Torgeir fer sum volontørur til Ísraels

21 ára gamli Torgeir Petersen úr Klaksvík skal komandi fimm mánaðirnar vera volontørur í Ísrael. Ísraelsmissiónin fegnast um, nú at hava tveir volontørar í tænastu í Ísrael.

Í kvøld varð biðið fyri Torgeir Petersen í missiónshúsinum Emmaus í Klaksvík, í sambandi við at hann fer úr Føroyum 20. januar til Ísraels, har hann skal vera volontørur í Jerúsalem í umleið fimm mánaðir. Í tænastuni verður hann tilknýttur donsku Ísraelsmissiónini, men føroyska Ísraelsmissiónin sendir út og stuðlar í forbøn og fíggjarliga.

Tað var Atli Rasmussen, formaður í missiónshúsinum Emmaus, ið bað fyri honum.

Frants Jensen, formaður í Ísraelsmissiónini, greiddi á møtinum frá arbeiðinum hjá Ísraelsmissiónini umframt arbeiðinum, ið Torgeir skal gera í Ísrael. Í Jerúsalem, har hann skal búgva, skal hann virka sum hjálparmaður hjá danska prestinum í Ísrael. Tað eru regluliga danskar gudstænastur í gamla býnum í Jerúsalem, har hann skal hjálpa til á ymiskan hátt. Eisini skal hann hjálpa og taka sær av nøkrum øðrum volontørum, ið fara til Ísraels komandi mánaðirnar. Hann fer eisini at hjálpa til við ymsum fyrifallandi arbeiði.

Torgeir fer fyrst til Danmarkar, har hann skal vera nakrar dagar, áðrenn hann fer víðari til Ísraels 27. januar.

Vit í Ísraelsmissiónini heita á okkara vinir um at biðja fyri Torgeir, nú hann fer út sum volontørur til Ísraels. Vit heita eisini á okkara vinir um framhaldandi at biðja fyri Karen Elkjær Abrahamsen, ið er okkara volontørur á Ebenezerheiminum í Haifa.

Til ber eisini at stuðla Ísraelsmissiónini við at lata gávu á eitt av kontonumrunum hjá Ísraelsmissiónini:
Bank Nordik: 6460 – 159.194.2
Betri Banki: 9181 – 125.004.5
Norðoya Sparikassi: 9865 – 100.455.1
Suðuroyar Sparikassi: 9870-4300409


Við Tórði á túri í Norðurísrael

Í fyrstu sendingini í nýggju vetrarskránni hjá KVF eru vit við Tórði á túri á ferð í Norðurísrael. Hetta var ferð, ið Ísraelsmissiónin skipaði fyri.

Hoyr sendingina her.

Tórður Mikkelsen var í august í Norðurísrael saman við einum føroyskum ferðalagi og hann hevði mikrofonina við.

27 fólk vóru í ferðalagnum og tey búðu við Genesaretvatn og koyrdu í egnum leigubilum. Í sendingini hoyra vit fleiri av teimum.

Ferðalagið sigldi á Genesaretvatni og tey ótu tann kenda pætursfiskin. Tey vóru nógvar aðrar áhugaverdar túrar.

Millum annað á Golan og í søguligu býunum Nazaret og Jeriko. Ein dag vóru tey eisini suðuri í Jerusalem.

Sendingin varð send fyrstu ferð í september 2015.

Líknandi ferð, sum tann, ið var í 2015, verður eftir ætlan gjørd nú í summar 2019. Enn eru nøkur fá pláss eftir. Les meira her.

Gleðilig jól og gott nýggjár

Ísraelsmissiónin ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!

Vit takka øllum volontørum, stuðlum, forbiðjarum og øðrum, sum eru við í arbeiðinum at bera tað besta, vit hava fingið frá jødunum, Jesus, aftur til jødarnar.

Vit hava aftur í ár havt volontør í Ísrael. Tað er Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi, sum starvast sum volontørur á ellisheiminum Ebenezer í Haifa. Hon fór til Ísrael í mars og verður til februar 2019.

Vit hava eisini í hesum árinum stuðlað arbeiðinum í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv, Bíbliufelagnum í Ísrael, og arbeiðinum hjá Ordet & Israel.

Vit kunnu gleðast um, at jødar koma til trúgv á Jesus, og at talið á messianskum jødum er vaksandi. Vit vilja við frímóði heita á øll um framhaldandi at biðja um frið fyri Jerúsalem og at biðja fyri teimum messiansku jødunum.

