25 ára hátíðarhald

Sunnukvøldið 29. oktober hevði Ísraelsmissiónin 25 ára hátíðarhald í missiónshúsinum í Leirvík. Millum annað vóru 12 av 22 volontørum til staðar.

Síðani Ísraelsmissiónin varð stovnað í 1992, hevur Ísraelsmissiónin sent 22 volontørar til Ísraels. Summir av teimum hava arbeitt nakrar mánaðir í Ísrael, meðan onnur hava verið upp í fleiri ár. 12 av hesum volontørum vóru við til hátíðarhaldið.

Arbeitt út frá kirkju í Norðurísrael
Tann nýggjasti av volontørunum, Kartin Høgnesen úr Leirvík, var í Ísrael í tríggjar mánaðir fyrr í ár. Á hátíðarhaldinum greiddi hann í orðum og myndum frá hansara arbeiði. Hann hevði millum annað verið við í hjálpararbeiði millum heimleyst og rúsmisbrúkarar, eins og hjálpt til í ymiskum arbeiði millum børn, ung og vaksin í eini kirkju í Norðurísrael.

Byrjanin – gripin av frelsu Ísraels
Ásbjørn Jacobsen, fyrsti formaður í Ísraelsmissiónini, talaði út frá Rómverjabrævinum 10,1:
“Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guds, at teir mega vera frelstir”. Hann legði dent á, at gleðiboðskapurin um Jesus má boðast fyri ísraelsfólki, tí hann er einasti vegur til frelsu. Hann kom eisini inn á, hvussu Ísraelsmissiónin í Føroyum byrjaði, og at hann fyri nógvum árum síðani sjálvur gjørdist gripin av hesum, at jødarnir máttu hoyra gleðiboðskapin.

Stuðla verkætlanum í Ísrael
Á tiltakinum varð eisini greitt frá verkætlanum, ið Ísraelsmissiónin stuðlar í Ísrael; millum annað Immanuelskirkjuni í Tel Aviv. Ein filmur varð vístur um arbeiðið har. Biðið varð eisini fyri Ísrael, og tí arbeiði, ið verður gjørt at boða gleðiboðskapin í Ísrael.
Gjøgnum árini hevur Ísraelsmissiónin skipað fyri fleiri ísraelsferðum, og kunnað varð um tvær nýggjar ferðir, nevniliga á páskum komandi ár eins og bíbliuskeiðið í 2019.

Søguliga myndir
Kristoffur Olsen ríkaði løtuna við trimum sera góðum sangframførslum.
Borðreitt varð við smurdum breyði og køkum, og tey umleið 80 fólkini, sum vóru við hetta kvøldið, sóu myndir av volontørum, ísraelsferðum, og nógvum tiltøkum, ið Ísraelsmissiónin hevur skipað fyri gjøgnum tíðina.

Mynd:
12 av 22 volontørum hjá Ísraelsmissiónini vóru savnaðir á 25 ára hátíðarhaldinum í Leirvík 29. oktober.
Onnur tíðindi