Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu vera Guds rættvísi í honum.
Líðingina merkti hann á sínum egna kroppi. Hann var húðflongdur, hann var sligin, hann var háðaður, hann var órættvíst viðfarin, hann læt seg festa á krossin.Ein einasti syndafríur
Kanna vit umstøðurnar nærri, var tað ikki hetta, ið Jesus hevði uppiborið. Jesus hevði jú livað eitt fullkomið lív, hann gekk um og gjørdi væl, hann hjálpti teimum, ið vóru í neyð, hann gjørdi sjúk frísk, hann troystaði tey, ið vóru sorgarbundin, hann talaði góð orð, og hann gjørdi ongum nakað ilt. Øvut øllum øðrum menniskjum, ið hava livað, teimum í liva í dag, og teimum, ið koma at liva her á jørðini, so gjørdi Jesus ikki nakra synd. Hann livdi eitt fullkomið lív. Ja, synd var ikki funnin í honum.
Eingin av okkum kann siga, at vit hava livað eitt lív uttan synd. Eingin. Vit gera øll ímóti Guds boðum. Eingin er syndafríur. Sjálvt ikki um tey eita Dalai Lama ella Móðir Theresa, kunnu tey siga, at tey eru syndafrí.
Eingin uppfyllir Guds krøv
At vit ikki kunnu siga okkum at vera syndafrí, er av tí einfaldu orsøk, at tað eru ikki menniskju, ið hava sett reglurnar, hvat er synd, og hvat ikki er synd, men bíbliunnar Gud. Hann hevur ein heilt annan ‘standard’ enn vit menniskju, og synd kann ikki vera í hansara nærveru. Tí rak hann Ádam og Evu úr Edens urtagarði.
Gud dugdi tó at síggja, at tað var einki menniskja, ið kundi liva upp til tey fullkomnu krøvini, sum hann setur, fyri at nærkast honum aftur. Hóast fleiri royndu at yvirhalda boðini, so væl sum tey megnaðu, so var tað tó als ikki gott nokk – tí at Gud kravdi fullkomuleika.
Guds bjargingarætlan
Jesus var annars tann einasti, ið átti at gingið fríur undan dóminum, tí at hann hevði jú ikki syndað. Men Gud læt dómin falla á hann ístaðin. Onkur mátti líða fyri Guds vreiði yvir syndina. Ístaðin fyri, at eg og tú skuldu liðið, so læt Gud sín egna son líða undir dóminum.
Býtti um pláss
Jesus, tann rættvísi, leið fyri syndina. Hann býtti um pláss við okkum. Hann tók syndina á seg, men samstundis gav hann eisini okkum sín fullkomuleika, sína rættvísi.
Jesus varð dømdur av Pilatusi, og hann var krossfestur av rómverjum, men tað var Gud, sum læt hann líða og doyggja. Tað var Gud, sum í sínum kærleika til okkum menniskju, læt Jesus doyggja, fyri at vit ikki skulu doyggja (og her er altso talan um tann æviga deyðan burtur frá Gudi).
Jesus mátti ganga Via Dolorosa, líðingarvegin, fyri okkara skuld. Hann sveittaði blóð fyri mína skuld, hann bað fyri mína skuld: “Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó ikki vilji mín, men tín!” (Luk 22,42). Hann læt hermenninar húðflongja seg, fyri tína og mína synd, hann segði á krossinum fyri mína skuld: “Tað er fullgjørt!”
Tað var ein svárur líðingarvegur hjá Jesusi.Via Amorosa
Men samstundis sum tað var ein Via Dolorosa, ein líðingarvegur, hjá Jesusi, so var tað eisini ein Via Amorosa, ein kærleiksvegur. Amor kenna vit sum úttrykk fyri orðið kærleika – tað orðið, ið ofta verður brúkt, tá ið tvey eru forelskað. Tá ið amor er í luftini, so vil ein gera alt fyri sín elskaða.
Soleiðis var eisini við Jesusi. Hann vildi gera alt fyri sín elskaða – teg og meg. Av kærleika til tín og mín, tók hann krossin á seg, og bar hann fyri meg. Av kærleika til tín og mín læt hann seg festa á krossin. Hann læt sítt lív á krossinum av kærleika til tín og mín.
Alt fyri teg og meg
Tað er ikki løgið, at Via Dolorosa í Jerúsalem av og á eisini verður nevndur Via Amorosa. Líðingin og kærleikin hanga nevniliga saman. Hann leið, tí at hann elskaði, og av tí at hann elskaði, so leið hann. Alt fyri teg og meg.
Frants Jensen