Heilsan við Jesaja kap. 9,6:

”Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.” 

Mynd:
Atventskransur úr olivingreinum gjørdur av tveimum týskum gentum. Volontørurin, Karen, hevur tikið myndina í Haifa.

Valdsharrarnir í jólaevangeliinum – hvat er fakta?

Jólafrásagnirnar í evangeliunum hjá Lukasi og Matteusi eru tætt knýttar at søguligum hendingum og persónum. Hendingarnar fara fram, meðan jødafólkið og alt økið rundanum er hersett av einum harðrendum heimsveldi, sum hevur sett staðbundnar korruptar leiðarar í ymsum økjum. Tað hendi í teimum døgum, meðan Augustus var keisari í Rómverjaríkinum, Kvirinius var landshøvdingi í rómverska landslutinum Sýria og Heródes Mikli kongur í Judea, og undir einum manntali (fólkateljing), at Maria átti son sín í einum fjósi í Betlehem. Ella var tað nú júst soleiðis, at tað var? Hvat siga bíbliutekstirnir í grundini, og hvat kunnu vit annars finna útav frá øðrum keldum?

Augustus heimsins máttmiklasti maður

Augustus var rómverskur keisari frá árinum 31 f.Kr. til 14 e.Kr. Tað er hann, sum gevur boð um, at allur heimurin, tað er alt Rómverjaríkið, skal verða skrivaður í manntal. Keisarin vildi hava eitt yvirlit, sum segði, hvussu nógvir vaksnir persónar skuldu rinda sín árliga persónsskatt til keisaraveldið.

Tað verður javnan sagt, at ongar keldur uttanfyri Bíbliuni umrøða eitt manntal, sum fer fram í øllum Rómverjaríkinum í senn á døgum Augustusar kongs. Til tað eru tvey svar. Fyri tað fyrra sigur Lukas ikki, at manntalið verður hildið samstundis í øllum ríkinum, men bert at keisarin hevur givið boð um eitt manntal fyri alt ríkið. Fyri tað seinna skrivaði Augustus sjálvur á ellisárum eitt yvirlit yvir øll síni brøgd undir heitinum Res gestae divi augusti (”Gerningarnir hjá tí guddómliga Augustusi”).

Her nevnir keisarin trý manntøl, sum hann hevur hildið, og eitt var, meðan Gajus Censorinus og Gajus Asinius vóru konslar. Tað vóru teir í árinum 8 f.Kr., einans fýra ár fyri deyða Heródesar kongs Mikla. Tá vóru 4.233.000 rómverskir samborgarar taldir.

Tað er allarhelst hetta manntal, sum er grundin til, at Jósef og Maria, sum er full uppundir hendur, mugu langa túrin úr Nasaret í Galilea, har tey búgva, til Betlehem í Judea, tí Jósef er av Dávids ætt, og tey skulu skrásetast har. Augustus hevur neyvan hugsað um, um tað var lætt ella tvørligt fyri øll tey, ið máttu ferðast langa leið, fyri at verða skrásett. Fyri hann snúði tað seg heilt einfalt um skattainntøkur. At geva boð um manntal var eisini ein maktdemonstratión, og tað eru ikki so fá dømi um, at júst slík elvdu til ófrið í kúgaðum ríkjum.

Heródes kongur Mikli

Tað vóru fleiri Heródesar kongar, men tann fyrsti og valdmiklasti var hann, ið ráddi í Judea – undir rómverskum yvirvaldi – frá árinum 37 f.Kr. til 4 f.Kr., og verður nevndur Heródes Mikli. Hann tók ímóti vísmonnunum úr Eysturlondum, og gav seinni boð um barnamorðið í Betlehem. Hann er eisini kendur fyri teir mongu prýðiligu bygningarnar, sum hann lat byggja. Ikki minst templið í Jerusalem, sum hann útbygdi munandi. Hann var eisini kendur sum ein serstakliga harðrendur, valdssjúkur og paranoidur kongur, ið enntá drap tey í sínum egna húsi, sum hann kendi sum eina hóttan móti egnum valdi.

