Eg møtti Yeshua á YouTube

Tveir ungir messianskir jødar í Ísrael, Eitan og Moti, eru sera virknir við evangelisering á heimasíðu, YouTube og facebook. Sera nógv síggja teirra videobrot og vitnisburðar og fáa annars meiri at vita um Yeshua (Jesus).
Videobrotini eru væl gjørd og av tí sama sera forvitnislig. Tað eru eisini nøkur, ið eru komin til trúgv á Jesus av at síggja hesi videobrotini.
Ein ortodoksur jødi við navninum Gil skrivar soleiðis til Eitan 16. august í 2016:

“Eg havi ikki orð fyri mítt takksemi til tín og Moti fyri greinarnar og videobrotini. Eg sá tykkara videolýsingar á YouTube fyri einum ári síðani, men tá ið eg fann út av, at tað var um kristindómin og Jesus, sløkti eg. Men her í seinastuni rendi eg meg aftur í tykkara video, og eg kendi meg raktan á ein tílíkan hátt, at eg mátti fara at lesa profeti’ini í Gamla Testamenti. Tað yvirraskaði meg at finna út av, at tey øll peikaðu á Yeshua.

Síðani ynskti eg at fáa meir at vita um tann messianska jødiska lívsstílin – hvussu liva tit tykkara lív – men eg legði til merkis, at tað handlar ikki um, hvat vit gera, men um hvat er innaní, broytingin í hjartanum.

Eg varð føddur inn í eina ortodoksa jødiska familju, og eg gekk sera høgt upp í mín átrúnað. Tá ið eg hevði bar mitzvah (á leið svarandi til konfirmatión í kristnu kirkjuni) var eg sera trupul at hava við at gera, tí eg gekk so strangt eftir lógini. Seinni kom eg til tað úrslit, at nakað var galið, og eg vrakaði bæði Gud og átrúnaðin. Nakað seinni vendi eg mær aftur til Yeshiva (eitt slag av jødiskum toraskúla), og eg helt, at tey kundu hjálpa mær. Men eg fór frá teimum eitt ár seinni sum ateistur. Hendan summarferian hevur broytt mítt lív. Eg fann Messias, og fyri tveimum døgum síðani gav eg mítt lív til Jesus.————–

Fakta:
Á www.oneforisrael.org og www.imetmessiah.com eru vitnisburðar, bíbliuundirvísing, gudfrøði, bloggar og nógv annað, sum Eitan og Motti hava framleitt. Nógv av tilfarinum er á video, og tað er sera áhugavert at hyggja eftir.

Mynd av www.oneforisrael.org

Møti við Ole Andersen

Aðalskrivarin í donsku rørsluni “Ordet og Israel”, Ole Andersen, vitjar í Føroyum í døgunum 10. – 15. mai 2017

Mikukvøldið 10. mai kl. 19.30 í Missiónshúsinum í Miðvági.
Evni: Profetiini um hini deyðu beinini – hvat vil Gud siga okkum. Ezekiel 37,1-14

Hóskvøldið 11. mai kl. 20 í Meinigheitshúsinum í Havn.
Evni: Profetiini um hini deyðu beinini – hvat vil Gud siga okkum. Ezekiel 37,1-14

Dýra biðidag 12. mai kl. 18.00 í Tabor á Toftum.
Evni: Guds fjalda ætlan við Ísrael. So skulu tjóðirnar viðurkenna.

Leygardagin 13. mai í Emmaus í Klaksvík.
Kl. 15.30 Drekkamunnur
Kl. 16.00 Guds stóra ætlan við Ísrael og okkum.
Kl. 17.00 Hvat sigur mest týðandi profetiið um framtíð Ísraels. 5. Mós. 30,1-10
Kl. 18.00 Nátturði
Kl. 19.00 Eru profetiini um Ísrael um at ganga út? Hvussu langt eru vit komin?
Kl. 20.00 Hvat hendir nú í Ísrael?

