Gott at vera aftur í Haifa

Tað er gott at koma aftur til Ebenezerheimið, eftir at hava verið heima í góðar 20 mánaðir. Tað sigur Karen Elkjær Abrahamsen, volontørur hjá Ísraelsmissiónini í heilsan

Gott at koma aftur til Ebenezerheimið, eftir at hava verið heima í góðar 20 mánaðir.

Ja, tað má sigast, at nógv er broytt. Vit koma ikki uttanum, at korona hevur ávirkað lívið her í Ísrael, líka sum um allan heimin. Tað er tó meira opið her í Ísrael nú og lættari at koma inn í landið.

Heilsumynduleikarnir eru tó sera varnir um tey gomlu, so vit ganga enn við munbindi inni á heiminum og gestir mugu hava avtalu fyri at vitja.

Karen Elkjær Abrahamsen uttanfyri Ebenezerheimið.

Á heiminum er ikki so nógv broytt, tó eru nøkur deyð síðani eg fór, nøkur kømur stóðu tóm, so fleiri nýggj eru flutt inn. Í løtuni búgva 30 fólk her. Leiðarin heldur, at fólk hava kent tað ótrygt at verði heima í hesi avbjóðandi tíð við korona, og tí hava tey valt at flyta. Í løtuni er røktartørvurin lættari enn hann var, seinast tá ið eg var her, tað ger, at vit hava meira tíð til tað sosialu samveruna, og tað er sera gott.

Búfólkini á heiminum vóru ikki sjúk av koronu áðren omikrom kom; tað vóru tey sera takksom fyri, men við hesi nýggju smittuni vórðu fleiri rakt. 14 blivu testaði positiv, tó var eingin illa sjúkur. Tað var ein stór avbjóðing. Vanliga vera brúkarar á ellisheimum her í landinum flutt til serligar koronu-eindir, tá ið tey verða smitta. Hettar líkaði ikki leiðsluni, so tey søktu heilsumynduleikarnar um loyvi til at innrætta og avbyrgja eina deild her á heiminum. Tað varð játtað, og royndist sera væl, ein hædd bleiv innrætta til koronudeild. Tað var ein krevjandi tíð við eyka arbeiði, og nógv starvsfólk blivu eisini rakt, har ímillum eg.

Men takk og lov, vit komu ígjøgnum, og nú eru vit komin ígjøgnum tað ringasta, eingin er avbyrgdur í løtuni.

Eitt av búfólkunum á Ebenezerheiminum.

Annars er tað dagliga lívið hjá mær sera friðarligt. Eg eri mest her í Haifa, tað hevur verið vetrartíð, tað merkir kuldi og nakað av regni. Norðuri á Hermonfjallinum ganga tey á skí. Vit kundu kanska hugsa okkum eitt sindur meira av regni í vetur, men sum er, er ikki vandi fyri vatnstøðuni í landinum.

Men nú várar og eg havi verið mær túr í útkantinum av býnum, uppi á Karmelfjallinum. Á slíkum túri eri eg á umráðum, har Gud á serligan hátt møtti fólkinum,

Her á Karmel, talaði Guð ígjørgnum profetin Elia, har hann áminti fólkið um at tæna Gudi.

1. Kongabók 18. v 21.”Tá steig Elia fram fyri alt fólkið og mælti: «Hvussu leingi ætla tit at halta á báðar liðir? Er Harrin Guð, tá fylgið honum; men er Báal Guð, tá fylgið honum!» Og fólkið fekk einki svarað honum. Og so bað Elia fyri fólkinum v.36-37 Men um tað mundið, tá ið grónofrið skuldi verða framborið, steig Elia profetur fram og mælti: «Harri, Guð Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat tað í dag verða kunnugt, at tú ert Guð, og at eg eri tænari tín, sum hevur gjørt alt hetta eftir tínum orðum!  Hoyr meg, Harri; hoyr meg, so hetta fólk má sanna, at tú, Harri, ert Guð, og at tú snýrt hjørtu teirra aftur til tín!»

Hendan bøn er eisini aktuel í dag, bæði her í Haifa og heima í Føroyum.

