bjóðað til Føroya, er komin at enda. Nógv fólk kring landið hava hoyrt hansara
greiða boðskap, og nógv eru eisini rørd av hansara talu.
Frá 7. – 13. februar vitjaði amerikanski jødin Avi Snyder, í Føroyum. Hann talaði bæði á
ungdómsmøtum og á møtum, har tað vóru meira tilkomin fólk. Millum annað var hann í
Skálavík, í Havn, í Sørvági, á Skála, í Fuglafirði og í Klaksvík, og uppmøtingin á teimum
ymisku støðunum var sum heild góð.
Avi man eisini hava lagt nakað gott eftir seg, tí fleiri hava givið til kennar, eftir at hava hoyrthann talað, at tey hava fingið nógv gott burturúr.
Á tiltøkunum kunnaði Avi um arbeiði hjá felagsskapinum Jews for Jesus. Sjálvur hevur hann arbeitt sum trúboðari í hesum felagsskapinum í 34 ár. Fyrst í Amerika, síðani í Ukreina,síðani í Moskva, síðani í USA, síðani í Onglandi, síðani í Týsklandi, og síðsta heyst flutti hann til Budapest í Ungarn, har hann er í gongd við at byggja upp hetta nýggja arbeiðið.
Avi er leiðari fyri øllum arbeiðinum hjá Jews for Jesus í Evropa.
Sjálvur nevndi Avi nógv dømi um, at arbeiðið hjá Jews for Jesus ber frukt.
Umframt at kunna um arbeiðið hjá Jews for Jesus, talaði Avi eisini Guds orð. Millum annaðlegði hann dent á, ikki at skammast við gleðiboðskapin, men at vera eitt vitni, og at vera dugnalig at brúka hvørja lagaliga løtu at bera gleðiboðskapin út til næstan – tí at vit vita ikki, hvussu leingi vit hava møguleikan at bera orðið út.
Avi heitti eisini á okkum føroyingar at biðja fyri arbeiðinum hjá Jews for Jesus, og ikki minst at biðja fyri, at jødafólkið má koma til trúgv á Jesus. Hesa áheitan vilja vit eisini bera víðar.