Sunnudagin 14. mai kl. 18.00 í Missiónshúsinum í Porkeri
Evni: Guds stóra ætlan við Ísrael og okkum

Øll eru vælkomin til tímarnar.

Høvi verður at stuðla arbeiðinum.

Ísraelsmissiónin

Volontørur í Ísrael

Leygardagin 11. mars fór Kartin Høgnesen úr Leirvík til Ísrael. Hann verður volontørur hjá Ísraelsmissiónini í tríggjar mánaðir.

Kartin hevur fleiri ferðir áður verið í Ísrael. Hann hevur verið við teimum flestu Ísraelstoymunum hjá Ísraelsmissiónini, ið hava virkað í Ísrael síðani 2006. So tað er als ikki nakað fremmant, hann er farin til.

Sum volontørur skal hann virka í eini kirkju í Norðurísrael. Har er bæði barna-, og ungdómsarbeiði, og nógv verður eisini gjørt við hjálpararbeiði bæði millum rúsmisnýtarar, flóttarfólk og onnur.
Ísraelsmissióni stuðlar Kartin fíggjarliga og í forbøn.

Sunnukvøldið, áðrenn Kartin fór avstað, varð biðið fyri honum í missiónshúsinum í Leirvík. Frants Jensen, formaður í Ísraelsmissiónini, og Árni Jacobsen, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið í Leirvík, lósu tvey skriftstøð og bóðu fyri honum.

Á ungdómsmøtinum í Leirvík varð eisni biðið fyri honum, og øll tey 50, ið vóru har, vóru við til at biðja fyri honum.

Kartin verður tríggjar mánaðir í Ísrael. Síðani verður hann umleið ein mánaða heima og fer so aftur til Ísrael sum ein av leiðarunum á Ísraelstoyminum 2017.

Ísraelsmissióni heitir á vinirnar um at biðja fyri Kartin, og vil onkur stuðla, eru tey vælkomin at lata Ísraelsmissiónin eina gávu.

Ísraelstoymið/TeenStreet summarið 2017

Kom við á Ísraelstoymið 2017. Tú fært eisini TeenStreet við.

ANDALIGT RETREAT
Túrurin byrjar við einum sokallaðum “andaligum retreat” í Migdal. Migdal er ein lítil og hugnalig bygd við Genesaretvatnið. Haðani gera vit styttri túrar til Deyðahavið, Massada, Genesaretvatnið, Jerúsalem og aðrastaðni. Og fyri tey, ið dáma væl at ganga, fara vit at skipa fyri styttri gongutúrum í vøkru náttúruni kring Migdal.

TÆNASTA HJÁ SAMKOMU Í ISIFYA
Í tvær vikur tænir toymið við ymiskum praktiskum uppgávum. Nógv børn eru dagliga knýtt til samkomuna og verða nøkur frá toyminum við í barnaansingini. Onnur fara at mála, rudda, vaska og gera ymiskt havaarbeiði.

TEENSTREET Í OFFENBURG
Aftaná smáar tríggjar vikur í Ísrael, verður flogið beinleiðis til Týsklands. Har verða vit partur av altjóða TeenStreet tænastutoyminum. Uppgávurnar eru nógvar og ymiskar, so har verða vit ikki arbeiðsleys.

Farið verður eftir ætlan úr Føroyum 6. juli og komið verður heimaftur 2. august.

