Um Gud nú veruliga er til

Hann vaks upp í tí ateistiska Sovjetsamveldinum. Kortini læt mamma hansara hann doypa, tí hon hugsaði, hvat nú um Gud veruliga er til.

 

Jødiski Alexey Vitlievitch Shepelёv fór sum ungur á bókasavnið og lænti har bøkur við ateistiskum innihaldi – at lesa øll bíbliuversini, sum har stóðu endurgivin til tess at mótprógva kristindóminum.

Ein vanlig sovjettisk familja
– Hvussu var at vaksa upp í eini jødiskari familju?
– Mamma mín er jødi, og pápi mín er russi, men hvørgin av teimum hevði serliga stóran áhuga fyri átrúnaði. Vit hildu ikki tær jødisku hátíðirnar, hildu ikki sabbat, og vit vóru ikki í sýnagoguni. Tað vil siga, at vit vóru sum flest aðrar sovjettiskar familjur.

Mamma mín var tó greið yvir sínar jødisku røtur, sjálvt um hon royndi at krógva tað fyri mær. Eg var 15 ára gamal, tá ið eg fann út av, at eg eg var jødi. Í fyrstuni hevði eg bara eina hóming av hesum.
Men so fór eg veruliga at spyrja. At enda segði omma mín, at so var. Eg visti longu tá, at fosturpápi mín var jødi.

Misti foreldrini í ferðsluvanlukkum
– Fosturpapi?
– Ja, veruligi pápi mín doyði í eini ferðsluvanlukku, tá ið eg var fimm ára gamal. Mamma giftist einum verðsligum jødiskum manni. Tá ið eg var 15, doyði mamma mín eisini í eini ferðsluvanlukku. Tvey ár seinni flutti fosturpápin til Evropa, og eg vaks upp hjá ommu míni.
Men áðrenn mamma doyði, fekk eg sagt henni um Jesus.

Lagdur undir skurð og doyptur
– Tú fortaldi henni um Jesus… hvussu hongur tað saman, tú vaks jú upp í eini ateistiskari jødiskari familju?
– Ok, lat okkum byrja við byrjanini…

Tá ið eg var lítil, hevði eg ein hjartafeil, og mátti leggjast undir skurð. Hetta var viðføtt, men eg mátti bíða í níggju ár, áðrenn teir vildu leggja meg undir skurð. Tað var ein so mikil álvarsom skurðviðgerð, at tey ikki vistu, um eg fór at klára tað. Og sjálvt um mamma ikki hevði áhuga fyri átrúnaði, so ynskti hon tó, at eg skuldi doypast, tí hvat nú, um Gud veruliga er til… So hon spurdi seg fyri hjá vermóðrini, um hon í loyndum kundi seta seg í samband við ein prest fyri at doypa meg.

Tað mátti gerast í loyndum, tí at øll, sum vórðu doypt, ella vórðu kirkjuliga vígd, máttu skráseta seg í russisku-ortodoksu kirkjuni, sum gav allar upplýsingar víðari til KGB. Hesin presturin lovaði einki at siga víðari til myndugleikarnar. Hetta var fyrstu ferð, eg var inni í eini kirkju, og eisini fyrstu ferð, eg hoyrdi nakað um Jesus. Í grundini var tað nokk so løgið – øll liturgiin var á gomlum kirkjuslaviskum – eitt mál, ið eg einki skilti av.

Eg haldi, tað má hava verið Heilagi Andin, sum læt upp oyru míni, so at eg hoyrdi og skilti tað, ið tey søgdu. Tey lósu millum annað frásøgnina, tá ið Jesus gekk á vatninum, og fyri ein níggju ára gamlan drong sum meg, var tað sera spennandi at hoyra. Eg tók alt til mín, sum har varð sagt. Eg hugsaði, at hesin maðurin mátti vera nakað út um tað
vanliga.

Tá ið eg nakrar vikur seinni skuldi leggjast undir skurð, bað eg fyri fyrstu ferð í mínum lívi. Eingin hevði lært meg at biðja, so eg segði bara: “Gud, um tú ert til, og um tú hjálpir mær gjøgnum hetta, so lovi eg, at eg skal tæna tær restina av lívinum”. Tað var bara 20 prosent møguleiki fyri, at eg fór at yvirliva skurðviðgerðina.

Gud gjørdi sín part av arbeiðinum, so nú var tað upp til mín at halda tað, ið eg hevði lovað. Eg hevði ikki hóming av, hvussu eg skuldi tæna honum. Eg hevði bara sæð ein prest í øllum lívinum, og eg hugsaði, at tað mátti vera at tæna Gudi.

