Átta føroyskir volontørar í Ísrael

Í síðstu viku fóru átta føroyskir volontørar til Jerúsalem í Ísrael, har tey skulu gera sjálvboðið arbeiðið í fýra vikur

Teir átta føroysku volontørarnir, sum nú gera sjálvboðið arbeiði í Ísrael

Tey átta skulu millum annað hjálpa til við at gera íbúðir ístand hjá fátøkum fólki og vera við í arbeiðinum at tilreiða og býta mat út til fátøk fólk.

Hetta er fyrstu ferð at eitt føroyskt toymi burturav fer at gera tílíkt arbeiði í Ísrael. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við danska felagsskapin Ordet & Israel, sum Ísraelsmissiónini samstarvar við.

Fleiri føroyingar hava verið á donskum holdum hjá Ordet & Israel til tílíkt arbeiði, men tað er fyrstu ferð, at tað er eitt føroyskt toymi burturav.

Tey átta á toyminum eru fýra hjún, Marjan og Birgir Nielsen, Nes, sum eisini eru leiðarar á toyminum, Hilmar Højgaard og Hildigunn Steinhólm, Saltnes, Anna og Marjus Jacobsen, Leirvík, og Elma og Asbjørn Mikkelsen, Skála.

Um aðrir føroyingar har hug at fara at gera líknandi arbeiði í Ísrael, so ber til at seta seg í samband við onkran av landsnevndarlimunum í Ísraelsmissiónini.

Onnur tíðindi