Prestur hjá fólkum úr øllum heimspartum

– Her í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv koma fólk ymsastaðni úr øllum heiminum at tilbiðja Harran. Bæði heimleys, rík, diplomatar, lesandi og onnur. Tað, ið bindur okkum saman, er Jesus, sigur Christian Rasmussen, ið hevur verið prestur í hesi kirkjuni síðani 2009.

Orð og mynd: Frants Jensen

Stutt frá staðnum, har Pætur á sinni fekk eina opinbering, meðan hann varð staddur á tekjuni í húsinum hjá Símuni garvaranum í Joppe (núverandi Jaffa), er Immanuelskirkjan í Tel Aviv. Hendan kirkjan, sum í síni tíð varð bygd av týskarum, hevur í 110 ár verið ein vitnisburður fyri jødum og øðrum fólkasløgum á leiðini, at boðskapurin um Jesus hevur ljóðað á hesum staði. Og enn í dag verður gleðiboðskapurin um Jesus boðaður á sama staði.

Minnir um og tó øðrvísi
– At vera prestur her í Immanuelskirkjuni minnir á mangan hátt um at vera prestur í eini danskari kirkju. Her eru tey kirkjuligu tiltøkini, og fólk, ið hava somu trupulleikar og avbjóðingar, sum í Danmark. Men tó, so er tað eisini nógv øðrvísi at vera her í mun til í Danmark. Tað er stórt at fáa loyvi at prædika gleðiboðskapin til jødar, hiðani gleðiboðskapurin av fyrstan tíð kom, og samstundis at prædika hann til nógv onnur fólkasløg, ið koma í kirkjuna – ja allir heimspartar eru umboðaðir í kirkjuliðnum. Á hvítusunnu vóru tað fólk við 28 ymiskum móðurmálum í kirkjuni. Sum prestur her í kirkjuni, fái eg loyvi til at hava umsjón við einum parti av Guds stóru familju, sigur Christian.

Fleiri vilja vita meira um Jesus
Í Jaffa, Tel Aviv og í Ísrael sum heild er tað bara ein lítil skari av fólkinum, ið trýr á Jesus. Men tað eru tó fleiri, ið eru søkjandi og ynskja at vita meira um Bíbliuna og Jesus.
– Tað eru fleiri, bæði jødar og ikki jødar, ið seta seg í samband við meg, og sum vilja vita meira um Jesus, og um hann nú er relevantur fyri tey. Nøkur hava eisini valt at lata seg doypa og taka við trúgv á Jesus. Tað er stórt at fáa loyvi at vera brúktur í hesi tænastuni, sigur Christian.
Ísraelsmissiónin hevur í fleiri ár verið við til at stuðla arbeiðið í Immanuelskirkjuni fíggjarliga og við bøn.
Opinberingin hjá Pæturi, at gleðiboðskapurin ikki bara skuldi prædikast fyri jødum, men eisini fyri heidningum (ikki jødum) er framvegis aktuelt á sama staði, har Pætur fekk opinberingina.

Mynd:
Christian Rasmussen úr Danmark hevur verið prestur í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv síðani 2009. Hann er giftur við Lisbeth og tey eiga fýra børn.

Upplivdu at fólk tóku við trúgv á Jesus

Ísraeltoymið í ár upplivdi nakað, sum einki av undanfarnu Ísraelstoymum hevur upplivað. Nevnilig at toymið sá beinleiðis frukt av arbeiðinum við at ein heil familja tók við trúgv á Jesus.

 

Hóast ófrið í Suðurísrael og Gaza, so upplivdi tey 15 í Ísraelstoyminum næstan einki til ófriðin nú tey hava verið í tríggjar vikur í Ísrael.

Ófriðurin byrjaði annars tveir dagar áðrenn toymið fór avstað. Greitt varð frá støðuni, og nógv varð tosað aftur og fram um toymið skuldi fara ella ikki. Fólk hevði eisini møguleika at setast aftur, men øll valdu at fara.