Tað var munkurin Dionysios lítli, sum í 525 roknaði seg fram til tað árið, tá Jesus varð føddur, og harvið grundlegði okkara tíðarrokning, sum verður býtt upp í fyri Krists føðing og eftir Krists føðing. Men í mong ár hava flestu granskarar verið samdir um, at Dionysios rakti nøkur ár við síðuna av í útrokningum sínum. Vanliga verður hildið, at Jesus sannlíkt varð føddur í seinasta lagi ár 4 f.Kr. og helst umleið ár 7 f.Kr. Hetta verður bygt á, at Heródes Mikli sambært jødiska søguskrivaranum Josefusi doyði (seint í mars) í ár 4. f. Kr., og at Betlehemsstjørnan helst var eitt astronomiskt fyribrigdi, har gongustjørnurnar Jupiter og Saturn vórðu “sambundnar” ár 7 f.Kr.

Kvirinius landshøvdingi ella herovasti?

Ein kuril á tráðnum í jólaevangeliinum hevur leingi verið, at Kvirinius ikki gjørdist landshøvdingi í Sýria fyrrenn ár 6 ella 7 e.Kr. Tá skipaði Kvirinius fyri einum manntali í Judea, sum elvdi til ógvusligan ófrið frá jødum, men tað eru minst 10 ár eftir deyða Heródesar Mikla. Fer Lukas meðni skeivur, tá hann nevnir Kvirinius?

Kanska er tann einfaldasta loysnin, at hægemeuontos í grikska upprunatekstinum ikki nýtist merkja landshøvdingi. Orðið hevur breiðari týdning og merkir í grundini “tann leiðandi” ella “tann, ið hevur harradømið”, og kann merkja tann, ið hevur valdið á rómversku herdeildunum. Mangt bendir á, at slíkt vald hevði Kvirinius í fleiri ár, eisini í Sýria, áðrenn hann gjørdist landshøvdingi. Hevði hann ovasta hernaðarvaldið, hevði hann eftir rómverskum siði eisini myndugleika yvir landshøvdinganum í økinum. Var eitt manntal hildið, var tað tí herovastin, ið hevði evstu ábyrgdina, hóast landshøvdingin skuldi leggja tað til rættis. Tí kann Lukas 2,2 líka so væl verða týtt: “meðan Kvirinius hevði heryvirleiðsluna í Sýriulandi”. Valdsharrin í Sýria umsat rómversku áhugamálini í øllum økinum, íroknað Judea.

Í rómversku landslutunum var manntal hildið við føstum millumbili. Fyrsta manntalið í Sýria, sum aðrar keldur beinleiðis nevna, var manntalið, sum Kvirinius gjøgnumførdi 6 e.Kr. við harðari hond í Judea. Men Sýria hevði tá verið rómverskur landslutur heilt síðani ár 63 f.Kr., og tí er eingin grund til at halda, at hetta manntalið var tað fyrsta nakrantíð í Sýria.

Vit vita frá Egyptalandi, at har hildu rómverjar manntal 14. hvørt ár. Var sama millumbil galdandi í Sýria, hevur eitt manntal verið har umleið ár 8 f.Kr., sum so fall saman við, at Augustus keisari gjøgnumførdi eitt manntal í øllum ríki sínum. Sum herovasti hevði Kvirinius sum nevnt evstu ábyrgdina fyri fyrisitingini í landslutinum, íroknað manntalinum, meðan landshøvdingin Saturninus legði tað til rættis og stóð fyri tí. Kirkjufaðirin Tertullian (160-220 e.Kr.) skrivar, at Jesus varð føddur, meðan Saturninus var landshøvdingi í Sýria.

Tað “fyrsta manntalið”, sum Lukas skrivar um, er tí eftir øllum at døma júst tað fyrsta manntalið av fleiri (ella tað fyrra av tveimum), meðan Kvirinius hevði vald í Sýria, og sostatt ikki tað sama manntalið, sum varð hildið, tá hann seinni var blivin landshøvdingi.

Ein annar møguleiki er, at orðið “fyrsta” í Lukasi 2,2 eisini kann verða týtt “áðrenn”, so at tað ljóðar: “Hetta manntalið var, áðrenn Kvirinius var landshøvdingi í Sýriulandi”. Er tað rætt, nágreinar Lukas fyri lesarum sínum, at hetta altso er eitt annað manntal enn tað, sum Kvirinius gjøgnumførdi í ár 6 e.Kr. og sum elvdi til uppreistur, sum Lukas eisini vísir til í Ápostlasøguni (5,37).

