Eg møtti Yeshua á YouTube

Tveir ungir messianskir jødar í Ísrael, Eitan og Moti, eru sera virknir við evangelisering á heimasíðu, YouTube og facebook. Sera nógv síggja teirra videobrot og vitnisburðar og fáa annars meiri at vita um Yeshua (Jesus).
Videobrotini eru væl gjørd og av tí sama sera forvitnislig. Tað eru eisini nøkur, ið eru komin til trúgv á Jesus av at síggja hesi videobrotini.
Ein ortodoksur jødi við navninum Gil skrivar soleiðis til Eitan 16. august í 2016:

“Eg havi ikki orð fyri mítt takksemi til tín og Moti fyri greinarnar og videobrotini. Eg sá tykkara videolýsingar á YouTube fyri einum ári síðani, men tá ið eg fann út av, at tað var um kristindómin og Jesus, sløkti eg. Men her í seinastuni rendi eg meg aftur í tykkara video, og eg kendi meg raktan á ein tílíkan hátt, at eg mátti fara at lesa profeti’ini í Gamla Testamenti. Tað yvirraskaði meg at finna út av, at tey øll peikaðu á Yeshua.

Síðani ynskti eg at fáa meir at vita um tann messianska jødiska lívsstílin – hvussu liva tit tykkara lív – men eg legði til merkis, at tað handlar ikki um, hvat vit gera, men um hvat er innaní, broytingin í hjartanum.

Eg varð føddur inn í eina ortodoksa jødiska familju, og eg gekk sera høgt upp í mín átrúnað. Tá ið eg hevði bar mitzvah (á leið svarandi til konfirmatión í kristnu kirkjuni) var eg sera trupul at hava við at gera, tí eg gekk so strangt eftir lógini. Seinni kom eg til tað úrslit, at nakað var galið, og eg vrakaði bæði Gud og átrúnaðin. Nakað seinni vendi eg mær aftur til Yeshiva (eitt slag av jødiskum toraskúla), og eg helt, at tey kundu hjálpa mær. Men eg fór frá teimum eitt ár seinni sum ateistur. Hendan summarferian hevur broytt mítt lív. Eg fann Messias, og fyri tveimum døgum síðani gav eg mítt lív til Jesus.————–

Fakta:
Á www.oneforisrael.org og www.imetmessiah.com eru vitnisburðar, bíbliuundirvísing, gudfrøði, bloggar og nógv annað, sum Eitan og Motti hava framleitt. Nógv av tilfarinum er á video, og tað er sera áhugavert at hyggja eftir.

Mynd av www.oneforisrael.org

Onnur tíðindi