Gevandi at vera volontørur á Ebenezerheiminum

Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi er í løtuni volontørur hjá Ísraelsmissiónini á Ebenezerheiminum í Haifa í Ísrael. Ebenezerheimið er eitt ellisheim, har fólk úr nógvum ymiskum londum búgva. Her greiðir Karen frá lívinum sum volontørur og frá arbeiðinum á Ebenezerheiminum.

Hey øll har heima!

Nú havi eg verið her á Ebenezerheiminum í Haifa í tríggjar mánaðir. Eg má siga, at tíðin gongur sera skjótt. Tá ið eg fór, var meiningin, at eg skuldi verða her í seks mánaðir, men eg fekk visa til eitt ár, og eg havi nú avgjørt at verða her í eitt ár. Eg var sera væl móttikin bæði av starvsfólkum og búfólkum.

Vit eru eitt í Jesus Messias
Nakað, sum er nýtt fyri meg á hesum túrinum í Ísrael, er, at eg møti fleiri við arabiskum uppruna, enn eg havi gjørt fyrr. Bæði millum starvsfólk og búfólk.
Ein setningur, sum eg hoyrdi ein av teim fyrstu døgunum, eg var her, var: “ Vit eru eitt í Jesus Messias!” Hetta hoyri eg bæði frá starvsfólkunum og búfólkunum.
Hesin setningur verður sera sterkur, tá ið eg veit, at fyri nógv fólk í hesum landi, eisini trúgvandi, kann tað vera ringt at liva saman. Men her á Ebenezerheiminum upplivi eg, hvussu tey liva hendan veruleikan: í Jesusi!! eru vit eitt. Hóast okkara uppruna sum jødar, arabar ella kristin.
Tosaði ein dagin við skrivstovudamuna, sum er arabi, um hetta. Ja, segði hon, tað er ikki altíð líka lætt, men í Jesusi er alt gjørligt!

Les meira her.

Fimm føroyskir volontørar í Ísrael

Í mai vóru fimm føroyingar við tilknýt til Ísraelsmissiónina volontørar í Ísrael.

Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi er volontørur fyri Ísraelsmissiónina á Ebenezerheiminum í Haifa. Hon fór til Ísraels fyrst í mars og skuldi eftir ætlan vera har í seks mánaðir. Nú verður tað helst í 12 mánaðir.

Allan mai hava fýra føroyingar verið volontørar í Ísrael gjøgnum Yad va Lev, sum er arbeiðið hjá danska Ordet & Israel. Ísraelsmissiónin samstarvar við Ordet & Israel. Tey vóru volontørar í fýra vikur. Tey komu aftur til Føroya fyrst í juni.

Mynd:
Føroyskir volontørar í Ísrael. Frá vinstru eru: Elma Mikkelsen, Skála, Birgir Nielsen, Nes, Asbjørn Mikkelsen, Skála, Karen Elkjær Abrahamsen, Nes, og Marjan Nielsen, Nes.

 

Páskaferð í Ísrael og Jordan

Frá 25. mars til 4. apríl 2018 vóru 21 fólk á ferð í Ísrael og Jordan, sum Ísraelsmissiónin skipaði fyri. Í Jordan varð millum annað vitjað upp á Nebo fjalli og í ótrúliga vakra søguliga býnum Petra, ið fyri nøkrum árum síðani varð valdur at vera eitt av heimsins sjey undurverkum.
So varð farið til Eilat í Suðurísrael. Síðani varð modellið av tjaldtemplinum vitjað. Eisini varð vitjað í Deyðahavinum, Massada, Genesaretvatninum, Tiberias, Kapernaum, Magdala og Nasaret.
Páskirnar vórðu hildnar í Jerúsalem, og har var ferðalagið við til gudstænastu við ta tómu grøvina páskadag.
Á ferðini varð lisið úr Bíbliuni á teimum ymisku støðunum, har vitjað varð. Andaktir vóru morgun og kvøld.

Mynd: Føroyska ferðalagið í Petra.