Annars er hetta tann besta tíðin í Ísrael, eitt sindur heitari, tað er grønt og tað blómar, sera vakurt. Tað er eisini ein tíð, har tað er gott at fara út í havan saman við búfólkunum. Og njóta løturnar.

Eg eri ikki aktiv í boðandi tænastu í landinum, men tey, sum arbeiða við hesum, siga, at tey uppliva ein opinleika og hungur eftir at kunna seg um orðið, og Jødar og Arabar koma til trúgv og teir sanna at Jesus er Messis Guðs sonur. Biði fyri hesum arbeiði, og at Gud má opna teirra eygu, tá ið tey lesa orðið, tað livandi orðið frá Gudi

Eg komi í eina messianska meiniheit “ Beit Eliyahu” sum eg eri sera glað fyri. Pastorurin,  Shmuel Aweida, undirvísir í løtuni út frá Efesus 6, 10-18, um tann bardaga vit standa í dagliga, móti andaherligunum illskaparins í himnarúmdum, um tey herklæði vit hava fingið frá Gudi, og um at brúka hesi herklæði, hesa verju.

Altíð týdningarmikið, men ikki minst í tíðini vit liva í, at verða árvakin og biðja.

Og so hesa aktuellu tíð, at biðja fyri brøðrum og systrum um heimin, sum líða undir valdsharrum sum fremja krígsatgerðir.

Gud varðveiti okkum øll í trúnni, og hjálpi okkum ,har vit eru sett at virka fyri hann,

Takk fyri forbøn fyri Ebenezerheiminum, fyri teimum gomlu, fyri leiðsluni og okkum, sum virka har.

Shalom 

Karen

Aftur til Ísrael sum volontørur

Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi í Eysturoy fer nú aftur sum volontørur hjá Ísraelsmissiónini til Ísrael. Hon skal arbeiða á Ebenezerheiminum í Haifa, har hon hevur verið volontørur áður


Í tvey ár var Karen Elkjær Abrahamsen volontørur á ellisheiminum Ebenezer í Haifa. Í februar í 2000 – beint áðrenn korona fór at gera um seg – kom hon aftur til Føroya.

Men nú fer hon avstað aftur at arbeiða á sama staði í Ísrael. Tørvur er framvegis á volontørum, sum vilja gera eitt sjálvboðið arbeiði at hjálpa til á heiminum.

Nógv er broytt síðani korona rakti heimin, og tað er heldur ikki eins lætt at fara út sum volontørur til Ísrael longur, sum tað var. Truplari er eisini at fáa visum. Men við góðari hjálp frá Orðið & Ísrael er tað eydnast okkum at fáa alt upp á pláss, so at Karen nú fer til ísrael sum volontørur.

Karen Elkjær Abrahamsen fer úr Føroyum í morgin og týsdagin fer hon víðari úr Danmark til Ísrael.

Í sambandi við at Karen fer út aftur til Ísrael, greiddi hon frá uppgávunum, hon skal gera, á møtinum í Tabor á Toftum seinasta sunnudag (møtið varð uttan luttakarar, men varð stroymað). Tveir limir í landsnevndini hjá Ísraelsmissiónini – Marjan Nielsen og Hilmar J. Højgaard – bóðu eisini fyri henni.

Vit í Ísraelsmissiónini er sera takksom fyri, at Karen aftur fer at gera volontørtænastu í Ísrael. Vit vilja eisini heita á øll um at biðja fyri henni og arbeiðinum, hon skal gera í Ísrael.

Ísraelsmissiónin stuðlar Karen, meðan hon ger tænastu í Ísrael, við eini samsýning.

Um onkur vil stuðla hesum arbeiðinum við eini fastari mánaðargávu ella eini einstakari gávu, ber til at stuðla Ísraelsmissiónini við eini upphædd.

Til ber at stuðla her:

Bank Nordik: 6460 – 159.194.2
Betri Banki: 9181 – 125.004.5
Norðoya Sparikassi: 9865 – 100.455.1

Mynd frá tá ið Karen E. Abrahamsen seinasta arbeiddi á Ebenezerheiminum.