Lukas var føddur og uppvaksin í Antiokia, sum var høvuðsstaður í landslutinum, og hevði tí atgongd til yvirlitini yvir teir hægstu rómversku embætismenninar. Tí hevur tað ikki verið nakar trupulleiki fyri hann at vita, júst hvør hevði ábyrgdina hvar, tá boðini fóru úr Antiokia til allan landslutin um, at øll skuldu lata seg skráseta í ættarbygd ella -býi sínum. Júst Lukas legði sum kunnugt stóran dent á tann søguliga samanhangin, sum hendingarnar viðvíkjandi Jesusi fóru fram í.

Eitt fjós og ein krubba?

Lat okkum so at enda – í hesi syftu – taka Jesu føðistað. “… og hon reivaði hann og legði hann í eina krubbu, tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum”, skrivar Lukas evangelistur (2,7). Jesus var sostatt føddur í sama rúmi sum seyður og onnur húsdjór, men eitt fjós var tað neyvan.

Jósef átti helst skyldfólk í Betlehem, og tað kundi ikki hent í teirra mentan, at tey vístu honum frá sær vegna plásstrot. Um tey so ongantíð høvdu hitt hvør annan fyrr; bert hann segði, hvør hann var, høvdu tey latið allar hurðar upp fyri honum og Mariu og gingið teimum báðum til handa.

“Tilhaldshúsið”, har tað ikki var rúm fyri teimum, var mest sannlíkt ikki eitt gistingarhús, men heldur eitt gestakamar hjá skyldfólki í Betlehem.

Flestu familjur tá á døgum búðu í húsum, sum í grundini vóru eitt hampiliga stórt rúm, men í tveimum pørtum. Í neðra búðu húsdjórini, sum vórðu leidd inn um kvøldið. Har var eisini matgerðarstaðurin. Gestir búðu so annaðhvørt í einum plássi aftast í húsinum ella uppi á loftinum. Har familjan búði, vóru vanliga hol í harða gólvinum, fylt við hoyggi, og har ótu djórini.

So nógv skyldfólk eru eftir øllum at døma longu í bygdini, at Maria og Jósef mugu búgva saman við húsfólkinum í sama rúmi sum djórini, og har eigur Maria. Mest natúrliga staðið at leggja ein nýføðing er í eina av hesum lægdum, sum vóru fullar av hoyggi. Tí er myndin allarhelst púra skeiv, av eini ungari familju í einum fjósi, púra einsamøll og uttan nakra umsorgan frá øðrum fólki. Tvørturímóti eiga vit at síggja fyri okkum, at tey so gott sum einki privatlív hava, tí skyldfólk eru allastaðni.

Tað skal tó leggjast afturat, at siðvenjan, at Jesus varð føddur í eini holu, er rættiliga gomul. Føðikirkjan í Betlehem er bygd omaná eina holu, sum verður søgd at vera staðið, har Jesus varð føddur, og sum mong túsundtals ferðafólk og pílagrímar vitja hvørt ár. Evangelistarnir nevna ikki Jesu føðistað nærri. Kirkjufaðirin Justin Martyrur er tann fyrsti, sum nevnir (umleið ár 150), at Jesus varð føddur í eini holu. Justin var sjálvur føddur í táverandi Palestina, og skrivar, at Jósef og Mariu máttu taka til takkar við eini holu nærhendis býnum.


Keldur:

Kenneth E. Bailey, “Jesus Through Middle Eastern Eyes, Cultural Studies in the Gospels”, 2008

Carsten Vang, “Tog Lukas fejl? Folketællingen, der forsvandt” í TEL 2011/4

Greinin hevur áður staðið á trubodin.fo



Ringur við navninum hjá Pilatusi funnin

Ein ringur við innskriftini “ogn hjá Pilatusi” er funnin. Spurningurin er bara: Hvørjum Pilatusi?

Eftir Seksdagakríggið í juni í 1967 fekk Ísrael brádliga eftirlitið við nýggjum stórum økjum, og ein og hvør fornfrøðingur visti, at her vóru fornlutir í hópatali at finna. Eitt av teimum støðunum, sum ísraelsku fornfrøðingarnir fóra at grava í, var oyðimarkarborgin Herodion, sum liggur 5-6 kilometrar eystanfyri Betlehem. Hetta er eitt risastórt øki við eini borg á einum eftirgjørdum heyggi. Har vórðu funnar stórar mongdir av fornlutum, sum skjótt hópaðu seg upp í køssum á hillunum á goymsluni hjá ísraelsku fornfrøðismyndugleikunum.

