Ferðin verður til veruleika. Tó nøkur fá pláss eftir. Um tað hevur áhuga – ring 793002
Kom við á eina áhugaverda bíbilska ferð bæði til Ísrael og Jordan. Hetta er ein ferð, har ein fær at uppliva væl meira enn tey flestu uppliva á eini Ísraelsferð.
Ferðin er: 25. mars – 4. apríl 2018
Vit uppliva m.a.:
Jordan: Vitja høvuðsstaðin Amman, fara upp á Nebo fjall, har Móses sá inn í lovaða landið, vitja ótrúliga vakra, søguliga býin Petra, sum verður roknaður sum eitt av heimsundrunum.
Ísrael: Slappa av í sólstaðnum Eilat, vitja model av tjaldtemplinum, sum ísraelsfólk nýttu í oyðimørkini, flóta í Deyðahavinum, vitja fjallaborgina Masada, síggja og uppliva kenda bíbilska býin Jerúsalem, sigla á Genesaretvatninum, vitja Nasaret, har Jesus vaks upp, uppliva jødiskar og kristnar páskir og vera við til páskagudstænastu við tómu grøvina páskadag.
Hendan ferðin er eitt gott høvi hjá teimum, ið hava verið í Ísrael áður og ynskja at fara aftur og samstundis uppliva nakað nýtt. Ferðin er eisini vælegnað hjá teimum, ið ætla sær fyrstu ferð til Ísraels.
19.775 kr. fyri hvønn (3.400 krónur eyka fyri einakamar).
Allar flogferðir, bussferðir, gisting á dupultkømrum á góðum hotellum, guide, morgunmatur og døgurði, drykkipeningur og allar útferðirnar á ferðini.
Ikki íroknað kostnaðin:
Ferðatryggingar, gisting í Keypmannahavn á útferðini, ein máltíð um dagin.
Kursur:
Kostnaðurin er roknaður út frá kursinum 6,38 fyri 1US$. Um kursurin broytist ella onnur avgjøld, sum vit ikki kenna í løtuni, koma, kann prísurin broytast.
Tekningarfreist:
10. januar 2018.
!!! Freistin er farin, men nøkur fá pláss eftir – ring 793002 !!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!
Marna E. og Frants Jensen, tel 793002, jensenfrants@gmail.com
Tað verður gingið nokk so fitt á ferðini, og neyðugt er at vera hampiliga væl fyri. Ferðin verður til veruleika, um nóg nógv tekna seg.
Mynd:
Føroyskt ferðalag í Petra í 2012.