Mitt í tí alspentu ósemjuni millum ísraelar og palestinensar er ein minni ósemja, sum hevur nóg mikið av spreingievni í sær, so hon fer at bera av fleiri ferðir. Her verður hugsað um tann umfatandi útgrevstur, umbygging og oyðilegging, sum uttan eftirlit fer fram á Tempulplássinum í Jerúsalem.
Hesin útgrevstur er farin fram síðan á heysti 1999 undir leiðslu av muslimska ráðnum við ábyrgd fyri Tempulplássinum. Ráðið nevnist Waqf. Hetta hevur ført við sær, at tað í onkrum stórum, gomlum rúmum undir Tempulplássinum er bygd ein moska undir jørð. Henda moska hevur rúm fyri 10.000 biðjandi muslimum, og ein stórfingin uppgongd er útgrivin frá hesi nýggju moskuni.
Hesin útgrevstur hevur ført við sær, at virðismikið fornfrøðiligt tilfar, sum higartil hevur ligið órørt undir Tempulplássinum, nú er burturbeint uttan á nakran hátt at hava verið undir fornfrøðiligum eftirliti, og eingin hevur havt atgongd til hetta tilfar.
Síðan útgrevsturin byrjaði, hava eingir uttan muslimar havt atgongd til Tempulplássið, og hetta forboð fer helst at standa við. Alt tilfarið, sum er burturflutt, er koyrt til Gaza-geiran á eitt øki, sum ikki er atkomuligt. Tað vil siga, at tilfar, sum var her, og hvørki er fornfrøðiliga ella søguliga kannað, og sum sambært frásøgn frá sjónarváttum rúmar lutum frá tíðini eftir Dávid og Sálomon og fram til islamiska tíð (tað er tíðin frá umleið 800 f. Kr. til 670 e. Kr.) er alt farið fyri skeyti.
Einstakir lutir koma fram í fornlutahandlum í umráðnum – kortini kann hetta ikki á nakran hátt nýtast til at endurskapa søguna á staðnum. Við tað, at byggingin av hesi mosku undir jørð er farin fram, uttan at byggileiðslan hevur havt tað neyðuga skilið fyri, hvussu slík bygging undir jørð eigur at fara fram, og nýinnrætting gerast í stórum rúmum undir jørð, eru so við og við uppstaðin álvarslig brek.