Heilsan frá átta volontørum í Ísrael

Teir átta føroysku volontørarnir í Jerúsalem hava nógv at gera. Lesið heilsan, ið tey hava sent.

Tann 24. mai, komu vit fýra pørini til Jerusalem, her vit skulu búleikast í ein mánað sum senior volontørar. Hetta er fyrstu ferð at eitt føroyskt toymi burturav fer at gera tílíkt arbeiði í Ísrael. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við danska felagsskapin Ordet & Israel, sum Ísraelsmissiónin samstarvar við.

Dagarnir ganga skjótt, bæði við arbeiði og upplivingum í frítíðini. Vit trívast øll væl og arbeiða í ymiskum bólkum á ymiskum støðum.

Í suppukøkinum gera vit klárt til at býta heitan mat út til uml. 200 brúkarar um dagin.

Íbúðir og umsorganarheim, sum treingja til eina hjálpandi hond, verða eisini málaðar og partvís vaskaðar.

Tríggjar av kvinnunum hjálpa eisini Debby við at gera sunnudagsskúlatilfar til tær messiansku meinigheitirnar, ein dag um vikuna.

Í stórum lagurbygningi sortera og býta vit í eskjur, frukt og grønt, sum so verður koyrt út til tey treingjandi runt í Jerusalem.

Sabbatin, Kristi Himmalferðardagur og Hvítusunnan hava givið okkum eyka frídagar, sum vit hava brúkt til at vitja tey nógvu kendu støðini her í Jerusalem, ein býur sum andar av søgu, her steinar og útgrevstur tala og staðfesta profetiini í bæði gamla og nýggja testamenti. Fleiri føroyingar vóru her niðri, tá vit komu, sum høvdu verið við til hátíðarhaldið á føroysku sendistovuni í Tel Aviv.

Vit vórðu boðin við einum parti av hesum, ein rundtúr í Jerusalem við Bjørgfinni Heinesen sum ferðaleiðara. Frá Oljufjallinum gekk leiðin til gravstøðini hjá Haggai, Zakarja og Málaki, Tárakirkjuna, har Jesus græt yvir Jerusalem, Getsemane, Bethesda hylin, Via dolorosa til Golgata, Gravkirkjuna, Grátimúrin, gjøgnum Zionsportrið til salin, har Jesus helt sína seinastu kvøldmáltíð og til grøvina hjá Dávid kongi. Sera góður dagur.

Eina dagsferð vóru vit við Jordanánna, har Jósva leiddi Ísraels fólk turrskødd yvirum og har Jesus varð doyptur av Jóhannesi. Koyrdu síðan niðan til Jeriko við allari tess søgu, Ráhab, múrarnir rapaðu, Zakeus, blindi maðurin við vegin. Eisini drukku vit av Elisa-kelduni, um hvørja tað stendur í 2.Kong.2:19-22 19 ”Menninir í býnum søgdu nú við Elisa: “Býurin liggur væl fyri, sum harri mín sær; men vatnið er ringt, og tað voldir, at konurnar hitta reis.” Tá segði hann: “Fáið mær nýggja skál, og latið salt í hana!” Teir so gjørdu. So fór hann út, hagar sum vatnið sprakk upp, kastaði salt niðurí har og segði: “So sigur HARRIN: Eg havi gjørt hetta vatn gott; av tí skal ikki hereftir koma deyði ella føðing fyri tíðina.” Vatnið varð nú gott, og tað hevur tað verið til henda dag – eftir orðinum, ið Elisa hevði talað.”

Sagt verður, at fjallið, har Jesus varð freistaður av djevlinum úti í oyðimørkini, liggur beint omanfyri Jeriko, vit gingu nakað niðaneftir fjallasíðuni til eitt klostur, sum er bygt inn í fjallasíðuna, har útsýni var sera gott.

 At enda vitjaðu vit felagsskapin ”Seeds of Hope” har Tass Saada, greiddi frá lívi sínum og hansara ótroyttuliga arbeiði við at sáa vón, sum við trúnni á Jesus Kristus kann skapa frið ímillum menniskju, frið ímillum jødar og palestinensarar.

Hvítusunnuna hildu vit á Danska Bíbliuskúlanum í Poryia, við Genesaret vatnið. Eisini har varð vitjað á fleiri støðum fram við vatninum, sum td. í Magdala, Kapernaum, Ein Gev kibbutzini, har vit sjálvandi eisini ótu Pæturs fiskin, sum smakkaði okkum sera væl – ikki sørt heimligt. Síðan gekk leiðin niðan á Sæluprísanar fjallið.

Ávegis aftur til Jerusalem vitjaðu vit Nasaret og Nazaret village, sum hevur endurskapt eitt umhvørvið, sum líkist samfelagnum á Jesu døgum. Í gomlu synagoguni máttu okkara góðu deknar sjálvandi sleppa at lesa úr Tora´ini. Teir hava trúfast lisið lestur fyri okkum hvørt sunnukvøld. Eisini ein lærurík vitjan.

Í eini 38 hitastigum var gott kunna blaka seg í ánna, í náttúru vøkru parkini, Sachne, áðrenn vit komu til Jerusalem.

Í dag verður arbeitt í Tel Aviv við at gera í stand hjá einum hjálparfelagskapi, Red carpet, sum tekur sær av skøkjum og misnýtarum, har tey kunnu fáa mat, eitt heitt bað og ein hvíldarstað. Eisini verður tikið hond um kvinnur, sum eru vorðnar við barn, fyri at verja tað ófødda barnið.

Shalom hiðani úr Jerusalem.

Elma&Asbjørn, Anna&Marius, Hildigunn&Hilmar, Birgir&Marjan,


Sí fleiri myndir her.

Onnur tíðindi