Tað ógvusligasta vóru nakrir fuglar
Á ferðini gjørdi toymið nakrar broytingar í skránna, fyri ikki at fara í støð, har størri vandi var fyri at fleiri rakettir fóru at verða skotnar yvir. Samstundis varð nógv biðið – bæði í toyminum og heima í Føroyum. Og bønirnar vórðu hoyrdar.
– Vit kendu okkum trygg allatíðina og vit kendu, at Gud var við okkum. Vit fingu eisini loyvi at uppliva tað mesta av tí, sum ætlanin var, at vit skuldu uppliva, sigur Frants Jensen, toymisleiðari á ferðini.

Tað ógvusligasta, toymið upplivdi, var á heimferðini, tá ið flogið varð frá Keypmannahavn til Føroyar. Tá rendi flogfarið í nakrar fuglar, og neyðugt varð at venda við til Keypmannahavn. Umleið fýra tímar seinni slapp toymið saman við øðrum ferðafólkum aftur til Føroyar við einum øðrum flogfari.

Gjørdu praktiskt arbeiði í kirkjuni
Fyrstu seks dagarnar ferðaðist toymið runt í Ísrael og sá tey kendu bíbilsku støðini. Millum annað var toymið í Jerúsalem, við Deyðahavið, í Tiberias og í Nasaret.
Síðani varð farið til Isifiya, ið liggur tætt við Haifa í Norðurísrael. Har varð arbeitt saman við kirkjuni, ið arbeitt hevur verið saman við í fleiri ár.

Uppgávurnar har vóru tó nakað øðrvísi enn undanfarin ár. Fyrr hevur verið vanligt at vera við til barnalegu, men hesaferð var eingin barnalega. Í staðin hjálpti toymið við ymiskum praktiskum uppgávum í kirkjuni og arbeiðinum har. Millum annað arbeiddi toymið við at gera mat, vaska, mála sabbat-skúlan, hava sabbat-skúla, ansa eftir børnum, og hjálpa limum í kirkjuni, sum vóru í gongd við at flyta.
Fyrstu seks dagarnar ferðaðist toymið runt í Ísrael og sá tey kendu bíbilsku støðini. Millum annað var toymið í Jerúsalem, við Deyðahavið, í Tiberias og í Nasaret. Síðani varð farið til Isifiya, ið liggur tætt við Haifa í Norðurísrael. Har varð arbeitt saman við kirkjuni, ið arbeitt hevur verið saman við í fleiri ár. Uppgávurnar har vóru tó nakað øðrvísi enn undanfarin ár. Fyrr hevur verið vanligt at vera við til barnalegu, men hesaferð var eingin barnalega. Í staðin hjálpti toymið við ymiskum praktiskum uppgávum í kirkjuni og arbeiðinum har. Millum annað arbeiddi toymið við at gera mat, vaska, mála sabbat-skúlan, hava sabbat-skúla, ansa eftir børnum, og hjálpa limum í kirkjuni, sum vóru í gongd við at flyta.

Ein familja frelst
Umframt at gera ymiskt praktiskt arbeiði, var toymið eisini á strondini í Haifa og evangeliseraði, og tað eina kvøldið var toymið eisini og sang á eini kaffistovu í býnum. Har hendi tað stóra, at eigarin av kaffistovuni ynskti at taka við trúgv á Jesus.
– Tað er sera stórt av vera vitni til, at eitt menniskja tekur við trúgv á Jesus. At tað so hendir í Ísrael, har annars ikki nógv trúgva á Jesus, er sera stórt. Hetta er tað, sum vit í Ísraelsmissiónini og onnur eisini hava biðið nógv um, og eg taki hetta sum svar upp á bønir, sigur Frants.

Men ikki nokk við at uppliva at eigari av kaffistovuni, kom til trúgv. Hendan konan bjóðaði øllum toyminum heim til sín í Nasaret, og nakrar dagar seinni sat alt toymið heima hjá hesi familjuni, har tað varð sungið, biðið og lisið úr Guds orði. Maðurin og trý av børnunum tóku eisini við trúgv á Jesus. Ein stór uppliving.