PRAKTISKIR UPPLÝSINGAR
Aldursmark: 18 ár
Kostnaður: 17.500,- Sigast skal, at vit fara at hava ymisk innsavningartiltøk. Hini árini hevur kostnaðurin verið umleið 8.000,- í part, aftaná innsavningarnar
Kunningarkvøld: Kunningarkvøld við ymiskari luttøku verður 23. november kl 19.30 í Glyvra missiónshúsi
Tilmeldingarfreist: 20. desember 2016.
Ferðin, retreatið og tænastan í Ísrael verður gjørt í tøttum samstarvi við Ísraelsmissiónina. TeenStreet verður gjørt í samstarv við OM Føroyar

KONTAKIR:
Anton Højgaard, antonhojgaard77@gmail.com, 739313
Kartin Høgnesen, kartinhognesen@gmail.com, 743122

Rolf Gunnar Heitmann talar um Ísrael og Jesus

19. og 20. november vitjar Rolf Gunnar Heitmann, aðalskrivari í norsku Ísraelsmissiónini, í Føroyum. Hann talar millum annað um Guds útvalda fólk.

Rolf Gunnar er prestur og hevur í nógv ár verið aðalskrivari í norsku Ísraelsmissiónini. Hann er nógv brúktur og virdur talari, og umframt sera stóran bíbilskan kunnleika, hevur hann eisini nýggjastu vitanina um, hvat hendir í Ísrael og aðrastaðni, har jødar búgva. Serliga er hann upptikin av at boða jødunum evangeliið um Jesus.

Evnisdagur á Glyvrum
Leygardagin 19. november talar og undirvísir Rolf á einum evnisdegi í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum.
Byrjað verður klokkan 15, tá ið hann talar um “Guds ætlan og Guds loyndardómur.” (Hetta er serliga út frá Efesusbrævinum, kapitlarnir 2 og 3). Her verður dentur serliga lagdur á at skilja leiklutin hjá okkum og Ísrael í Guds stóru frelsuætlan.
Klokkan 17 er evnið “Jødi og kristin – ein mótsøgn?” Her verður dentur lagdur á, hvat er serligt við jesustrúgvandi jødum (messianskum jødum) í mun til onnur kristin.
Klokkan 20 er møti, har Rolf talar um evnið “Guds útvalda fólk – hvør og hvat er tað?” Her verður spurningurin viðgjørdur, hvat tað inniber, at Ísrael er Guds útvalda fólk, og hvussu vit, sum ikki eru jødar, skilja og fyrihalda okkum til Ísrael sum eitt útvalt fólk. Komið verður eisini inn á spurningin, um kirkjan og Ísrael eru tvey ymisk gudsfólk.

Møti í Fuglafirði
Sunnudagin 20. november verður Rolf Gunnar við til tvey ymisk tiltøk.
Klokkan 11 prædikar hann í Skála kirkju.
Klokkan 18 talar hann á møti í missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði. Hann talar yvir evnið ”Jesus og Ísrael”. Komið verður millum annað inn á, hví tað eru so fáir jødar, sum í dag trúgva á Jesus, hvat jødar í dag hugsa um Jesus, og hvønn leiklut tey messiansku hava í Ísrael í dag.
Rolf fer eisini á tiltøkunum at siga frá tí nýggjasta úr Ísrael.
Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin.

Mynd:
Rolf Gunnar Heitmann, aðalskrivari í norsku Ísraelmissiónini.

Krossur framman – Heimur aftan

Seinastu tíðina hava fimm persónar latið seg doypa í Immanuselskirkjuni í Tel Aviv. Ein av teimum er Sahar

Nakað av tí fyrsta, Sahar hoyrdi um kristnu trúnna, var, tá ið hann spældi fótbólt saman við nøkrum arábiskum kristnum. Hann legði merki til, at teir vóru øðrvísi á vøllinum. Teir banaðust iki og høvdu umsorgan fyri hvørjum øðrum.
Hann gavst at spæla fótbólt við temum, men Jesus, sum teir høvdu tosað um, fór ikki úr høvdinum hjá Sahar. Hann fór at lesa Nýggja Testamenti, og fýra ár seinni tók hann við trúgv á Jesus. Seinni flutti hann til Týskland, og har kundi hann tosa eitt sindur um sína trúgv. Men tá ið hann kom aftur til Ísraels, hevði hann ikki lætt við at tosa opið um sína trúgv. Men so einaferð stutt fyri jól, gjørdi hann nakað óvanligt. Hann skrivaði á sin facebookvanga: “Krossur framman. Heimur aftan. Eingin vegur aftur”.