Tað verður enn grivið á Herodion. Men ferðin er sett nógv niður, og fyri stuttum gjørdi ein bólkur av fornfrøðingum av at fara at granska í teimum gomlu køssunum. Her funnu teir ein ring av kopari, sum, hóast hann varð funnin fyri 50 árum síðani, ongantíð varð kannaður nærri. Hann varð fyrst reinsaður væl og virðiliga, og síðani avmyndaður við nýggjastu tøknini.

Og úrslitið var stríðið vert. Tað vísti seg, at í ringinum er ein innskrift á grikskum, sum kann týðast “ogn hjá Pilatusi” ella “frá Pilatusi”. Innskriftin stendur kring eina mynd av einum grikskt-rómverskum vínkeri. Hetta er bara aðru ferð yvirhøvur, at tað er funnin ein innskrift við navninum Pilatus. Tað fyrra varð funnið í Kesarea í 1961, og tá Pilatus har eisini varð nevndur við fornavninum Pontius, var tað við vissu talan um rómverska landshøvdingin, sum stóð á odda fyri avrættingini av Jesusi.

Men hvussu er við omanfyri nevnda ringi: Stavar hann frá tí sama Pilatusi? Toymið, sum júst hevur kunngjørt fundið í einum viðurkendum fornfrøðiligum tíðarriti, er sera varið. Tey festa seg við, at kopar var eitt bíligt tilfar. Inngravingin á ringinum er heldur ikki serliga listarliga gjørd. Tey halda, at hon er gjørd lokalt, og við støði í tí halda tey, at tað er mest hugsandi, at tað ikki er persónligi ringurin hjá Pontius Pilatusi, tí hildið verður, at ein ríkur rómverskur landshøvdingi hevði borið ein ring av dýrum metalli, til dømis gulli.

Men tað fær tey tó ikki til at halda, at hann ikki hevur samband við Ponitus Pilatus. Hóast tað ivaleyst hava verið aðrir við navninum Pilatus, eru ikki aðrir kendir ígjøgnum keldur í fornøldini. Tað er sostatt eitt sera sjáldsamt navn. Harafturat kemur, at Herodion var undir valdi landshøvdingans og virkaði bæði sum eitt marglætissummarhús og sum goymsla fyri ognirnar hjá landshøvdinganum.

Við støði í hesum er mest hugsandi, at ringurin er vorðin brúktur av starvsfeløgunum hjá Pilatusi, sum høvdu til arbeiðis at umsita tær ognir, sum Pilatus hevði kraddað sær. Tær vórðu stáplaðar upp í Herodion og innsiglaðar við einum “ogn hjá Pilatusi” við innsiglisringinum hjá Pilatusi.

Kelda: Kristeligt Dagblad
(Greinin hevur eisini staðið í trubodin.fo)

Mynd: J. Rodman, C. Amit, IAA Photographic DepartmentHesin koparringurin lá goymdur í eini boks í 50 ár, inntil hann var nærri kannaður av ísraelskum fornfrøðingum. Í miðjuni sæst eitt vínker, og navnið Pilatus stendur spegilsvent rundanum, Høgrumegin stendur ”PI”. Vinstrumegin úr neðra ”LATO”.

Nýggj bíblia tekur støði í jødiskari mentan

Ísraelska bíbliufelagið fer, í samstarvi við ein ísraelskan listamann, at geva út nýggja familjubíbliu við heitinum “Jerusalem Illustrated Bible”. Henda bíblia skal endurreisa jødiska arvin úr skriftini.