Hann er ikki her, hann er risin upp frá deyða

Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja eftir grøvini. v2 Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil Harrans kom niður av himli og steig fram og velti steinin frá og setti seg á hann. v3 Men útsjón hansara var sum snarljós, og klæði hansara hvít sum fonn. v4 Men vaktarmenninir skulvu av ræðslu fyri honum og vórðu sum deyðir. v5 Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: «Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. v6 Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá! v7 Og skundið tykkum og farið og sigið lærusveinum hansara: «Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann!» Sí, eg havi sagt tykkum tað.»

v8 Og tær fóru í skundi burtur frá grøvini við ótta og miklari gleði, og tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta. v9 Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: «Heilar og sælar!» Men tær fóru til hansara og fevndu um føtur hansara og tilbóðu hann. v10 Tá segði Jesus við tær: «Tit mega ikki ræðast! Farið og boðið brøðrum mínum, at teir skulu fara avstað til Galileu, og har skulu teir síggja meg.»

Matteus 28,1-10


Gleðiligar páskir


Takksom at hava verið sjálvboðin á Ebenezerheiminum

Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi í Eysturoy hevur verið sjálvboðin (volontør) hjá Ísraelsmissiónini í tvey ár á Ebenezerheiminum í Haifa í Ísrael. Her ber hon eina heilsan, har hon nevnir nakað av tí, hon hevur upplivað

Ja, nú havi eg verði heima síðani 26. februar. Eg kom heim í øllum góðum.
Tað var beint áðrenn koronasmittan veruliga gjørdi um seg her hjá okkum, og í Ísrael var hon ikki rættuliga byrjað at gera um seg heldur, men tó vóru fólk byrjað at ganga við maskum og handskum á Ben Gurion flogvøllinum í Tel Aviv.
Eg eri takksom fyri at vera komin uppá pláss heima á Nesi, áðrenn alt tað kom á okkum.


Fýra sjálvboðin vóru heimkallað hálvan mars. Tær skuldu vera á Ebenezerheiminum til í summar. Tvær vóru á veg, tær skuldu koma til heimið í apríl, men sleppa nú ikki inn í Ísrael. So í løtuni eru bara trý sjálvboðin. Best er, um vit eru seks.
Hetta merkist. Eg vil tí heita á tykkum at biðja fyri teimum, sum mugu bera hesa arbeiðsbyrðu. Samstundis liva tey eitt sera avmarkað lív, tí tað ikki er loyvi at fara heimanífrá, uttan at tað er sera átrokandi ørindi.
Annars kunna vit takka fyri, at eingin á heiminum er smittaður.

Sjálvboðin
Nú eg eri komin heim, má eg siga, at hesi tvey seinastu árini í Haifa hava verið ein góð og rík tíð fyri meg, og eg eri sera takksom fyri, at Gud hevur unt mær at kunna verða sjálvboðin á Ebenezerheiminum.
Tað hevur verið spennandi, gott, læruríkt og eisini ein avbjóðing at liva so tætt saman við sjálvbodnum í ymsum aldri, ymsum málum og mentanum.
Ebenezerheimið er eitt ellisheim við pláss fyri nøkrum fáum røktarkrevjandi búfólkum. Á ein hátt líkist tað kanska einum ellis- og røktarheimi her heima.
Men tað er eisini sera ymiskt, tí búfólkini koma úr øllum heiminum við hvør síni mentan og máli.
Tey koma úr Ísrael, Norður-, Eystur-, og Miðevropa, Russlandi, Suður- og Norðuramerika.
Tey tosa hebraiskt, arabiskt, týskt, franskt, hollenskt, finskt, russiskt, rumenskt, spanskt, eingilskt, og onnur mál.
Og so hava tey ymiska trúarliga bakgrund: jødar, kristnir arabar og kristin við ymsum kirkjurætningum.