Broytingar í gerandisdegnum
Eingur vegur aftur. Daman hjá honum vildi ikki góðtaka, at teirra møguligu børn skuldi læra Jesus at kenna, so hann sá ongan annan møguleika enn, at tey fóru frá hvørjum øðrum.
Arbeiðið hevði hann longu sagt upp, tí hann helt ikki, at hann í starvinum sum seljari kundi lúgva fyri kundunum – eitt trýst, ið hann hevði kent á sær – og tað vildi hann ikki halda fram við, um hann veruliga vildi liva fyri Honum, ið livdi og doyði fyri hann.
– Eg tjenti nógvar pengar í arbeiðinum, men eg misti sál mína. Nú arbeiði eg sum hjálparfólk fyri børn við serligum tørvi.
Í grundini var tað ikki nakað nýtt fyri Sahar, at Guds Orð sigur, at ikki er rætt at lúgva. Men nú vildi hann eisini liva soleiðis sum Guds orð sigur.

Doyptur
Sahar varð doyptur stutt eftir páskir.
Sahar gongur í Immanuelskirkuna í Tel Aviv. Hetta er kirkjan, ið Ísraelsmissiónin hevur stuðla í forbøn og fíggjarliga í fleiri ár. Fýra onnur, sum eisini koma í Immanuelskirkjuna, hava eisini latið seg doypa fyri og eftir páskir.

Mynd:
Sahar læt seg doypa stutt eftir páskir.

Møtir við Jákup E. Petersen og Torben Mathiesen

29. februar – 6. mars fær Ísraelsmissiónin vitjan av Jákup E. Petersen og Torben Mathiesen.

 

Jákup er uppvaksin í Klaksvík. Hann býr í Keypmannahavn og er í løtuni í gongd við gudfrøðisútbúgving. Torben Mathiesen er í starvi sum landsskrivari hjá “Ordet og Israel” í Danmark.

Skráin hjá Jákupi E. Petersen:

Mikudagin 2. mars kl. 20
í KFUM og K í Klaksvík
Evni: Bókin hjá Zakarja

Fríggjadagin 4. mars kl. 20 í Sumba
Evni: Kallið til at venda umJákup fer eisini at vitja og undirvísa í PODAS kring landið.

Skráin hjá Torben Mathiesen:
Mikudagin 2. mars kl. 20
í Emmaus í Klaksvík
Evni: Spádómarnir um Ísrael – tey 4 stigini

Hósdagin 3. mars kl. 20
í missiónshúsinum á Glyvrum
Evni: Í Guds ætlan og hondum

Fríggjadagin 4. mars kl. 20
í missiónshúsinum á Sandi
Evni: Í Guds ætlan og hondum

Leygardagin 5. mars
Evnisdagur um Jóhannesar Opinbering
í Emmaus í Klaksvík
Kl. 15.00 Kaffi
Kl. 15.30 1. kap. Frágreiðing um bókina
Kl. 16.30 4. – 7. kap. Gud er í hásætinum
Kl. 18.00 Nátturði
Kl. 19.00 8. – 18. kap. Trongdir og sigur
Kl. 20.00 19. – 21. kap. Jesu afturkoma

Sunnudagin 6/3 kl. 18.00
í Tabor á Toftum
Evni: Spádómarnir um Ísrael – tey 4 stigini

Vælkomin til tiltøkini
Ísraelsmissiónin

Tríggjar vikur í tænastu í Ísrael

Ísraelstoymið, áður við Heimamissiónini sum sendara, nú við Ísraelsmissiónini, hevur tíggju ár á baki.

