Grípandi vitnisburðar um at Gud setur í frælsi

Undir eini gudstænastu hoyrdi Karen vitnisburð frá eini kvinnu, sum var illa stungin og deyðanum nær, eins og fanganum, ið var komin til trúgv og sum sat í fongslinum og fylgdi við gudstænastuni.

Í mars í ár fór Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi til Ísraels at arbeiða sum volontørur á Ebenezarheiminum í Haifa. Hon hevur áður í Shalom-Blaðnum nr. 1, 2018 greitt frá sínum arbeiði. Nú hava vit spurt hana millum annað um tær hátíðirnar, sum eru í Ísrael í september og oktober.
– Á heiminum, har eg arbeiði, merkja vit ikki so nógv til, at tað eru hátíðir. Har eru bæði jødar, arábar og kristin, og tað verður ikki gjørt so nógv burturúr hátíðunum. Tá ið jødiska nýggjárið, rosh ha-shana, var, so varð tó grillað úti í havanum, sigur Karen.

Leyvskálahátíðin
Á leyvskálahátíðini varð heldur ikki gjørt so nógv burturúr á heiminum, men nógv varð gjørt burturúr í Eliaskirkjuni, har Karen fleiri ferðir hevur verið. Hetta er ein hátíð, har takkað verður fyri grøðina, men eisini har minst verður til tey 40 árini í oyðimørkini, tá ið Harrin leiddi og tók sær av fólkinum. Nógvastaðni í Ísrael verða leyvskálir bygdar bæði inni og úti, og fleiri sova undir leyvskálum hesa vikuna, hátíðin er.

Frælsur í fongsli
– Leyvskálahátíðin er ein gleðishátíð. Shmuel Aweida, presturin í kirkjuni, tosaði nógv um hetta, at fólkið varð sett í frælsi frá trælahaldi í Egyptalandi. Men hann legði eisini dent á, at ta veruliga gleðin fáa vit, tá ið vit eru sett í frælsi av Kristi. Og viðkomandi, ið er settur í frælsi av Kristi, er ikki trælur longur, segði hann.
– Miðskeiðis undir taluni segði hann, at tílíkt frælsi kann ein eisini hava, sjálvt í einum fongsli, um ein altso er settur í frælsi av Kristi. So tók hann fartelefonina av talarastólinum og segði, at ein fangi, ið sat handan rimarnar í tríggjar mánaðir hevði fylgt við í gudstænastuni, og hann sat og lurtaði hesa løtuna gjøgnum telefonina. Hetta var stórt at hoyra, sigur Karen.

Fekk ikki ró, fyrr enn hon fyrigav
Ein annan dag í kirkjuni vitnaði ein ung kvinna, og hon segði, at hon var álopin, stungin og  illa skadd. Hon kom tó fyri seg aftur. Hon segði, at hon fekk tað soleiðis, at hon mátti fyrigeva hesum manninum, ið hevði stungið hana. Áðrenn hon avgjørdi at fyrigeva, hevði hon tað ringt. Men seinni fór hon at vitja hendan mannin í fongslinum, og fortaldi honum, at hon fyrigav honum alt. Fangin undraði seg og spurdi, hví hon kom at siga honum hetta. Hon fekk so høvi at vitna fyri honum, og hann kom til trúgv á Jesus, sigur Karen.
Tað vísti seg, at hesin fangin var hann, sum í fleiri vikur hevði fylgt við gudstænastuni gjøgnum telefonina. Tað var stórt at hoyra, at sjálvt í fangahúsi kundi hann vera frælsur, sigur Karen.

Stóri sáttargerðardagurin
Yom kippur – tann stóri sáttargerðardagurin – hevur eisini verið í heyst. Tað er ein dagur, tá ið fólk fasta, biðja um fyrigeving og sóna seg við Gud.
– Eg var í Jerúsalem, tá ið yom kippur var. Eg var millum annað við Grátimúrin, og har sá eg nógv hvíttklødd fólk biðja. Tað var eisini lisið úr Torarulluni. Hóast álvarsamt, so var tað eisini ein gleðifest. Tað, sum eisini var serligt, var allur friðurin. Tað vóru eingir bussar og eingir bilar á gøtunum. Ja, sjálvt ikki arábararnir fingu loyvi at koyra.
– Meðan eg eri við Grátimúrin, taki eg telefonina fram og seti meg at lesa í Bíbliuni. Tá koma tvær vaktir og siga við meg, at eina heilaga løtu sum hesa, er ikki loyvi at nýta elektronisk tól. Eg hugsaði við mær, hvussu nógv jødarnir eru bundnir til lógina, hvat er loyvt og ikki loyvt. Vit eru sett í frælsi í Kristi, og eg sendi ein bøn uppeftir, at jødarnir eisini máttu uppliva tað, at vera sett í frælsi av Kristi, sigur Karen.

Vitja í Samária
Karen hevur eisini uppliva annað. Hon hevur millum annað vitjað í Samária, millum annað eina bygd, har samáritánar enn búgva og liva eftir sínum siðvenjum. Tey vitjaðu eisini býin Samária, har fjøllini Garizim og Ebal liggja hvørjumegin við, sum í Bíbliuni verða nevnd signingarfjallið og banningarfjallið. Tey sóu eisini omanyvir Sikar – sum nú verður kallaður Nablus – har millum annað Jákupsbrunnur er, og har Jesus tosaði við kvinnuna.

Aðrir føroyingar
Karen letur annars væl at. Tað hevur verið sera heitt í summar, men nú er tað eitt sindur svalligari. Hon gleðist eisini um at hava sæð tveir føroyingar – Annu Mariu og Bárður á Kinn – nakrar ferðir síðstu vikurnar, nú tey hava tænt í Norðurísrael í nakrar vikur.
Til ber at stuðla Karen við at lata eina gávu til Ísraelsmissiónina.

Onnur tíðindi