Karen fer til Ísraels sum volontørur

Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi, fer til Ísraels 27. februar, har hon skal vera volontørur fyri Ísraelsmissiónina. Hon skal arbeiða á Ebenezerheiminum, sum er eitt ellisheim í Haifa, har messianskir jødar, kristnir arábarar og onnur búgva. Umframt tey staðbundnu starvsfólkini, arbeiða eisini nakrir volontørar, og Karen verður ein av teimum.
Karen hevur ofta verið í Ísrael. Bæði í kibbutz í longri tíð, og ferðast í styttri tíð. Síðst, hon var í Ísrael, var á bíbliuskeiði síðsta summar, og tá varð eisini vitjað á Ebenezerheiminum. Neistin tendraðist tá aftur hjá Karen at fara í tænastu í Ísrael í longri tíð. Hetta er nú vorðið til veruleika, og komandi viku ferð hon eftir ætlan avstað.
Í sambandi við at Karen fer til Ísraels, verður bøn fyri henni í missiónshúsinum Tabor á Toftum sunnukvøldið 25. februar klokkan 18.
Ísraelsmissiónin hevur higartil havt 22 útsendingar í styttri ella longri tíð í Ísrael.
Karen verður eftir ætlan seks mánaðir í Ísrael.

Kom við á toymisferð 2018

TÆNASTA Í MEINIGHEIT Í NORÐURÍSRAEL
Í umleið tvær vikur tænir toymið við ymiskum praktiskum uppgávum í meinigheit. Talan er bæði um barnaarbeiði, barnaansing, at mála, rudda, vaska; gera ymiskt havaarbeiði og nógv annað.

SÍGGJ LANDIÐ
Umframt at tæna í meinigheit verður eisini vitjað í nøkrum av teimum kendu støðunum í heilaga landinum.

TÍÐSPUNKT:
Væntandi verður farið avstað umleið 10. juli.

FYRI HVØNN:
Trúgvandi 18 ár og eldri.

FERÐALEIÐARAR:
Magnus Pauli Juul Johannesen og Jonleif Danielsen
Vilja tit hava meira at vita, so spyrja tit bara teir báđar 😉

Sí video frá Toymisferðini 2017.
Video: Emmy Ingibjørg Sjúrðardóttir Kass og Egin Tollaksson

https://www.facebook.com/kartinhognesen/videos/10155999271757505/

Páskaferð til Ísrael og Jordan 2018

Ferðin verður til veruleika. Tó nøkur fá pláss eftir. Um tað hevur áhuga – ring 793002

Kom við á eina áhugaverda bíbilska ferð bæði til Ísrael og Jordan. Hetta er ein ferð, har ein fær at uppliva væl meira enn tey flestu uppliva á eini Ísraelsferð.

Ferðin er:  25. mars – 4. apríl 2018

Vit uppliva m.a.:

Jordan: Vitja høvuðsstaðin Amman, fara upp á Nebo fjall, har Móses sá inn í lovaða landið, vitja ótrúliga vakra, søguliga býin Petra, sum verður roknaður sum eitt av heimsundrunum.

Ísrael: Slappa av í sólstaðnum Eilat, vitja model av tjaldtemplinum, sum ísraelsfólk nýttu í oyðimørkini, flóta í Deyðahavinum, vitja fjallaborgina Masada, síggja og uppliva kenda bíbilska býin Jerúsalem, sigla á Genesaretvatninum, vitja Nasaret, har Jesus vaks upp, uppliva jødiskar og kristnar páskir og vera við til páskagudstænastu við tómu grøvina páskadag.

Hendan ferðin er eitt gott høvi hjá teimum, ið hava verið í Ísrael áður og ynskja at fara aftur og samstundis uppliva nakað nýtt. Ferðin er eisini vælegnað hjá teimum, ið ætla sær fyrstu ferð til Ísraels.

Kostnaður:
19.775 kr. fyri hvønn (3.400 krónur eyka fyri einakamar).

Íroknað kostnaðin:
Allar flogferðir, bussferðir, gisting á dupultkømrum á góðum hotellum, guide, morgunmatur og døgurði, drykkipeningur og allar útferðirnar á ferðini.