 

Fyrstu árini varð ítróttur brúktur fyri at skapa kontakt; fótbóltur, fimleikur, svimjing v.m. Eisini vórðu smá drama og ymiskir dansir, drama og dansir, ið onkursvegna vóru við at boða evangeliið, vístir á almennum støðum.

Kartin Høgnesen verið drúgvur
Nógvir ymiskir leiðarar hava verið knýttir at toyminum, men eingin so knáur sum Kartin Høgnesen. Okkurt hendinga árið undantikið, hevur leirvíkingurin verið við øll árini, annaðhvørt sum luttakari ella leiðari. Spurdur hvørt toymið, tess endamál og missión er broytt hesi árini, er hann skjótur at undirstrika, at endamálið enn sum áður er, at jødin verður náddur við evangeliinum, men at hátturin (missiónin) hevur flutt seg frá at vera ítróttarmissión + drama og dansur til í dag, burturav, at vera eitt tænastutoymi í meinigheitini Or HaCarmel í Isifya, Haifa.

Broytingin er hend so líðandi. Ymiskar lokalar kontaktir og samstarvsfelagar og góð ráð frá luttakarunum hava gjørt sítt til, at toymið hvørt ár hevur ment seg, bæði tá hugsað verður um tænastuna og fríðtíðina hjá toyminum, fríðtíð sum toymislimirnir forrestin sjálvi gjalda fyri.

Mentanarmunir ein avbjóðing
Ein avbjóðing, ið konseptið stuttíðarmissión javnan møtir er, at stutti steðgurin á missiónsmarkini, heldur enn at vera við til at lyfta og bera arbeiði hjá teimum lokalu, blívur til eyka upptøku, tá ið toymið er farið heimaftur. Týdningarmikið at mentanarmunir verða havdir í huga, tá ið farið verður í onnur lond at boða evangeliið. Nógvar misskiljingar og óhepnar støður eru íkomnar vegna onga ella vánaliga fyrireiking. Misskiljingar og støður, ið vórðu umgingnar, um toymið áðrenn fráferð gjørdi sær ómak betur at skilja mentan, fólk og fæ í landinum, ferðast var til.

Tæna teimum ið boða
Tíggju ár í Ísrael hava lært okkum eitt sindur. Heldur enn sum áður, tá ið toymið eisini sjálvt skipaði fyri møtum og evangeliseraði á gøtum Ísraels, hevur toymisleiðslan og Ísraelsmissiónini, valt at tæna samkomuni Or HaCarmel í Isifya, Haifa. Í meðan starvsfólkið og nakrir av íbúgvunum í kirkjubygninginum hjá Or HaCarmel, plaseraður á hægsta punkt Carmels, dagliga arbeiða við at boða evangeliið, so hevur toymið fingist við at skava gamla máling, spartlað, málað, ruddað, støvað av, vaskað, ansað børn v.m. Tað kann tykjast trivielt og spill av tíð og góðum kreftum, at ferðast góðar 4.000 km, at gera handaligar og sera praktiskar uppgávur, men lat tað vera sligið púra fast, enntá við sjey tumma seymi, at, vegna tað at vit, saman við øðrum toymum, árliga, veita eina hjálpandi hond í Or HaCarmel, so kunnu, David Davis og Peter Tsukahira, teir, ið í 1991 savnaðust um felags visiónina, at stovna eina meinigheit á Carmels fjalli, saman við konum sínum, betur hugsavna seg um arbeiðið í Or HaCarmel og tænastugreinar tess.
Ver vælkomin við!
Aftur í ár bjóðar Ísraelsmissiónin øllum áhugaðum at vera vælkomin at søkja um luttøku við Ísraelstoyminum 2016!
Eins og undanfarin ár, so fer toymið at gera praktiskar uppgávur í Or HaCarmel.

