Nýggjur prestur í Immanuelskirkjuni

Yoel Ben David er nýggjur prestur í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv – Jaffa

Yoel Ben David er uppvaksin í Ísrael. Sum ungur leitaði hann eftir meining í lívinum í tí ortodoksu jødisku trúnni.

Seinni leitaði hann eftir meining í hinduismuni og øðrum eysturlendskum trúgvum. Tá ið hann var í ísraelska herinum, fekk hann eitt Gamla Testamenti frá eini kvinnu, sum bað hann lesa. Tá ið hann kom til Jesaja 53, ivaðist hann í, hvønn profeturin tosaði um. Hann fór aftur til kvinnuna og spurdi hana. Tá fekk hon høvi at greiða honum frá, at Jesus er Messias, og hann kom til trúgv á Jesus.

Hann hevur verið virkin í kristnum arbeiði í fleiri ár, millum annað í felagsskapinum Jews for Jesus. Hann og familjan hava búð í USA, í London og hava nú aftur verið í Ísrael í nøkur ár.

Yoel Ben David hevur verið partur av Immanuelskirkjuni í fleiri ár, millum annað hevur hann verið í kirkjuráðnum. Nú er hann prestur í kirkjuni.

Arbeiðið í Immanuelskirkjuni og Meinigheitshúsinum í Tel Aviv verður nevnt Immanuel Minestry.

Í samstarvinum eru ísraelsmissiónsfelagsskapir úr Finnlandi, Svøríki, Norra, Danmark og Føroyum umframt missiónsrørslur í Týsklandi, USA og Ísrael.

Arbeiði hevur sítt útgangsstøði í Immanuelskirkjuni og Meinigheitshúsinum í Tel Aviv – Jaffa, har sjey ymiskar meinigheitir húsast.

Eitt vikuskifti kunnu fleiri hundrað fólk verða til ymsar samlingar í hølunum.

Umframt at hava lim í stýrinum fyri arbeiðið, stuðlar Føroyska Ísraelsmissiónin fíggjarliga og hevur eisini stuðlað við útsendingum.

Við at geva eina gávu til Ísraelsmissiónina, stuðlar tú hesum arbeiðinum.

Biðið fyri arbeiðinum í Immanuelskirkjuni, og fyri prestahjúnunum Yoel og Adel Ben David.

Onnur tíðindi