Aftur til Ísrael sum volontørur

Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi í Eysturoy fer nú aftur sum volontørur hjá Ísraelsmissiónini til Ísrael. Hon skal arbeiða á Ebenezerheiminum í Haifa, har hon hevur verið volontørur áður


Í tvey ár var Karen Elkjær Abrahamsen volontørur á ellisheiminum Ebenezer í Haifa. Í februar í 2000 – beint áðrenn korona fór at gera um seg – kom hon aftur til Føroya.

Men nú fer hon avstað aftur at arbeiða á sama staði í Ísrael. Tørvur er framvegis á volontørum, sum vilja gera eitt sjálvboðið arbeiði at hjálpa til á heiminum.

Nógv er broytt síðani korona rakti heimin, og tað er heldur ikki eins lætt at fara út sum volontørur til Ísrael longur, sum tað var. Truplari er eisini at fáa visum. Men við góðari hjálp frá Orðið & Ísrael er tað eydnast okkum at fáa alt upp á pláss, so at Karen nú fer til ísrael sum volontørur.

Karen Elkjær Abrahamsen fer úr Føroyum í morgin og týsdagin fer hon víðari úr Danmark til Ísrael.

Í sambandi við at Karen fer út aftur til Ísrael, greiddi hon frá uppgávunum, hon skal gera, á møtinum í Tabor á Toftum seinasta sunnudag (møtið varð uttan luttakarar, men varð stroymað). Tveir limir í landsnevndini hjá Ísraelsmissiónini – Marjan Nielsen og Hilmar J. Højgaard – bóðu eisini fyri henni.

Vit í Ísraelsmissiónini er sera takksom fyri, at Karen aftur fer at gera volontørtænastu í Ísrael. Vit vilja eisini heita á øll um at biðja fyri henni og arbeiðinum, hon skal gera í Ísrael.

Ísraelsmissiónin stuðlar Karen, meðan hon ger tænastu í Ísrael, við eini samsýning.

Um onkur vil stuðla hesum arbeiðinum við eini fastari mánaðargávu ella eini einstakari gávu, ber til at stuðla Ísraelsmissiónini við eini upphædd.

Til ber at stuðla her:

Bank Nordik: 6460 – 159.194.2
Betri Banki: 9181 – 125.004.5
Norðoya Sparikassi: 9865 – 100.455.1

Mynd frá tá ið Karen E. Abrahamsen seinasta arbeiddi á Ebenezerheiminum.

Onnur tíðindi