Tvey ára tænasta liðug í Ísrael

Ísraelsmissiónin takkar Karen Elkjær Abrahamsen hjartaliga fyri góða og trúgva tænastu í tvey ár á Ebenezerheiminum í Haifa í Ísrael

Tað var fyrst í mars í 2018, at Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi í Eysturoy fór sum sjálvboðin til Ísrael at gera tænastu á Ebenezerheiminum í Haifa.
Hon hevði fleiri ferðir verið í Ísrael áður, og hon hevði eisini vitjað á Ebenezerheiminum, áðrenn hon byrjaði har, og hon visti tí eitt litið sindur um, hvat hon kom at arbeiða við.
Karen Elkjær Abrahamsen hevur eftir øllum at døma trivist sera væl í Ísrael. Í fyrsta umfari var talan um, at hon skuldi vera í eitt hálvt ár, tað varð so longt til eitt ár, sum aftur varð longt til tvey ár.
Hon kundi í mesta lagi fáa volontørvisum at vera í Ísrael í tvey ár, og nú tann tíðin var farin, kom aftur til Føroya. Hon var aftur í Føroyum 26. februar, stutt áðrenn koronasmittan hevur lagt flestu av heimsins londum lamin.



Hjartaliga takk
Ísraelsmissiónin takkar Karen Elkjær Abrahamsen hjartaliga fyri hennara trúfesti og góða sjálvbodna arbeiði í tænastuni á Ebenezerheiminum í Ísrael hesi tvey árini.
Vit takka eisini øllum teimum, ið hava stuðlað við at biðja fyri Karen og hennara tænastu. Takk eisini fyri bøn fyri Ebenezerheiminum, búfólkum og starvsfólkum. Lat okkum halda á at biðja fyri Ebenezerheiminum, fyri messiansku jødunum og kristnu arabaranum og annars biðja fyri tí arbeiði, ið verður gjørt fyri at bera orðið um Jesus út í Ísrael.
Vit takka eisini hjartaliga einstaklingum, barnaringum, missiónshúsum, kirkjum og øðrum fyri fíggjarligan stuðul, nú Karen Elkjær Abrahamsen hevur verið í tænastu.

Aðrastaðni á heimasíðuni er grein, har Karen í stuttum greiðir frá tíðini á Ebenezerheiminum.



Vitjan úr Ísrael
Arbeitt hevur verið við at fingið umboð frá leiðsluni á Ebenezerheiminum til Føroya at kunna nærri um arbeiði. Avtalað varð gjørd um, at vitjanin skuldi vera í mai í ár. Men sum so nógv annað í hesum døgum, hevur koronasmittan eisini broytt hesa ætlanina.
Vit venda aftur seinni hesum viðvíkjandi.

Sí myndir her frá tíðini, Karen Elkjær Abrahamsen hevur verið sjálvboðin í Ísrael.

Les eisini: Takksom at hava verið sjálvboðin á Ebenezerheiminum

PS:                

Til ber at fara inn á heimasíðuna hjá Ebenezerheiminum og lesa um arbeiðið. Ein partur av heimasíðuni er á føroyskum.

www.ebenezer.co.il

Onnur tíðindi