– Vit liva í eini tíð, har tað fyri fyrstu ferð síðani á Jesu døgum eru heilar familjur, sum eru messianskir jødar (t.e. sum trúgva á Yeshua = Jesus úr Nasaret) – enntá eisini í øðrum og triðja ættarliði, sigur Victor Kalisher, sum er stjóri í Ísraelska bíbliufelagnum.
– Tær flestu bíbilsku myndprýðingarnar eru fremmandar fyri jødisku mentanini, og tí heldur ikki autentiskar. Hetta setur sjálvandi størri mørk millum jødar og kristin. Tað sama er galdandi fyri tey jødisku nøvnini í Nýggja Testamenti. Til dømis hevur Yeshua broytt seg til Jesus, Miriam til Maria og YHVH er enntá broytt til Harrin. Og ikki at gloyma navnið Jákup í staðin fyri Yaacov, sigur Victor Kalisher.
Hann greiðir frá, at í hesi útgávuni av Bíbliuni eru myndirnar autentiskar í mun til røturnar í Skriftini, og so eru tær mentanarliga viðkomandi fyri jødarnar.
– Mál okkara er at eggja messiansku rørsluni kring heimin, og at vælsigna trúgvandi við ymsum kristnum bakstøði við eini bíbliu, sum hevur autentiskar og vakrar myndir, sum hóska til jødiska fólkið og tann jødiska samanhangin, sigur hann.
– Hebraiski og enski teksturin standa lið um lið í nýggju útgávuni, av tí at meirilutin av messiansku jødunum framvegis býr uttanfyri Ísrael. Vit vilja nevniliga fegin hava tey til at kenna seg bundin at sínum jødisk-hebraisku røtum.
Allar tær nýggju myndirnar hevur Elhanan ben-Avraham gjørt. Hann býr í Tzur Hadassah. Hann er messianskur listamaður, sum í 40 ár hevur búð í Ísrael og hevur skapað nógva list.
– Eg setti meg afturá fyri sálarliga at kanna ta bíbilsku list, sum eg havi gjørt, síðani eg kom til Ísraels at búgva í 1979. Tað undraði meg, at eg hevði teknað og málað so nógv ymisk verk, grundað á so mangar bíbilskar søgur, at tað var nóg mikið til at myndprýða eina heila bíbliu, sigur Elhanan.
Victor roknar við, at Bíblian verður prentað í ár ella fyrst í 2019.
– Vit vænta og biðja eftir, at henda bíblian fer at vera til signingar fyri mong menniskju í øllum aldri og familjur, og til at stuðla tey í trúnni og geva teimum størri vitan um, hvør Gud er, sigur hann.
Hann leggur afturat, at bíbliufelagnum í Ísrael tørvar fíggjarligan stuðul, og tey vóna, at einstaklingar og felagsskapir vilja stuðla teimum í hesi verkætlanini.

Kelda: Danska Ísraelsmissiónin
(Greinin hevur staðið í trubodin.fo)

Kom við á bíbliuskeið í Ísrael

Bíbliuskeiðið verður hildið í danska húsinum hjá Ordet & Israel í Poriya, sum liggur við Genesaretvatnið, frá umleið 29. juni til 16. juli 2019.

Vit gista á dupultkømurum við aircondition í sera vakra og friðarliga býnum Poriya. Har er einastandandi vakurt útsýni yvir Genesaretvatnið.
Vit hava húsið fyri okkum sjálvi og standa sjálvi fyri reingerð. Mat fáa vit gjørdan.
Ferðast verður meginpartin av tíðini í Ísrael í persónbilum, men eisini í bussi.
Tað er sera heitt í Ísrael hesa tíðina av árinum (30-45 hitastig), og mugu luttakararnir tí tola nógvan hita.

Stutt um skránna:
– Bíbliutímar verða hildnir dagliga.
– Undirvísing fer eisini fram, tá ið vit ferðast út á ymisk bíbilsk støð.
– Vit búgva stutt frá Tiberias, har møguleiki er at fara til handils, svimja, njóta sólina v.m.
– Teir seinastu dagarnar verða vit í Jerúsalem.

Ein vanligur dagur:
– Útferð
– Fríløta
– Bíbliutími
– Hugni
– Andakt

Kostnaður fyri ferðina:
Ikki greitt enn.

Fyriskipari:
Ísraelsmissiónin.

Ferðaleiðarar:
Marna & Frants Jensen og Petra & Jóhan Henriksen. Ferðaleiðararnir hava fleiri ferðir áður verið ferðaleiðara í Ísrael.

Tilmeldingin hjá:
Frants Jensen, tel 793002 ella jensenfrants@gmail.com ella
Jóhan Henriksen, tel 457795 ella 457795@olivant.fo

Tekningarfreist:
15. februar 2019.

(Myndirnar eru frá bíbliuskeiðnum 2017)

Ortodoksir jødar taka við trúgv

Í Ísrael hoyra vit ikki ofta um stórar vekingar. Tá er tað meira ein og ein, ið vit hoyra um, sum taka við trúgv á Jesus. Í flestu førum eru tað verðsligir jødar.

