Herfyri vitjaði messianski jødin, Jeffrey Bernstein, í Føroyum. Hóast hann óivað kundi nýtt fitt av tíð at sagt frá, hvat hann hevur upplivað ymsastaðni í heiminum, so var tað ikki hetta, hann brúkti tíðina til. (Sambært heimasíðu hansara, so hevur hann tó upplivað nógv, sum hann kundi greitt frá).
Ístaðin nýtti hann fitt av tíð at greiða frá, hvaðani vit føroyingar hava fingið gleðiboðskapin… nevniliga frá jødunum… og at okkara uppgáva er at bera teimum henda fantastiska gleðiboðskapin aftur.
Men tað hava nógv av teimum kristnu gloymt, vísti hann á.
Tað skuldi annars verið so sera einfalt. Tey, ið vit hava fingið nakað sera, sera gott frá, minnast vit. Og teimum ynskja vit vanliga eisini at geva nakað gott aftur.
Men hví er tað ikki soleiðis við evangelinum?
Tað besta, vit hava fingið frá nøkrum, er Jesus. Hann hava vit fingið frá jødafólkinum. So skuldi tað eisini verið okkara skylda at givið teimum tað besta aftur – nevniliga Jesus. Return to sender!
Hóast Jesus virkaði millum og talaði til sítt egna fólk, so var tað tó tann størsti parturin av teimum, ið ikki tóku ímóti honum. Hetta harmaði Jesus stórliga, og hann græt um tey. Paulus harmaðist eisini stórliga, at hansara egnu jarðisku brøður og systrar ikki tóku ímóti Jesusi.
Men hóast tey ikki tóku móti Jesusi, ið jú var teirra Messias, so helt Jesus tó ikki uppat at bera jødunum gleðiboðskapin. Hann gjørdi tað, heilt til hann fór upp til himmals. Paulus helt eisini á at bera jødunum gleðiboðskapin, tí at hann visti, at tað er bara við at hoyra gleðiboðskapin, at tey kunnu koma til trúgv á Jesus.
Framvegis í dag, næstan 2000 ár seinni, er tað bara ein evarska lítil partur av jødafólkinum, ið vita, hvør Jesus er, og sum hava tikið móti honum sum teirra frelsara. Ein evarska lítil partur.
Men hvussu við okkum kristnu í dag? Hava vit somu mannagongd, sum Jesus og Paulus høvdu, ella hava vit – eins og nógv onnur kristin kring heimin – gloymt okkara bíbilsku skyldu, nevniliga at bera jødunum gleðiboðskapin?
Í dag eru bara umleið 12 – 15.000 jødar í Ísrael, sum trúgva á Jesus. Og tað er av einum fólkatali uppá góðar 6 milliónir. Teir flestu jødarnir hava ongantíð hoyrt boðskapin um Jesus. Teir kenna ikki tann Messias, sum Gamla Testamenti boðar.
Lesið samrøðuna við Jeffrey Bernstein, eins og annað tilfar um Ísraelsmissión í Shalom-Blaðnum, ið liggur sum eykablað í Trúboðanum hesaferð.
Latið okkum bera tað besta, vit hava fingið frá jødunum, Jesus, aftur til jødarnar. Return to sender!
Frants Jensen