Ikki íroknað kostnaðin:

Ferðatryggingar, gisting í Keypmannahavn á útferðini, ein máltíð um dagin.


Kursur:

Kostnaðurin er roknaður út frá kursinum 6,38 fyri 1US$. Um kursurin broytist ella onnur avgjøld, sum vit ikki kenna í løtuni, koma, kann prísurin broytast.


Tekningarfreist:

10. januar 2018.
!!! Freistin er farin, men nøkur fá pláss eftir – ring 793002 !!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!

Tekning hjá ferðaleiðarunum:
Marna E. og Frants Jensen, tel 793002, jensenfrants@gmail.com

Tað verður gingið nokk so fitt á ferðini, og neyðugt er at vera hampiliga væl fyri. Ferðin verður til veruleika, um nóg nógv tekna seg.

Mynd:
Føroyskt ferðalag í Petra í 2012.

Nýtt búmerki

Nýggja búmerkið hjá Ísraelsmissiónini varð almannakunngjørt á 25 ára hátíðarhaldinum hjá Ísraelsmissiónini herfyri.

Um búmerkið varð millum annað sagt:
Búmerkið er ein samantvinnan av einum sjeyarmaðum ljósastaka og einum krossi. Omanfyri tvørbjálkan í krossinum eru tríggir klænir ringar, og ímynda hesir ljós gleðiboðskaparins. Ringarnir siga eisini, at fokus verður sett á nakað, í hesum føri Ísrael og jødiska fólkið. Krossurin og sjeyarmaði ljósastakin hava felags fót og felags loddrættan bjálka og merkir hetta, at kristin og jødar eru sprottin úr somu ætt – Ábrahams ætt, og eru eitt, tá ið vit eru í Kristi. Fóturin, niðast í búmerkinum, er heintaður úr bókstøvunum, og soleiðis hanga búmerkið og skriftin saman.

Tað er KREA, ið hevur teknað búmerkið.

25 ára hátíðarhald

Sunnukvøldið 29. oktober hevði Ísraelsmissiónin 25 ára hátíðarhald í missiónshúsinum í Leirvík. Millum annað vóru 12 av 22 volontørum til staðar.

Síðani Ísraelsmissiónin varð stovnað í 1992, hevur Ísraelsmissiónin sent 22 volontørar til Ísraels. Summir av teimum hava arbeitt nakrar mánaðir í Ísrael, meðan onnur hava verið upp í fleiri ár. 12 av hesum volontørum vóru við til hátíðarhaldið.

Arbeitt út frá kirkju í Norðurísrael
Tann nýggjasti av volontørunum, Kartin Høgnesen úr Leirvík, var í Ísrael í tríggjar mánaðir fyrr í ár. Á hátíðarhaldinum greiddi hann í orðum og myndum frá hansara arbeiði. Hann hevði millum annað verið við í hjálpararbeiði millum heimleyst og rúsmisbrúkarar, eins og hjálpt til í ymiskum arbeiði millum børn, ung og vaksin í eini kirkju í Norðurísrael.

Byrjanin – gripin av frelsu Ísraels
Ásbjørn Jacobsen, fyrsti formaður í Ísraelsmissiónini, talaði út frá Rómverjabrævinum 10,1:
“Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guds, at teir mega vera frelstir”. Hann legði dent á, at gleðiboðskapurin um Jesus má boðast fyri ísraelsfólki, tí hann er einasti vegur til frelsu. Hann kom eisini inn á, hvussu Ísraelsmissiónin í Føroyum byrjaði, og at hann fyri nógvum árum síðani sjálvur gjørdist gripin av hesum, at jødarnir máttu hoyra gleðiboðskapin.