Tað er meira sjáldan at vit hoyra um, at ortodoksir jødar taka við trúgv. Men hóast ikki so ofta, so eru tað framvegis nakrir “Paulusar”, ið koma til trúgv.
Ein av hesum er ein ortodoksur maður, ið bankaði uppá hjá prestinum í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv. Hann kom frá einum ortodoksum jødiskum umhvørvi, og hevði ferðast langvegis fyri at koma til kirkjuna. Hann mátti finna ein prest, ið kundi týða dreymarnar, ið hann hevði droymt. Hvørja sabbatsnátt hevði hann sama dreymin. Hann sá ein kross. Nú bað hann prestin hjálpa sær.

Jødar frá Mea Shearim
Tað frættist eisini um jødar frá tí mest konservativa ortodoksa økinum í Jerúsalem, Mea Shearim, sum lesa Nýggja Testamenti, og sum eru sannførdir um, at Jesus er Messias. Teir halda hetta loynt. Halda ikki at tíðin enn er búgvin at standa fram við hesum boðskapinum.
Í blaðnum Israel Today í juli 2018 var ein yvirskrift “Nútíðar Saulus frá Tarsus”. Greinin var um Itzhak Shapira, sum var ein ortodoksur jødiskur antitrúboðari, sum fann Jesus við granskan av lógini og Talmund, jødiskum skriftum.
Kelda: Misjonsblad for Israel nr 4, 2018

Grípandi vitnisburðar um at Gud setur í frælsi

Undir eini gudstænastu hoyrdi Karen vitnisburð frá eini kvinnu, sum var illa stungin og deyðanum nær, eins og fanganum, ið var komin til trúgv og sum sat í fongslinum og fylgdi við gudstænastuni.

Í mars í ár fór Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi til Ísraels at arbeiða sum volontørur á Ebenezarheiminum í Haifa. Hon hevur áður í Shalom-Blaðnum nr. 1, 2018 greitt frá sínum arbeiði. Nú hava vit spurt hana millum annað um tær hátíðirnar, sum eru í Ísrael í september og oktober.
– Á heiminum, har eg arbeiði, merkja vit ikki so nógv til, at tað eru hátíðir. Har eru bæði jødar, arábar og kristin, og tað verður ikki gjørt so nógv burturúr hátíðunum. Tá ið jødiska nýggjárið, rosh ha-shana, var, so varð tó grillað úti í havanum, sigur Karen.

Leyvskálahátíðin
Á leyvskálahátíðini varð heldur ikki gjørt so nógv burturúr á heiminum, men nógv varð gjørt burturúr í Eliaskirkjuni, har Karen fleiri ferðir hevur verið. Hetta er ein hátíð, har takkað verður fyri grøðina, men eisini har minst verður til tey 40 árini í oyðimørkini, tá ið Harrin leiddi og tók sær av fólkinum. Nógvastaðni í Ísrael verða leyvskálir bygdar bæði inni og úti, og fleiri sova undir leyvskálum hesa vikuna, hátíðin er.

Frælsur í fongsli
– Leyvskálahátíðin er ein gleðishátíð. Shmuel Aweida, presturin í kirkjuni, tosaði nógv um hetta, at fólkið varð sett í frælsi frá trælahaldi í Egyptalandi. Men hann legði eisini dent á, at ta veruliga gleðin fáa vit, tá ið vit eru sett í frælsi av Kristi. Og viðkomandi, ið er settur í frælsi av Kristi, er ikki trælur longur, segði hann.
– Miðskeiðis undir taluni segði hann, at tílíkt frælsi kann ein eisini hava, sjálvt í einum fongsli, um ein altso er settur í frælsi av Kristi. So tók hann fartelefonina av talarastólinum og segði, at ein fangi, ið sat handan rimarnar í tríggjar mánaðir hevði fylgt við í gudstænastuni, og hann sat og lurtaði hesa løtuna gjøgnum telefonina. Hetta var stórt at hoyra, sigur Karen.