Í skúlanum royndi eg at finna átrúnaðarliga bókmentir, men tað var strangliga bannað at hava bíbliur og kristnar bøkur, so tað var ikki lætt at fáa allar spurningarnar svaraðar. Men so fann eg upp á ráð. Eg fór á bókasavnið og lænti bøkur um ateismuna.

Las bíbliuvers í ateistiskum bókmentum
– Ateistiskum?
– Ja, har fann eg bíbliuvers, sum vóru endurgivin fyri at grundgeva móti kristindóminum. Eg kundi lesa næstan alla Bíbliuna á henda hátt. Tað vóru fleiri, ið høvdu funnið út av hesum, og tey vitjaðu eisini dúgliga á bókasavninum. Í trý ár gjørdi eg á henda hátt og lænti allar tær ateistisku bøkurnar, eg kundi finna, fyri at fáa møguleikan at lesa í Bíbliuni.

Í 1984 sá eg fyri fyrstu ferð eitt Nýggja Testamenti. Tá hátíðarhildu tey, at tað vóru 1000 ár, síðan Russland varð kristnað, og í tí sambandi avgjørdi tann sovjettiski staturin, at teir skuldu prenta 1000 Nýggja Testamenti. Tað eydnaðist mammu onkursvegna at fáa fatur í einum av hesum Nýggja Testamentunum. Hon gav mær tað og segði, at “nú kanst tú sjálvur lesa og síggja, at hetta bara er nakað tvætl!”. Hetta fekk meg at gerast enn forvitnari, so eg skrivaði av alt Jóhannesar evangeliið við hond.

Eitt ár seinni flutti eg til St Pætursborg, har eg møtti nøkrum persónum, sum høvdu
protestantiskar røtur. Eg var sera ivandi í fyrstuni, tí eg var vanur við ortodoksan kristindóm.

Men vit lósu í Bíbliuni og høvdu orðaskifti um tað, ið vit høvdu lisið. Seinni fór eg aftur til
Moskva, og har upplivdi eg eina serliga trongd at tosa við mammu um evangeliið. Bara
nakrar fáar mánaðir seinni doyði hon í eini ferðsluvanlukku. Kvøldið fyri, hon doyði, segði hon við meg: “Kanska tú kortini hevur rætt við hasum Jesusi.” Dagin eftir fór hon til arbeiðis, og hon kom ongantíð heimaftur.

Hann og konan tóku móti Jesusi
Hvussu kláraði tú hetta?
– Tá ið hon doyði, áklagaði eg tann kristna gudin, at hann tók mammu, áðrenn hon varð doypt. Eg visti tó, at eg ikki kundi liva uttan eina trúgv, so eg byrjaði at leita eftir mínum jødisku rótum. Eg fór í sýnagoguna, lærdi í Yeshivaini (jødiskur skúli) og umhugsaði at gerast ortodoksur jødi. Eg gjørdist ein virkin sionistur og ætlaði at fara til Ísraels.

Tað var í hesum umhvørvinum, at eg møtti Onnu, sum seinni gjørdist kona mín. Hon hevði eisini jødiskar røtur, men var meiri opin fyri kristnu trúnni, enn eg var tá. Hon hevði ein lívsstíl sum hippiarar høvdu, og hon helt, at Jesus var kul. Vit høvdu nógv orðaskifti um hetta evnið; og tveir mánaðir eftir okkara brúdleyp, løgdu vit okkum á knæ í okkara íbúð og góðu okkara lív til Jesus.

Tá høvdu vit ikki tosað við nakran prædikumann ella verið í nakrari kirkju. Tað vóru bara vit bæði. Hvørgin av okkum visti nógv um kristindómin, men nú var tað í øllum førum lættari at fáa fatur í eini Bíbliu. Vit royndu at finna eitt messianskt kirkjulið í Moskva, men har var einki tá. Eftir at hava leitað runt, valdu vit at vera í eini lutherskari kirkju.

Í dag er Alexey prestur í hesi kirkjuni í Moskva, har umleið 30 prosent av limunum hava jødiskar røtur.

Hvør kundi trúð, at ein jødiskur drongur, uppvaksin í eini vanligari sovjettiskari familju, ein dag skuldi finna Jesus í ateistiskum bókmentum á bókasavninum. Guds vegir eru ikki okkara vegir.

Guro Kvakestad hevur skrivað. Greinin stóð í Misjonsblad for Israel, nr. 3, 2011. FJ týddi.

Onnur tíðindi