One in Yeshua
Í lívsryggsekkinum hava tey mangt ymiskt. Har búgva jødar og arabar, sum altíð hava búð í Ísrael. Jødar, sum eru komnir heim til Ísrael aftaná seinna veraldarbardaga og tí jødaforfylging, sum tá var. Summi komu beint aftaná, onnur nøkur ár seinni. 
Nøkur eru komin úr Eysturevropa og Russlandi vegna forfylging av kommunismuni. Og so eru nøkur, sum komu til Ísrael sum ung, og ynsktu at tæna Gudi við at tæna hansara útvalda fólki.
Men eitt heilt serligt hava tey øll til felags á Ebenezerheiminum: tey trúgva at Jesus er Messias, Guds sonur, okkara frelsari. Og tað setir ein heilt serligan dám á heimið.
Tey er One in Yeshua (eitt í Jesusi)


Takk fyri forbøn og stuðul

So kann ein spyrja … ja, men hvat fyri missión er tað, sum sjálvboðin at fara út og virka millum fólk, sum øll hava Jesus við í sínum lívi?
Jú, eg upplivi, at tað gevur meining at fara til Ísrael og tæna teimum, sum nú eru gomul og veik. Teimum, sum í nógv ár hava livað millum fólkið og borið orðið til sínar landsmenn, jødar og arabar, og hava gjørt eitt stórt arbeiði í Guðs víngarði.
Eg ynski at takka øllum, sum hava stuðlað mær, meðan eg havi verið í Ísrael bæði við forbøn og peningaligari gávu gjøgnum Ísraelsmissiónina í Føroyum.
Gudi veri tøkkin og æran fyri alt.

Les meira her: Tvey ára tænasta liðug í Ísrael

Shalom

Karen

Sí myndir her frá tíðini, Karen Elkjær Abrahamsen hevur verið sjálvboðin í Ísrael.


Føroysk heimasíða:           

Til ber at fara inn á heimasíðuna hjá Ebenezerheiminum og lesa um arbeiði. Ein partur av heimasíðuni er á føroyskum.

www.ebenezer.co.il

Tvey ára tænasta liðug í Ísrael

Ísraelsmissiónin takkar Karen Elkjær Abrahamsen hjartaliga fyri góða og trúgva tænastu í tvey ár á Ebenezerheiminum í Haifa í Ísrael

Tað var fyrst í mars í 2018, at Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi í Eysturoy fór sum sjálvboðin til Ísrael at gera tænastu á Ebenezerheiminum í Haifa.
Hon hevði fleiri ferðir verið í Ísrael áður, og hon hevði eisini vitjað á Ebenezerheiminum, áðrenn hon byrjaði har, og hon visti tí eitt litið sindur um, hvat hon kom at arbeiða við.
Karen Elkjær Abrahamsen hevur eftir øllum at døma trivist sera væl í Ísrael. Í fyrsta umfari var talan um, at hon skuldi vera í eitt hálvt ár, tað varð so longt til eitt ár, sum aftur varð longt til tvey ár.
Hon kundi í mesta lagi fáa volontørvisum at vera í Ísrael í tvey ár, og nú tann tíðin var farin, kom aftur til Føroya. Hon var aftur í Føroyum 26. februar, stutt áðrenn koronasmittan hevur lagt flestu av heimsins londum lamin.



Hjartaliga takk
Ísraelsmissiónin takkar Karen Elkjær Abrahamsen hjartaliga fyri hennara trúfesti og góða sjálvbodna arbeiði í tænastuni á Ebenezerheiminum í Ísrael hesi tvey árini.
Vit takka eisini øllum teimum, ið hava stuðlað við at biðja fyri Karen og hennara tænastu. Takk eisini fyri bøn fyri Ebenezerheiminum, búfólkum og starvsfólkum. Lat okkum halda á at biðja fyri Ebenezerheiminum, fyri messiansku jødunum og kristnu arabaranum og annars biðja fyri tí arbeiði, ið verður gjørt fyri at bera orðið um Jesus út í Ísrael.
Vit takka eisini hjartaliga einstaklingum, barnaringum, missiónshúsum, kirkjum og øðrum fyri fíggjarligan stuðul, nú Karen Elkjær Abrahamsen hevur verið í tænastu.