Andaliga styrkt
Sum vanligt varð ísraelska mamman, Ronit, við á ferðini í Ísrael, og hon gjørdi eitt sera gott arbeiði, so at øll skuldu kenna seg væl á ferðini. Og ikki minst var hon ein fyrimynd sum ein, ið fylgir Jesusi.
Andaliga varð ferðin eisini sera góð, og toymislimir vórðu endurnýggjaðir og styrktir í trúnni. Eftir at toymið hevði verið í næstan tvær vikur í Isifiya, endaði ferðin í Tel Aviv, áðrenn komið varð heimaftur.

Ein hendingarrík toymisferð, sum Gud signaði so ríkiliga.

Mynd:
Ísraelstoymið 2014 á Oljufjallinum í Jerúsalem.

Ultraortodoks nú eisini í herin

12. mars samtykti Knesset eina nýggja lóg, sum krevur, at eisini teir flestu ultraortodoksu jødarnir nú skulu tæna í Ísraelska herinum.

Tey komandi árini fara tey ultraortodoksu so við og við at verða kalla inn í herin. Í 2018 er lógin fult út er komin í gildi.

Tað var David Ben Gurion, sum í 1948 gjørdi hesa serligu lógina, at rabinarar skuldu fáa loyvi at brúka tíð til bøn og lestnað, og at landið skuldi rinda fyri tað.

Hetta var serliga vegna, at eftir seinna heimsbardaga vóru bara nakrir fáir hundrað rabinarar eftir á lívi. Men í dag eru hesir fáu hundrað vorðnir til nógvir hundraðtúsund, sum hvørki arbeiða ella gera hernaðartænastu. Teir sekuleru jødarnir hava í fleiri ár verið sera misnøgdir við hendan mismunin av borgarunum í landinum.

Fáar dagar fyri avgerðina í Knesset, mótmæltu fleiri hundraðtúsund ultraortodoksir jødar lógaruppskotinum.

2013 metár fyri ferðafólk í Ísrael

Tilsamans vitjaðu 3,5 milliónir ferðafólk í Ísrael í 2013. Tað er ein framgongd upp á eitt hálvt prosent í mun til 2012 og er tað mesta av ferðafólkum, sum hava verið í Ísrael í einum ári.

 

Sambært Ynet News vóru 53 prosent av ferðafólkunum kristin og 28 prosent jødar. Av teimum kristnu vóru 47 prosent katolikkar.

Ein greining vísir eisini, at 54 prosent av ferðafólkunum ongantíð høvdu verið í Ísrael fyrr. Spurd, hví tey komu til Ísrael, svaraðu 27 prosent, at tað var fyri at síggja kend støð í landinum. Onnur 22 prosent søgdu, at tey vóru á pílagrímsferð.

Flestu ferðafólkini í Ísrael í 2013 vóru amerikanarar – 623.000. Tey russisku ferðafólkini vóru 603.000 í tali, og 315.000 vóru úr Fraklandi. Síðani komu Týskland, Bretland, Italia, Ukraina, Pólland, Kanada og Niðurlond.

(Kelda: standby.dk)

Myndatekstur:
Nógv ferðafólk vitja í kendu føðikirkjuni í Betlehem. Hetta er frá vitjan hjá Ísraelstoyminum 2013.

Sera nógv fólk í kirkju eitt vikuskifti

Til dagligt er tað bara eit lítið tal av grannunum hjá Immanuelskirkjuni í Tel Aviv, ið koma í kirkjuna, men 23. og 24. mai tystu tey innar í kirkjuna.

Orð og myndir:

Frants Jensen

Hetta vikuskifti hevði kirkjan eins og ein rúgva av øðrum áhugafelagsskapum og stovnum í Tel Aviv opið hús, og fólk allastaðni frá komu fyri at fáa meir at vita um, hvat gongur fyri seg í kirkjuni.

Hvønn heilan tíma var ein stutt prædika, sálmasangur og frágreiðing um kirkjuna. Fólk sluppu eisini at hoyra urguna – eitt ljóðføri, ið lítið verður brúkt í Ísrael, og tí ógvuliga forkunnugt. Uttanfyri var bókaborð og høvið varð eisini at práta við fólk frá kirkjuliðnum.

