Skíriskvøld, 18. apríl kl. 18.00, verður messiansk jødisk páskamáltíð hildin í missiónshúsinum Emmaus í Klaksvík. Hetta er ein máltíð, sum líkist tí máltíð, sum Jesus át saman við lærusveinunum, áðrenn hann varð tikin, dømdur og krossfestur.
Vit uppliva páskirnar, eins og Jesus og lærusveinarnir gjørdu tað. Sita við dekka borð og eta teir ymisku serligu rættirnar, ið hoyra til eina jødiska páskamáltíð, samstundis sum vit hoyra upplisið úr skriftini páskatekstirnar, og vit syngja saman. Við at vit fáa páskirnar inn við øllum sansum, kastar tað eitt nýtt ljós yvir páskaboðskapin.
At vera við til páskamáltíðina er ein serlig uppliving, har vit læra um jødadómin, og fáa størri innlit í jødisku trúnna. Og so gevur tað eisini okkum kristnu eina djypri fatan av, hvat Jesus leið fyri okkara skuld.
Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til páskamáltíðina.