Aðrastaðni á heimasíðuni er grein, har Karen í stuttum greiðir frá tíðini á Ebenezerheiminum.



Vitjan úr Ísrael
Arbeitt hevur verið við at fingið umboð frá leiðsluni á Ebenezerheiminum til Føroya at kunna nærri um arbeiði. Avtalað varð gjørd um, at vitjanin skuldi vera í mai í ár. Men sum so nógv annað í hesum døgum, hevur koronasmittan eisini broytt hesa ætlanina.
Vit venda aftur seinni hesum viðvíkjandi.

Sí myndir her frá tíðini, Karen Elkjær Abrahamsen hevur verið sjálvboðin í Ísrael.

Les eisini: Takksom at hava verið sjálvboðin á Ebenezerheiminum

PS:                

Til ber at fara inn á heimasíðuna hjá Ebenezerheiminum og lesa um arbeiðið. Ein partur av heimasíðuni er á føroyskum.

www.ebenezer.co.il

Nýggjur prestur í Immanuelskirkjuni

Yoel Ben David er nýggjur prestur í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv – Jaffa

Yoel Ben David er uppvaksin í Ísrael. Sum ungur leitaði hann eftir meining í lívinum í tí ortodoksu jødisku trúnni.

Seinni leitaði hann eftir meining í hinduismuni og øðrum eysturlendskum trúgvum. Tá ið hann var í ísraelska herinum, fekk hann eitt Gamla Testamenti frá eini kvinnu, sum bað hann lesa. Tá ið hann kom til Jesaja 53, ivaðist hann í, hvønn profeturin tosaði um. Hann fór aftur til kvinnuna og spurdi hana. Tá fekk hon høvi at greiða honum frá, at Jesus er Messias, og hann kom til trúgv á Jesus.

Hann hevur verið virkin í kristnum arbeiði í fleiri ár, millum annað í felagsskapinum Jews for Jesus. Hann og familjan hava búð í USA, í London og hava nú aftur verið í Ísrael í nøkur ár.

Yoel Ben David hevur verið partur av Immanuelskirkjuni í fleiri ár, millum annað hevur hann verið í kirkjuráðnum. Nú er hann prestur í kirkjuni.

Arbeiðið í Immanuelskirkjuni og Meinigheitshúsinum í Tel Aviv verður nevnt Immanuel Minestry.

Í samstarvinum eru ísraelsmissiónsfelagsskapir úr Finnlandi, Svøríki, Norra, Danmark og Føroyum umframt missiónsrørslur í Týsklandi, USA og Ísrael.

Arbeiði hevur sítt útgangsstøði í Immanuelskirkjuni og Meinigheitshúsinum í Tel Aviv – Jaffa, har sjey ymiskar meinigheitir húsast.

Eitt vikuskifti kunnu fleiri hundrað fólk verða til ymsar samlingar í hølunum.

Umframt at hava lim í stýrinum fyri arbeiðið, stuðlar Føroyska Ísraelsmissiónin fíggjarliga og hevur eisini stuðlað við útsendingum.

Við at geva eina gávu til Ísraelsmissiónina, stuðlar tú hesum arbeiðinum.

Biðið fyri arbeiðinum í Immanuelskirkjuni, og fyri prestahjúnunum Yoel og Adel Ben David.

Føroyingar á bíbliuskeiði í Ísrael

Í løtuni eru 18 føroyingar á bíbliuskeiði í Poriya í Ísrael, sum Ísraelsmissiónin skipar fyri. Bíbliutímarnir hava verið út frá Jóhannesarevangeliinum, og vitjað hevur verið ymsastaðni í Norðurísrael



Bíbliuskeiðið er í Danska húsinum hjá Ordet&Israel, sum liggur í Poriya tætt við Genesaretvatnið. Umframt bíbliutímar hevur verið vitjað ymsastaðni, millum annað í Kapernaum, Tiberias, Nasaret, Migdal, Golan herunum, Haifa, Kesareu, Sámáriu og aðrastaðni. Siglt hevur eisini verið á Genesaretvatninum.

