Í døgunum 7. – 12. august í ár var 9. altjóða ráðstevnan um at boða jødunum gleðiboðskapin (LCJE) hildin á “High Leigh Conferance Centre” í Hoddosdon í Onglandi. Jóhan og Petra Henriksen úr Klaksvík vóru við á stevnuni, og her greiða tey frá, hvat tey upplivdu.
LCJE-ráðstevnan er 4. hvørt ár. Eini 160 fólk úr øllum heimspørtum vóru møtt fyri at boða gleðiboðskapin fyri hvørjum øðrum, tosa um royndir, arbeiðshættir og støðuna viðvíkjandi at boða jødunum gleðiboðskapin.
Ísraelsmissiónin hevði heitt á okkum um at fara á ráðstevnuna, og vóru vit við allar dagarnar. Hetta var fyrstu ferð, vit hava verið á kristnari altjóða ráðstevnu, og er tað serligt í sær sjálvum: At fólk úr øllum heiminum, kunnu siga frá, at tá ið tey komu til trúgv á Jesus, fingu tey frið við Gud.
Frá morgni til myrkurs
Ein vanligur dagur byrjaði við bønarløtu og síðani morgunmati. Síðan var lovsangur á enskum og hebraiskum og bíbliutími. Beint aftaná var so fyrilestur um til dømis russisku jødarnar, ella um trupulleikarnar hjá Jesus-trúgvandi jødum at flyta til Ísraels. Síðan var kaffisteðgur.
Aftan á kaffi vóru tveir fyrilestrar, til dømis um at siga frá um Jesus við hjálp frá søgum í Gamla Testamenti. Síðan var døgurði og steðgur til klokkan 15, tá ið vit møttust aftur. Tá greiddi eitt umboð fyri hvønn heimspartin frá um arbeiði at vitna fyri jødunum.
Aftan á nátturða varð farið eitt sindur aftur í søguna, har greitt var frá einum persóni, sum hevði gjørt gott arbeiði millum jødar, og hvat vit kunnu læra av honum. Seinast var bíbliutími. Lovsangur, bøn og onkrar stuttar frágreiðingar vóru av og á.
Ógvuliga læruríkt og trúarstyrkjandi.
Guds vegir eru ikki okkara vegir
Á veg til fyrilestrarnar, undir máltíðunum og í steðgunum, bar til at tosa við fólk. “Hvaðani ert tú, og hvat tekst tú við?” “Sig mær, hvussu tú komst til trúgv á Jesus” og so framvegis.
Tvær samrøður vóru serliga áhugaverdar. Vit sótu saman við ungum manni og ótu døgurða. “Hvaðani ert tú?” “ Eg eri úr Ukreina.” “Sig okkum tína søgu?” “Ja, foreldrini eru jødar, og eg eri uppvaksin í Ukreina. Tá ið eg var 15 ár komu jødar úr Ísrael og greiddu frá møguleikum hjá ungum fólki at flyta til Ísraels. Eg og systir mín tóku av; fluttu til Ísraels. Vit skuldu búgva hjá religiøsari familju og ganga í religiøsum skúla.
Men eg fekk einki at bera til, hvussu eg royndi at toknast Gudi, var eg ov stuttur. So, tá ið ein greiddi mær frá um Jesus, kom eg sum frá leið til trúgv á hann og fekk frið við Gud. Í dag arbeiði eg fyri “Jews for Jesus”. Systur míni gekst á sama hátt. Í dag er hon gift við trúgvandi arábara úr Norðurísrael og arbeiða tey bæði eisini fyri “Jews for Jesus”.
Tað var sonur okkara
Ein maður tók orðið.
“Fleiri av tykkum minnast eina hending í mars 2008. Ein virkin Jesus-trúgvandi familja í Ariel í Samaria fekk eina kurv við góðgæti. Tað var einki óvanligt við tí, tí tað er vanligt, at jødar senda hvør øðrum gávur á Purimhátíðini, Esterarbók 9,22. Men tá ið sonurin í húsinum, Ami Ortiz pakkaði upp, brast ein bumba, sum var í kurvini. Hann varð tveittur í gólvið. Illa brendur og særdur varð hann koyrdur á sjúkrahús, har hann fekk fleiri skurðviðgerðir. Eftir drúgva seingjarlegu og viðgerð er hann komin fyri seg aftur. Í dag spælir hann aftur kurvabólt”.
“Drongurin, Ami Ortiz er sonur okkara. Eg og konan vóru ikki við hús, tá ið bumban brast. Vit hava fyrigivið gerningsmanninum, men taka undir við, at hann kemur fyri rættin, so rætta signalið, at soleiðis ger man ikki, kemur fram.”
At sita beint yvir av manni, sum greiðir soleiðis frá, og seinni práta við hann, er nakað serligt. Pápin, David Ortiz, greiddi síðan frá, at sjónvarpslið hevði gjørt film um hendingina og støðuna hjá Jesus-trúgvandi jødum í Ísraael sum heild. Tann filmin sóu vit so seinni um kvøldið. Ógvuliga læruríkur filmur.
Jødar siga jødum frá um Jesus
Summar rørslur vóru nevndar oftari enn aðrar. “Jews for Jesus” kom ofta fyri. Tey eru sera ágrýtin. Fara út á gøturnar, tosa við fólk og geva teimum lesna. Men religiøsu jødarnir eru skjótir eftir teimum og royna at tosa teimum ímóti.
Ein onnur rørsla, sum eisini varð nevnd av og á, var amerikanska rørslan “Chosen People Ministries”. Sum vit skiltu, var tað størsta rørslan í Amerika, sum var við at boða jødum um Jesus og amerikumonnum um jødiska fólkið og Bíbliuna.
Spurningurin varð settur, hvussu nógvir jødar trúgva á Jesus í dag. Eingin kundi siga við vissu, men metingarnar søgdu um 15.000. Nakrir Jesus-trúgvandi jødar ferðast til onnur lond at siga sínum brøðrum eftir holdinum frá um Jesus.
Fyri jøda fyrst og síðan fyri grikka
Niðurstøðan er, at vit eru sera glað fyri at hava verið við á hesari ráðstevnuni. Boðskapurin um Jesus skapar trúgv í mannahjørtum, har hann verður boðaður og tikin ímóti í trúgv. Stórt tal av asiatum og afrikanarum taka við trúgv á Jesus í dag. Eisini jødunum verður Kristus boðaður á ymiskan hátt og ein nú og annar tá taka við trúgv.
“Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guds, at teir mega verða frelstir”. (Róm 10,1).
Petra og Jóhan Henriksen