Í Ísrael hoyra vit ikki ofta um stórar vekingar. Tá er tað meira ein og ein, ið vit hoyra um, sum taka við trúgv á Jesus. Í flestu førum eru tað verðsligir jødar.
Tað er meira sjáldan at vit hoyra um, at ortodoksir jødar taka við trúgv. Men hóast ikki so ofta, so eru tað framvegis nakrir “Paulusar”, ið koma til trúgv.
Ein av hesum er ein ortodoksur maður, ið bankaði uppá hjá prestinum í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv. Hann kom frá einum ortodoksum jødiskum umhvørvi, og hevði ferðast langvegis fyri at koma til kirkjuna. Hann mátti finna ein prest, ið kundi týða dreymarnar, ið hann hevði droymt. Hvørja sabbatsnátt hevði hann sama dreymin. Hann sá ein kross. Nú bað hann prestin hjálpa sær.
Jødar frá Mea Shearim
Tað frættist eisini um jødar frá tí mest konservativa ortodoksa økinum í Jerúsalem, Mea Shearim, sum lesa Nýggja Testamenti, og sum eru sannførdir um, at Jesus er Messias. Teir halda hetta loynt. Halda ikki at tíðin enn er búgvin at standa fram við hesum boðskapinum.
Í blaðnum Israel Today í juli 2018 var ein yvirskrift “Nútíðar Saulus frá Tarsus”. Greinin var um Itzhak Shapira, sum var ein ortodoksur jødiskur antitrúboðari, sum fann Jesus við granskan av lógini og Talmund, jødiskum skriftum.
Kelda: Misjonsblad for Israel nr 4, 2018