Á bíbliuskúla í Ísrael

Rakul E. Kjølbro og Gudný Johannesen úr Klaksvík eru í løtuni á lærusveinaskúla í Ísrael. Har hava tær verið í seks vikur. Tær uppliva nógv og trívast væl. Her er heilsan frá teimum.

Vit sita nú í tilhaldsstovuni í “Det Danske hus” í Poryia, sum er ein forholdsvís lítil bygd norðarlaga í Ísrael, við útsýni yvir Genesaretvatni. Í góðveðri síggja vit yvir á Hermonfjallið, ið liggur norðanfyri vatnið, og suðureftir síggja vit niður í Jordandalin, har Jordanáin eisini rennur gjøgnum, og oman í Deyða Havið.

Tað var her um leiðir, at Jesus fyri 2000 árum síðani reikaði runt stóran part av sínum almenna virki. Og tað er her vit sleppa at ganga á bíbliuskúla í tríggjar mánaðir. Umframt at vit fáa undirvísing í bíbilsku rithøvundarnir høvdu rundanum seg. Betri umstøður fært tú ikki, um tú skalt læra Bíbliuna at kenna. Og hetta er eisini orsøkin til, at eg valdi hendan bíbliuskúlan framum aðrar.

Sigla á Genesaretvatninum.

Skeiðið verður kallað Discipelskolen og er undir danska felagsskapinum “Ordet og Israel”. Vit eru 19 næmingar, harav eru vit tveir føroyingar, Gudný Johannesen og eg (Rakul Ellebye Kjølbro). Her er ein volontørur og eitt leiðarapar, og so fáa vit vitjan av einum nýggjum undirvísara úr Danmark, hvørja viku.

Vit fáa undirvísing fýra dagar um vikuna, frá kl: 8:15 til kl 12 ella 14. Tað er eitt nýtt evni hvørja viku, og tað kann vera alt frá Ezekiels bók til Jesu lív og lærusveinaskap til gerandis psykologi og parforhold.

Eftir miðmála er tað ymiskt frá degi til dags, hvat er á skránni. Til dømis brúka vit hvønn sunnudag seinnapart uppá diakonalarbeiði í lokalsamfelagnum. Onkrar dagar møtast vit eisini í smærri bólkum til bíbliuprát ella bøn og aðrar dagar hava vit frí.

Fríggjadagurin er tann besti dagurin í vikuni, tí hvønn fríggjadag fara vit útferðir og fáa “on-location” undirvísing. Vit hava til dømis verið í Nazaret, Kapernaum, á Karmelfjallinum og siglt á Genesaretvatninum. Og vit hava enn nógv spennandi støð eftir, sum vit fara at vitja teir komandi fríggjadagarnar. Eftir ein fríggjadagstúr koma vit heim aftur til “Det Danske Hus” har vit fáa eina lekkra sabbatsmáltíð, og fyri at seta prikkin yvir i’ið, enda vit fríggjadagin við eini góðari lovsangsløtu saman.

Útferð í Jerúsalem. Klettamoskan í baksýni.
Á útferð í Haifa møttu tær føroysku Karen Elkjær Abrahamsen, ið er volontørur hjá Ísraelsmissiónini og arbeiðir á einum ellisheimi í býnum.

Síðsta vika var ein serliga hendingarík og spennandi vika. Vit vóru í Jerusalem, og hvør dagur var fult pakkaður við útferðum til øll tey áhugaverdu støðini, har ið Jesus, Dávid, Hizkia, Zakarja og mangir aðrir áhugaverdir persónar hava virkað og livað.

Lesið meira um, hvat tær hava fingið burturúr bíbliuskúlanum her.

Onnur tíðindi