Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi í Eysturoy hevur verið sjálvboðin (volontør) hjá Ísraelsmissiónini í tvey ár á Ebenezerheiminum í Haifa í Ísrael. Her ber hon eina heilsan, har hon nevnir nakað av tí, hon hevur upplivað
Ja, nú havi eg verði heima síðani 26. februar. Eg kom heim í øllum góðum.
Tað var beint áðrenn koronasmittan veruliga gjørdi um seg her hjá okkum, og í Ísrael var hon ikki rættuliga byrjað at gera um seg heldur, men tó vóru fólk byrjað at ganga við maskum og handskum á Ben Gurion flogvøllinum í Tel Aviv.
Eg eri takksom fyri at vera komin uppá pláss heima á Nesi, áðrenn alt tað kom á okkum.
Fýra sjálvboðin vóru heimkallað hálvan mars. Tær skuldu vera á Ebenezerheiminum til í summar. Tvær vóru á veg, tær skuldu koma til heimið í apríl, men sleppa nú ikki inn í Ísrael. So í løtuni eru bara trý sjálvboðin. Best er, um vit eru seks.
Hetta merkist. Eg vil tí heita á tykkum at biðja fyri teimum, sum mugu bera hesa arbeiðsbyrðu. Samstundis liva tey eitt sera avmarkað lív, tí tað ikki er loyvi at fara heimanífrá, uttan at tað er sera átrokandi ørindi.
Annars kunna vit takka fyri, at eingin á heiminum er smittaður.
Sjálvboðin
Nú eg eri komin heim, má eg siga, at hesi tvey seinastu árini í Haifa hava verið ein góð og rík tíð fyri meg, og eg eri sera takksom fyri, at Gud hevur unt mær at kunna verða sjálvboðin á Ebenezerheiminum.
Tað hevur verið spennandi, gott, læruríkt og eisini ein avbjóðing at liva so tætt saman við sjálvbodnum í ymsum aldri, ymsum málum og mentanum.
Ebenezerheimið er eitt ellisheim við pláss fyri nøkrum fáum røktarkrevjandi búfólkum. Á ein hátt líkist tað kanska einum ellis- og røktarheimi her heima.
Men tað er eisini sera ymiskt, tí búfólkini koma úr øllum heiminum við hvør síni mentan og máli.
Tey koma úr Ísrael, Norður-, Eystur-, og Miðevropa, Russlandi, Suður- og Norðuramerika.
Tey tosa hebraiskt, arabiskt, týskt, franskt, hollenskt, finskt, russiskt, rumenskt, spanskt, eingilskt, og onnur mál.
Og so hava tey ymiska trúarliga bakgrund: jødar, kristnir arabar og kristin við ymsum kirkjurætningum.
One in Yeshua
Í lívsryggsekkinum hava tey mangt ymiskt. Har búgva jødar og arabar, sum altíð hava búð í Ísrael. Jødar, sum eru komnir heim til Ísrael aftaná seinna veraldarbardaga og tí jødaforfylging, sum tá var. Summi komu beint aftaná, onnur nøkur ár seinni.
Nøkur eru komin úr Eysturevropa og Russlandi vegna forfylging av kommunismuni. Og so eru nøkur, sum komu til Ísrael sum ung, og ynsktu at tæna Gudi við at tæna hansara útvalda fólki.
Men eitt heilt serligt hava tey øll til felags á Ebenezerheiminum: tey trúgva at Jesus er Messias, Guds sonur, okkara frelsari. Og tað setir ein heilt serligan dám á heimið.
Tey er One in Yeshua (eitt í Jesusi)
Takk fyri forbøn og stuðul
So kann ein spyrja … ja, men hvat fyri missión er tað, sum sjálvboðin at fara út og virka millum fólk, sum øll hava Jesus við í sínum lívi?
Jú, eg upplivi, at tað gevur meining at fara til Ísrael og tæna teimum, sum nú eru gomul og veik. Teimum, sum í nógv ár hava livað millum fólkið og borið orðið til sínar landsmenn, jødar og arabar, og hava gjørt eitt stórt arbeiði í Guðs víngarði.
Eg ynski at takka øllum, sum hava stuðlað mær, meðan eg havi verið í Ísrael bæði við forbøn og peningaligari gávu gjøgnum Ísraelsmissiónina í Føroyum.
Gudi veri tøkkin og æran fyri alt.
Les meira her: Tvey ára tænasta liðug í Ísrael
Shalom
Karen
Sí myndir her frá tíðini, Karen Elkjær Abrahamsen hevur verið sjálvboðin í Ísrael.
Føroysk heimasíða:
Til ber at fara inn á heimasíðuna hjá Ebenezerheiminum og lesa um arbeiði. Ein partur av heimasíðuni er á føroyskum.