Leiðarar:
Anton Højgaard og Kartin Høgnesen

Tilmelding hjá:
anton@pl.fo 739313
ella
Kartinhognesen@gmail.com 743122

18 ára aldusmark

Tilmeldingar freist:
20. Februar

Fyribils skrá:
Ógviliga sannlíkt at skráin, bæði dagar og innihald, verður broytt.27.06.16
Fráferð Vágar – KBH
– Gist verður á Hotel Hebron

28.06.16
Fráferð KBH – Tel Aviv
– Koma væntandi til Ísraels seint seinnapart og ferðast til Migdal29.07.16 – 05.07.16
– Andaligt retreat í Beit Bracha, “house of Blessing”, bønar og retreat sentur í Migdal (Galileu).
– Góð og solid undirvísing. Føroyskir og ísraelskir undirvísarar. Spennandi, mennandi og viðkomandi undirvísing. Góður felagsskapur í einum stillum og kveikjandi umhvørvi.
– Útferðir til Genesaretssjógvin og møguligvís Jerúsalem, Deyðahavið, Masada v.m.
– Ætlanin er eisini at brúka tíð í umhvørvinum kring Migdal; ganga langar túrar og “útforska” ísraelsku náttúruna.

05.07.16 – 18.07.16
– Tænasta í Or HaCarmel

18.07.16 – 20.07.16
– toymið tekur sær av løttum

21.07.16
– Ferðast heim

Á bíbliuskeiði í Ísrael

Í tvær vikur í summar skipaði missiónshúsið Emmaus í Klaksvík saman við Ísraelsmissiónini fyri bíbliuskeiði í Ísrael. 27 fólk vóru í ferðalagnum og í besta veðri og nógvum hita lærdu vit meira úr Guds orði, eins og vit upplivdu og sóu nógv av Norðurísrael

Bíbliuskeiðið varð hildið í danska húsinum hjá Ordet & Israel, sum liggur við Genesaretvatnið. Húsið er í Poriya, tætt við Tiberias. Húsið verður brúkt sum bíbliuskúli hjá ungum dønum. Vit leigaðu húsið í tvær vikur í summar.

Bíbliutímar knýtt at støðum í Ísrael
Bíbliutímar vórðu hildnir dagliga. Tað vóru nakrir av luttakarunum, ið skiftust at hava bíbliutímarnar: Jóhan Henriksen, Atli Rasmussen, Frants Jensen og Silas Olofson. Flestu av bíbliutímunum vóru knýttir til onkra hending, ið gekk fyri seg í Ísrael.
Vit vóru eisini og vitjaðu fleiri støð í Ísrael, har evnið fyri bíbliutímarnar fór fram. Millum annað Genesaretvatnið, Sælufjallið, Kesarea Filippi, Kesarea við havið, Jerúsalem, Jeriko og Nazaret.
Umframt bíbliutímar høvdu vit eisini andaktir hvønn dag.
Í sambandi við nakrar av útferðunum var onkur av dønunum, sum starvast hjá Ordet & Israel, við okkum, og teir greiddu frá og høvdu andaktir út frá teimum ymisku bíbilsku støðunum, vit vitjaðu.
Aðrar dagar vóru vit sjálvi “guide”.

Hitamet
Á ferðini skiftust vit at gera mat. Vit leigaðu bilar, og koyrdu sjálvi runt í Ísrael. Á dagsferðunum til Jerúsalem og Jeriko leigaðu vit tó buss.
Vit vóru í Ísrael tvær tær fyrstu vikurnar í august. Hetta er heitasta tíðin á árinum. Meðan vit vóru har, var hitabylgja. Tann eina dagin varð nýtt met sett. Hesin dagurin var tann heitasti dagurin, ið nakrantíð er máldur í Ísrael. Hitin lá vanliga millum 35 til 45 hitastig um dagin. Vit máttu tí drekka nóg mikið av vatni, og vit gleddust um, at tað var vælvirkandi aircondition bæði í húsinum, har vit búðu, og í bilunum.

