tað er tó ikki bara hetta eina vikuskifti um árið, at nógv fólk vitja Immanuelskirkjuna. Fýra dagar um vikuna er kirkjan eisini opin og fleiri einstaklingar og bólkar koma inn í vøkru kirkjuna og fáa har eina frágreiðing um arbeiðið í kirkjuni.
– Í fleiri kirkjum og meinigheitum í Ísrael verður tosað nógv um at fara út á gøtuna fyri at fáa samband við fólkið og boða teimum gleðiboðskapin. Aðrar kirkjur misunna støðuna hjá okkum, tí her koma allatíðina fremmand fólk, sum vit hava høvi at boða gleðiboðskapin, sigur Christian Rasmussen, prestur.
Umframt gudstænastur leygardag og sunnudag er nógv annað virksemi í kirkjuni. Millum annað bíbliutímar, bøn, ungdómsbólkur, kvinnubólkur, sabbatsskúli (sunnudagsskúli), diakonalt arbeiði, konsertir, opin kirkja, samstarv um ymisk tiltøk við aðrar kirkjur, kirkjan gevur mat út til fáttøk, ger eitt arbeiði millum flóttarfólk og Immanuelskirkjan er eisini tann fyrsta, sum kemur fram, tá ið ein leitar eftir eini kirkju í Tel Aviv á Google.
Seks aðrar kirkjur leiga eisini kirkju- og meinigheitshølini hjá Immanuelskirkjuni til teirra tiltøk í vikuni. Tað merkir, at tað altíð er nógv virksemi í kirkjuni og meinigheitshølinum við síðuna av.