Tilsamans vóru 1665 fólk og vitjaðu kirkjuna til hetta tiltakið. Harafturat var kirkjukonsert um kvøldið, og tá var aftur fult í kirkjuni.

Aðrar kirkjur misunna okkara støðu

Tað er tó ikki bara hetta eina vikuskifti um árið, at nógv fólk vitja Immanuelskirkjuna. Fýra dagar um vikuna er kirkjan eisini opin og fleiri einstaklingar og bólkar koma inn í vøkru kirkjuna og fáa har eina frágreiðing um arbeiðið í kirkjuni.

– Í fleiri kirkjum og meinigheitum í Ísrael verður tosað nógv um at fara út á gøtuna fyri at fáa samband við fólkið og boða teimum gleðiboðskapin. Aðrar kirkjur misunna støðuna hjá okkum, tí her koma allatíðina fremmand fólk, sum vit hava høvi at boða gleðiboðskapin, sigur Christian Rasmussen, prestur.

Nógv virksemi

Umframt gudstænastur leygardag og sunnudag er nógv annað virksemi í kirkjuni. Millum annað bíbliutímar, bøn, ungdómsbólkur, kvinnubólkur, sabbatsskúli (sunnudagsskúli), diakonalt arbeiði, konsertir, opin kirkja, samstarv um ymisk tiltøk við aðrar kirkjur, kirkjan gevur mat út til fáttøk, ger eitt arbeiði millum flóttarfólk og Immanuelskirkjan er eisini tann fyrsta, sum kemur fram, tá ið ein leitar eftir eini kirkju í Tel Aviv á Google.

Seks aðrar kirkjur leiga eisini kirkju- og meinigheitshølini hjá Immanuelskirkjuni til teirra tiltøk í vikuni. Tað merkir, at tað altíð er nógv virksemi í kirkjuni og meinigheitshølinum við síðuna av.

Her á síðuni er mynd frá  24. mai, tá ið tað var opin kirkja.

Nýtt og breiðari samstarv í Tel Aviv

Síðani 1997 hevur tað verið eitt norðurlendskt samstarv um arbeiðið í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv, nevnt Joint Mission in Israel (JMI). Nú verður arbeitt við at víðka um samstarvið og eisini at fáa lokalar missiónsfelagsskapir í Tel Aviv við í arbeiðið.

 

Orð: Frants Jensen

22. mai hevði stýrið fyri JMI fund í Immanuelskirkjuni í Tel Aviv. Í stýrinum hava verið umboð fyri Ísraelsmissiónsfelagsskapir í Norra, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Føroyum. Yvirritaði umboðaði Føroyar.

Nú er stýrið komið til tað støðu, at rætt er at víðka um hetta samstarvið. Tí vóru umboð fyri Jews for Jesus (Jødar fyri Jesus) í Ísrael og Bíbliufelagið í Ísrael eisini boðin við á fundin. Harafturat var eisini ein týskur Ísraelsmissiónsfelagsskapur boðin við.

Missiónsfelagsskapurin FELM úr Finnlandi, ið hevur verið við síðani byrjan, er ikki við longur. Hetta er orsaka av, at teir hava broytt teologiska áskoðan og hava sent eitt samkynt par út sum trúboðarar.

Nógvir fundir og skriv hava verið aftur og fram um hetta í stýrinum, og tað er endað við, at teir hava tikið seg úr samstarvinum. Stýrið hevur ístaðin heitt á ein annan finskan missiónsfelagsskap FLOM um at koma við, og umboð frá teimum vóru við á fundinum.

Møguleiki at vera volontørur

Fundurin var sera jaligur, og nógv hugskot vóru frammi, hvussu arbeiðið kann vera í framtíðini. Arbeitt verður nú við at fáa tær formellu avtalurnar upp á pláss.

Føroyska Ísraelsmissiónin hevur hesi síðstu árini stuðlað arbeiðinum í Immanuelskirkjuni við 25.000 krónum árliga.