Vitnisburður frá Jenny
Vit vóru til messianska (kristna) gudstænastu í Tiberias, og vit høvdu eisini vitjan av messianskari kvinnu, Jenny, ið livandi greiddi frá sínum vitnisburði, hvussu hon var komin til trúgv á Jesus.
Jenny er jødi og uppvaksin í USA. Øll barnaár hennara sat pápin í fongsli, tí hann var dømdur fyri manndráp. Sjálv hevði hon fleiri diagnosur og segði seg vera trupla at hava við at gera. Nógv hendi í hennara lívi. Millum annað kom hon í samband við eina kvinnu, sum í fleiri ár bað fyri henni, at hon mátti koma til trúgv á Jesus.
Á eini ferð í Danmark kom hon til trúgv á Jesus. Hon flutti seinni til Ísrael, har hon hevur arbeitt nógv við trygdini hjá Ísrael. Hóast diagnosur, so er hon í dag væl útbúgvin og hevur bæði mastergrad og phd. Hon er partur av messianskari meinigheit, og tað liggur henna á hjarta, at aðrir jødar skulu koma til trúgv á Jesus. Hon heitir á kristin runt um í heiminum at biðja fyri Ísrael.

“Við Tórði á túri”
Tætt við Danska húsið er ein svimjihylur í eini kibbutz, sum var dúliga brúktur. Svomið varð eisini í Genesaretvatninum, í Deyðahavinum, í Miðalhavinum og í heitum keldum.
Fólk ymsastaðni úr Føroyum vóru við á ferðini. Ein av teimum var Tórður Mikkelsen, og hann gjørdi eina fína sending “Við Tórði á túri í Norðurísrael”, sum varð send í Kringvarpi Føroya í september. Til ber at hoyra sendingina á kvf.fo.

Orð: Frants Jensen
Myndaánari: Tórður Mikkelsen

Vælkomin til møtir og tiltøk við Christian Rasmussen

Hósdagin 5. mars kl. 19
Føstugudstænasta í Skálavíkar kirkju
Aftaná gudstænastuna greiðir hann í Kelduni frá aktuellu støðuni hjá kristnum í Ísrael

Fríggjadagin 6. mars kl. 20
Møti í missiónshúsinum í Miðvági
Evni: Guds orð til Guds fólk
Innsavnan

Leygardagin 7. mars
Evnisdagur í kirkjukjallarinum í Gøtu
kl. 15:00 Evnisdagur byrjar
Evni: Estrarbók 1 (Í febr/mars er purim hátíð í Ísrael. Ver við og lær meira um Ester og purim hátíðina)
kl. 16:30 Drekkamuður
kl. 17:00 Evni: Estrarbók 2 (framhald)
kl. 18:15 Nátturði
kl. 19:30 Møti.
Evni: Guds orð til Guds fólk
Innsavnan

Sunnudagur 8. mars
kl. 11:00 Gudstænasta í Argja kirkju
kl. 18:00 Møti í Meinigheitshúsinum á Skála Evni: Yom Kippur – framvegis aktuelt at tala um sáttargerð
Innsavnan
kl. 21:00 Ungdómsmøti í KFUM&K í Klaksvík
Evni: Yom Kippur – framvegis aktuelt at tala um sáttargerð

Christian Rasmussen hevur síðani 2009 verið prestur í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv í Ísrael. Nógv virksemi er í kirkjuni, og harumframt brúka eini seks aðrar meinigheitir kirkjuna hvørja viku. Hóast har er nógv virksemi, so er bara eitt evarska lítið tal av fólkinum í Tel Aviv, sum trúgva á Jesus. Á øllum støðum, Christian vitjar í Føroyum, sigur hann frá arbeiðinum í orðum og myndum, og hvat verður gjørt fyri at náa út við gleðiboðskapinum í milliónabýnum Tel Aviv – eitt arbeiði, ið føroyska Ísraelsmissiónin eisini er við í. Og Gud virkar har.

Verið hjartaliga vælkomin!

Ísraelsmissiónin

×