Í morgin verður farið til Deyðahavið og Massada, og síðstu dagarnir í Ísrael verður vitjað í Jerúsalem.

Nakrir messianskir jødar hava fortalt um sína trúgv á Jesus, og føroyingarnir hava eisini verið til messianska gudstænastu.
Tað er sera heitt í Ísrael í hesum døgum, og fleiri av døgunum hevur verið upp móti 40 hitastigum. Hóast hitan hevur tað gingið væl, og føroyingarnir hava tað gott.

Føroyingarnir fóru úr Føroyum 29. juni og koma heim aftur til Føroya 17. juli.

 

Messiansk jødisk páskamáltíð í Emmaus

Skíriskvøld, 18. apríl kl. 18.00, verður messiansk jødisk páskamáltíð hildin í missiónshúsinum Emmaus í Klaksvík. Hetta er ein máltíð, sum líkist tí máltíð, sum Jesus át saman við lærusveinunum, áðrenn hann varð tikin, dømdur og krossfestur.

Vit uppliva páskirnar, eins og Jesus og lærusveinarnir gjørdu tað. Sita við dekka borð og eta teir ymisku serligu rættirnar, ið hoyra til eina jødiska páskamáltíð, samstundis sum vit hoyra upplisið úr skriftini páskatekstirnar, og vit syngja saman. Við at vit fáa páskirnar inn við øllum sansum, kastar tað eitt nýtt ljós yvir páskaboðskapin.

At vera við til páskamáltíðina er ein serlig uppliving, har vit læra um jødadómin, og fáa størri innlit í jødisku trúnna. Og so gevur tað eisini okkum kristnu eina djypri fatan av, hvat Jesus leið fyri okkara skuld.

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til páskamáltíðina.

Ísraelskvøld í Klaksvík

Ísraelsmissiónin og Vinafelagið Føroyar-Ísrael skipa fyri ísraelskvøldi í KFUMogK í Klaksvík mikukvøldið 3. apríl 2019 kl. 20.00.
Noam Bedein úr Jerusalem greiðir frá, hvussu felagsskapurin Keren Hayesod virkar fyri at hjálpa jødunum heim til Ísraels og at stuðla teimum at finna seg til rættis í nýggja heimlandi sínum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Karen verður volontørur eitt ár afturat

Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi hevur longt sína volontørtíð við einum ári afturat. Hon er volontørur hjá Ísraelsmissiónini á Ebenezerheiminum í Haifa í Ísrael.

Fyri einum góðum ári síðani fór Karen til Ísraels at starvast sum volontørur á Ebenezerheiminum í Haifa. Ebenezerheimið er eitt ellisheim fyri messianskar jødar og kristnar palestinar og onnur kristin. Fólk, ið búgva har, eru úr nógvum ymiskum londum, og tosað verður bæði á hebraiskum, arábiskum, enskum, russiskum, rumenskum, týskum og fleiri øðrum málum.

Karen hevur trivist væl í arbeiðinum, og hon hevur tí valt at leingja við einum ári. Hon skrivaði soleiðis á sínum facebook vanga 24. februar:

Hej mínir vinir.
Eg hevđi VISA til 28.02.19 
Í dag havi eg fingiđ 1 ár afturat, tađ vil siga, at eg kann vera her til 29.02.2020
Takk fái Gud, sum virkar, at hetta er møguligt. Takk fyri stuđul og forbøn.
Gud gevi okkum ein signađan hvíludag.

Í Ísraelsmissiónini fegnast vit um, at Karen vil vera eitt ár afturat í Ísrael. Ísraelsmissiónin stuðlar í forbøn og fíggjarliga. Um onkur lesari vil stuðla, so eru tit vælkomin at stovna fasta mánaðargávu til Ísraelsmissiónina ella at lata eina peningagávu. Kontonummurini eru hesi:

Bank Nordik: 6460 – 159.194.2
Betri Banki: 9181 – 125.004.5
Norðoya Sparikassi: 9865 – 100.455.1
Suðuroyar Sparikassi: 9870-4300409

×