Nakrir føroyingar hava eisini verið volontørar í Immanuelskirkjuni í styttri tíðarskeið. Tørvur er framvegis á volontørum, og vilja vit heita á teg, sum lesur hetta, um at umhugsa henda møguleikan og bjóða teg fram at vera volontør í Immanuelskirkjuni. Seg teg so í samband við Ísraelsmissiónina.

Mynd:
Umboð fyri stýrið fyri Joint Mission in Israel og møguligir nýggjar samstarvspartnarar á fundi í Tel Aviv. Umboðini eru úr Danmark, Norra, Finnlandi, Týsklandi, Ísrael og Føroyum.

Kanna Auschwitz umaftur

Myndugleikarnir í Póllandi hava gjørt av at kanna brotsverkini í týningarleguni Auschwitz, har umleið ein millión fólk, tey flesu jødar og póllendingar, lótu lív.

Hetta er ikki tann fyrsta kanningin av hesum slagnum, men myndugleikarnir siga við BBC, at hon er neyðug fyri at fáa staðfest, um nakar av teimum nazistisku brotsmonnunum, sum høvdu ábyrgd í leguni, gongur leysur.

Auschwitz var bara ein av teimum nazistisku týningarlegunum í Póllandi, men tað er ikki greitt, um teir polsku myndugleikarnir ætla sær at kanna eitt nú Treblinka, Sobibor, Chelmno ella Belzec av nýggjum.

Tann seinasti nazistiski brotsmaðurin, sum varð ákærdur og dømdur í Póllandi, var Henryk Mania. Í 2001 fekk hann átta ára fongsul fyri fólkamorð í Chelmno-týningarleguni.

Kelda: aktuelt.fo

Trúboðarar eru óynsktir í Ísrael

Tað sigur antimissións felagsskapurin Yad L´Achim í stórum lýsingum í ísraelskum bløðum nú um dagarnar.

Tit fáa ikki loyvi til at ræna sálirnar í Ísrael, verður m.a. sagt í lýsingunum.

Les meira í norska blaðnum “Dagen“.

Friðarfundur um Miðeystur

Tann 26. oktober skulu umboð fyri partarnar í teirri sokallaðu Miðeystur-kvartettini til Jerusalem at hava fund við umboð fyri ísraelsku stjórnina og við umboð fyri teir palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnar. Umboðini skulu hitta partarnar hvør sær.

Málið er at royna at fáa gongd á friðarsamráðingarnar.

Í Miðeystur-kvartettini eru ST, ES, USA og Russland. Fyri trimum vikum síðani kunngjørdi kvartettin eina nýggja ætlan um at fáa gopngd á friðarsamráðingarnar. Bæði ísraelsmenn og palestinar tóku væl ímóti ætlanini.

Uttanríkispolitiski leiðarin hjá ES, Catherine Ashton, legði í gjár Ísrael undir at arbeiða ímóti friðarsamráðingunum við at góðtaka fleiri nýbyggingar í Eysturjerusalem.

Kelda: portal.fo

Gilad Shalit sleppur leysur

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði 11. oktober, at hermaðurin Gilad Shalit, sum hevur verið fangi hjá Hamas í meiri enn fimm ár, kemur heim aftur um nakrar fáar dagar.

-Vit eru lidnir við nakrar torførar samráðingar við Hamas um at lata Gilad Shalit leysan, og nú er greitt, at hann kemur heim um fáar dagar, segði Netanyahu í einari sjónvarpsrøðu.

Hamas sigur, at ísraelsku myndugleikarnir eru gingnir við til at lata 1.000 palestinskar fangar leysar. Fyrst skulu 450 fangar latast leysir í býti við Shalit, og seinna sleppa 550 afturat úr ísraelskum fongslum.

Ein palestinsk kelda sigur, at Fatah-leiðarin Marwan Barghouti er millum fangarnar, sum Ísrael hevur játtað at lata leysar. Hann er dømdur fimm ferðir lívlangt fongsul í Ísrael.

Kelda: Árni Joensen
portal.fo

×