Stuðla verkætlanum í Ísrael
Á tiltakinum varð eisini greitt frá verkætlanum, ið Ísraelsmissiónin stuðlar í Ísrael; millum annað Immanuelskirkjuni í Tel Aviv. Ein filmur varð vístur um arbeiðið har. Biðið varð eisini fyri Ísrael, og tí arbeiði, ið verður gjørt at boða gleðiboðskapin í Ísrael.
Gjøgnum árini hevur Ísraelsmissiónin skipað fyri fleiri ísraelsferðum, og kunnað varð um tvær nýggjar ferðir, nevniliga á páskum komandi ár eins og bíbliuskeiðið í 2019.

Søguliga myndir
Kristoffur Olsen ríkaði løtuna við trimum sera góðum sangframførslum.
Borðreitt varð við smurdum breyði og køkum, og tey umleið 80 fólkini, sum vóru við hetta kvøldið, sóu myndir av volontørum, ísraelsferðum, og nógvum tiltøkum, ið Ísraelsmissiónin hevur skipað fyri gjøgnum tíðina.

Mynd:
12 av 22 volontørum hjá Ísraelsmissiónini vóru savnaðir á 25 ára hátíðarhaldinum í Leirvík 29. oktober.

Ísraelsmissiónin 25 ára hátíðarhald

Ísraelsmissiónin varð stovnað 20. oktober 1992, og kann sostatt í ár hátíðarhalda 25 ár sum útimissiónsrørsla. Hetta verður gjørt við almennum hátíðarhaldi í missiónshúsinum í Leirvík 29. oktober klokkan 18.

Á skránni er tala, sangur, søguligt yvirlit, myndir, innsløg frá ymiskum, ið hava verið við í
arbeiðinum og nógv annað. Eisini verður ein góð máltíð at fáa. Tiltakið er alment, og øll eru
vælkomin.

Hesi 25 árini hevur Ísraelsmissiónin havt 22 volontørar í Ísrael í styttri ella longri tíð. 11 summur hevur Ísraelstoymið gjørt hjálpararbeiði í Ísrael. Ísraelsmissiónini og fólk við tilknýti til Ísraelsmissiónina hava eisini skipað fyri 18 bólkaferðum við føroyingum til Ísraels.

Ísraelsmissiónin hevur hesi árini havt nógvar gestir í Føroyum, og á hvørjum ári hevur
Ísraelsmissiónin stuðlað nógvum ymiskum arbeiði í Ísrael í bøn og fíggjarliga.

Ísraelsmissiónin hevur sum endamál:
– at vekja áhuga og kunna føroyingar um, hvat Bíblian lærir um Ísrael og jødafólkið og bera hesum Guds útvalda fólki gleðiboðskapin um Jesus Messias, stuðla teimum í forbøn og við kristnum næstrakærleika.

Myndatekstur:
Føroyingar á bíbliuskeiði við Genesaretvatnið í 2017.

Volontørur í Ísrael

Í tríggjar mánaðir hevur Kartin Høgnesen úr Leirvík verið volontørur hjá Ísraelsmissiónini í Norðurísrael. Her greiðir Kartin frá nøkrum av upplivingunum, hann hevur havt.

Eg elski Ísrael. Hetta er eitt fantastiskt land, og eg trívist sera væl her.
Av trimum mánaðum, so er bara nakrir fáir dagar eftir av volontørtíðini, og eg havi upplivað ótrúliga nógv og lært sera nógv. Tó at eg elski at verða her, so sakni eg nógv Føroyar og øll míni kæru har heima.

Jerúsalem
Mín ferð byrjaði tann 11. mars, og 12. mars lendi eg í Ísrael. Endiliga var missiónsferðin byrjað.
Fyrstu vikuna var eg í Jerúsalem og brúkti tíð saman við nøkrum vinum har. Eisini brúkti eg tíð at hyggja meg runt í Jerúsalem. Eg royndi nakað heilt nýtt, og tað varð eitt stórt upplivilsi fyri meg. Eg fór runt Jerúsalem uttan kort og vildi vita, hvar eg endaði, og eg elskaði tað. Sá nógv áhugaverd støð, og eg kann ikki nevna øll, tí til tíðir so havi eg ikki ánilsi av, hvar eg var 😀
Sjálvandi viltist eg onkuntíð. Einaferð endaði eg í einum kirkjugarði og mundi ikki funnið vegin útaftur, men tað endaði væl.
Tá ið eg var saman við vinunum, so hugnaðu vit okkum, og eg brúkti eisini tíð at práta við tey andaliga og biðja saman við teimum. Í Jerúsalem brúkti eg nógva tíð í bøn, serliga á mínum gongutúrum. Jerúsalem og alt Ísrael hevur brúk fyri okkara bønum.

