Leygardagin 11. mars fór Kartin Høgnesen úr Leirvík til Ísrael. Hann verður volontørur hjá Ísraelsmissiónini í tríggjar mánaðir.
Kartin hevur fleiri ferðir áður verið í Ísrael. Hann hevur verið við teimum flestu Ísraelstoymunum hjá Ísraelsmissiónini, ið hava virkað í Ísrael síðani 2006. So tað er als ikki nakað fremmant, hann er farin til.
Sum volontørur skal hann virka í eini kirkju í Norðurísrael. Har er bæði barna-, og ungdómsarbeiði, og nógv verður eisini gjørt við hjálpararbeiði bæði millum rúsmisnýtarar, flóttarfólk og onnur.
Ísraelsmissióni stuðlar Kartin fíggjarliga og í forbøn.
Sunnukvøldið, áðrenn Kartin fór avstað, varð biðið fyri honum í missiónshúsinum í Leirvík. Frants Jensen, formaður í Ísraelsmissiónini, og Árni Jacobsen, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið í Leirvík, lósu tvey skriftstøð og bóðu fyri honum.
Á ungdómsmøtinum í Leirvík varð eisni biðið fyri honum, og øll tey 50, ið vóru har, vóru við til at biðja fyri honum.
Kartin verður tríggjar mánaðir í Ísrael. Síðani verður hann umleið ein mánaða heima og fer so aftur til Ísrael sum ein av leiðarunum á Ísraelstoyminum 2017.
Ísraelsmissióni heitir á vinirnar um at biðja fyri Kartin, og vil onkur stuðla, eru tey vælkomin at lata Ísraelsmissiónin eina gávu.