Fekk ikki ró, fyrr enn hon fyrigav
Ein annan dag í kirkjuni vitnaði ein ung kvinna, og hon segði, at hon var álopin, stungin og  illa skadd. Hon kom tó fyri seg aftur. Hon segði, at hon fekk tað soleiðis, at hon mátti fyrigeva hesum manninum, ið hevði stungið hana. Áðrenn hon avgjørdi at fyrigeva, hevði hon tað ringt. Men seinni fór hon at vitja hendan mannin í fongslinum, og fortaldi honum, at hon fyrigav honum alt. Fangin undraði seg og spurdi, hví hon kom at siga honum hetta. Hon fekk so høvi at vitna fyri honum, og hann kom til trúgv á Jesus, sigur Karen.
Tað vísti seg, at hesin fangin var hann, sum í fleiri vikur hevði fylgt við gudstænastuni gjøgnum telefonina. Tað var stórt at hoyra, at sjálvt í fangahúsi kundi hann vera frælsur, sigur Karen.

Stóri sáttargerðardagurin
Yom kippur – tann stóri sáttargerðardagurin – hevur eisini verið í heyst. Tað er ein dagur, tá ið fólk fasta, biðja um fyrigeving og sóna seg við Gud.
– Eg var í Jerúsalem, tá ið yom kippur var. Eg var millum annað við Grátimúrin, og har sá eg nógv hvíttklødd fólk biðja. Tað var eisini lisið úr Torarulluni. Hóast álvarsamt, so var tað eisini ein gleðifest. Tað, sum eisini var serligt, var allur friðurin. Tað vóru eingir bussar og eingir bilar á gøtunum. Ja, sjálvt ikki arábararnir fingu loyvi at koyra.
– Meðan eg eri við Grátimúrin, taki eg telefonina fram og seti meg at lesa í Bíbliuni. Tá koma tvær vaktir og siga við meg, at eina heilaga løtu sum hesa, er ikki loyvi at nýta elektronisk tól. Eg hugsaði við mær, hvussu nógv jødarnir eru bundnir til lógina, hvat er loyvt og ikki loyvt. Vit eru sett í frælsi í Kristi, og eg sendi ein bøn uppeftir, at jødarnir eisini máttu uppliva tað, at vera sett í frælsi av Kristi, sigur Karen.

Vitja í Samária
Karen hevur eisini uppliva annað. Hon hevur millum annað vitjað í Samária, millum annað eina bygd, har samáritánar enn búgva og liva eftir sínum siðvenjum. Tey vitjaðu eisini býin Samária, har fjøllini Garizim og Ebal liggja hvørjumegin við, sum í Bíbliuni verða nevnd signingarfjallið og banningarfjallið. Tey sóu eisini omanyvir Sikar – sum nú verður kallaður Nablus – har millum annað Jákupsbrunnur er, og har Jesus tosaði við kvinnuna.

Aðrir føroyingar
Karen letur annars væl at. Tað hevur verið sera heitt í summar, men nú er tað eitt sindur svalligari. Hon gleðist eisini um at hava sæð tveir føroyingar – Annu Mariu og Bárður á Kinn – nakrar ferðir síðstu vikurnar, nú tey hava tænt í Norðurísrael í nakrar vikur.
Til ber at stuðla Karen við at lata eina gávu til Ísraelsmissiónina.

Kom við á bíbliuskeið í Ísrael í 2019

Bíbliuskeiðið verður hildið í danska húsinum hjá Ordet & Israel í Poriya, sum liggur við Genesaretvatnið, frá umleið 27. juni til 14. juli 2019.

Vit gista á dupultkømurum við aircondition og standa sjálvi fyri matgerð og reingerð.

Ferðast verður meginpartin av tíðini í Ísrael í persónbilum, men eisini í bussi.
Tað er sera heitt í Ísrael hesa tíðina av árinum (30-45 hitastig), og mugu luttakararnir tí tola nógvan hita.

Kostnaður fyri ferðina: Ikki greitt enn.

– Bíbliutímar verða hildnir dagliga.
– Undirvísing fer eisini fram, tá ið vit ferðast út á ymisk bíbilsk støð.
– Vit búgva stutt frá Tiberias, har møguleiki er at fara til handils, svimja v.m.
– Teir seinastu dagarnar verða vit í Jerúsalem.

Ein vanligur dagur:
– Útferð
– Fríløta
– Bíbliutími
– Hugni
– Andakt

Ferðaleiðarar:
Marna & Frants Jensen og Petra & Jóhan Henriksen.  Tey hava fleiri ferðir áður verið ferðaleiðara í Ísrael.

Tilmeldingin hjá:
Frants Jensen, tel 793002 ella jensenfrants@gmail.com ella
Jóhan Henriksen, tel 457795 ella 457795@olivant.fo

×