Tænasta í Norðurísrael
Síðani gekk leiðin til Isifiya í Norðurísrael, har tænastan skuldi byrja.
Tænastan hjá mær gongur út uppá at hjálpa til, har tey hava brúk fyri mær. Á økinum eru trý hús. Or HaCarmel, sum er eitt gestahús, skrivstovur, køkur, savningsstað o.a. So er eitt Women’s Shelter; flóttafólk frá Sudan og Eretrea búgva har. Til seinast er tað samkoman, ið kallast Kehilat HaCarmel.
Eg eri ein partur av øllum. Eg havi hjálpt kokkinum, tá ið tørvur er á tí. Ansa børnum, sum er áhugavert og avbjóðandi. So hjálpi eg eisini húsavørðinum við ymiskum arbeiði, so sum at mála, spartla, vaska, rudda, bera tung ting og ymiskt annað.

Ymsar uppgávur
Eg eri ikki serliga glaður fyri at fara uppí høgar stigar, men eg eri endaður so ofta á einum, at vit eru vorðnir góðir vinir. Eg havi havt nógv skitið arbeiði, og eg elski tað. Ein dagin endaðu eg og tveir aðrir í einari bingju at vaska og skruppa allan skittin. Bæði høvd, armar og bein vóru ordiliga skitin aftaná.
Vanliga eri eg dálkaður av máling og ruski. Arbeiðið endar ongantíð her. Tá ið eg hugsi, nú kann ikki vera meir at gera, so koma fleiri uppgávir sendandi 😜 Tað endar ongantíð, so eg eri glaður at vera her.
Vaskikonan, sum er her, endadi á sjúkrahúsinum. Hon gleið, tá ið hon vaskaði gólvið ella okkurt. Hon breyt sær mjødnina. Hon skuldi gevast nakar vikur seinni, men tað endaði altso soleiðis. So í nakar dagar varð eg vaskimaðurin her.
Tá ið arbeiðið er liðugt um dagarnar, so brúki eg ofta tíð saman við teimum eldru børnunum og ungdóminum. Vit gera hár, práta saman, hyggja nógv eftir filmi og práta andaligt við teimum ungun o.a. Eg havi eisini fingi møguleikan at tala á ungdómsmøti og hava morgunandakt.
Eg eri eisini mega glaður um, at Gud hevur brúkt meg til at tæna við saksunum og kambinum. Teir hava verið væl brúktir her.

Milum heimleys, narkomisbrúkarar og skøkjur
Einaferð um vikuna verður farið á OutReach (tæna øðrum) í Tel Aviv við nøkrun frá House of Victory (heim fyri tey, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum). Eg havi verið við nakrar ferðir.
Tað er eitt heilt annað lív, enn vit eru von við í Føroyum. Har møta vit heimleysum, narkomisbrúkarum, skøkjum, transvesit og onnur.
Uttan fyri hølini, har vit arbeiða og deila mat út, og har fólk kunnu koma at sita, eru sex-handlar, har eg ofta havi sæð menn sita og bíða eftir sínum tørni. Har er eisini handil við sexleikum og rundan um ganga øll hesi fólkini. Beint hinumegin vegin er ein skúli fyri børn.
Tað er hart at uppliva, at síggja Guds børn líða soleiðis. Eg eri tó glaður fyri at kunna vera her og biðja. Tað fyrsta, eg fekk at vita, tá ið eg fór við á Outreach, var, at eg mátti hava góðar skógvar við, tí sproytur og annað liggur allastaðni runt á gøtununum. Hýtur og annað liggur eisini allastaðni. Gjøgnum árini hava tey upplivað nógva broyting á økinum, og bøn hevur virkað. Nú er kommunan í gongd við at pynta uppá støðini har um vegir. Sera gott.

Seyðahundur
Tá ið eg kom til Isifiya í mars, skuldi eg ganga í einum skúla, sum eitur School of Ministry. Ein pastorur og onnur her í samkommuni skipa fyri. Eg fekk skúlan ókeypis, og aftur fyri varð eg ein Sheep Dog (seyðahundur). Eg fekk ikki alt við av skúlanum, tí eg skuldi arbeiða samstundis. Tá ið vit koyrdu runt í Ísrael og lærdu ymiskt á teimum ymisku støðunum, so skuldu eg og nakrir aðrir brúka okkara gávir sum Sheep Dog og leiða fólkið uppá pláss. Í skemti mátti vit onkuntíð goyggja eftir teimum, tí tey gingu so seint, hehe 😀
Skúlin vardi í tvær vikur, og eg eri mega glaður fyri skúlan, og øll hini 120 fólkini, ið gingu á skúlanum. Eg endaði at verða saman við einum bólki av fólki úr nógvum ymiskum londum í heiminum. Vit vóru kallaði tey merkiligu, og tað vóru vit óivað. Eg flenti í øllum førum mega nógv eftir teimum. Vit vóru eisini tey, ið altíð komu síðst upp á pláss.

Gud hevur lært meg nógv
Tó at eg eri her fyri at tæna, so hevur Gud eisini víst mær, at eg skal læra nakað. Ein maður, sum eitur Mark, hevur sæð nakrar serligar gávur, sum hann ynskir, at eg skal læra at brúka. Vit byrjaðu við at savnast eina ferð um vikuna, og nú er tað tvær ferðir um vikuna. Tað er so áhugavert og læruríkt. Hann undirvísir frá skriftstað til skriftstað, hvat Gud sigur um okkara andaliga gongutúr, og hvussu vit skulu liva sum Guds børn, og hvussu vit kunnu brúka okkara andaligu gávur, givnar frá Gudi til hansara æru. Super áhugavert.
Eg hungri eftir at læra meira. Ein talari segði tað soleiðis: “Í heiminum verða vit mettað, men eta vit frá Guds kongaríki, so fara vit at hungra eftir meira”. Eg hungri eftir meira frá Gudi, og tað er gott.
Ja, her er nógv hent, og eg eri so takksamur fyri hesa tíðina her. Eg gleði meg at koma heim at deila, hvat Gud hevur gjørt, og at fortelja, hvussu fantastiskt tað er at liva í Guds nærveru og alt tað góða, ið hann hevur til okkum øll.

Tøkk fyri stuðul og forbøn
Eg má senda eina stóra tøkk til foreldrini og familjuna, sum hava verið ein fantastiskur stuðul á so nógvan hátt. Eisini Ísraelsmissiónina, Leirvíkar Missiónshús og mín familja, sum hava stuðlað mær í bøn og peningaliga og hava sent meg avstað. Eisini vinir, sum hava verið ein stórur stuðul á so nógvar hættir.
Fyrrverandi toymislimir, vinir, ið hava stuðlað mær í bøn og pengum. Tað var ein so rørandi gáva fyri meg at fáa. Nøkur hava eisini givið mær eitt gott skump at fara á hesa missiónina, og eg eri so takksamur fyri tykkum. Nógv onnur hava eisini stuðlað á ymiskar mátar, og eg eri so takksamur fyri tykkum øll.

Heilsan
Gud signi tykkum øll í Føroyum. Til endan ein heilsan frá Galatabrævinum 6,8-9:
“Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív. Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! Tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast.”

————————————–

Kartin Høgnesen úr Leirvík, er 32 ára gamal. Áðrenn hann fór til Ísraels sum volontørur, hevur hann í fleiri summur verið í Ísrael við Ísraelstoyminum. Hann kemur aftur til Føroyar umleið hálvan juni og eina viku inn í juli fer hann aftur til Ísrael við Ísraelstoyminum.

×