Gott at vera aftur í Haifa

Tað er gott at koma aftur til Ebenezerheimið, eftir at hava verið heima í góðar 20 mánaðir. Tað sigur Karen Elkjær Abrahamsen, volontørur hjá Ísraelsmissiónini í heilsan

Gott at koma aftur til Ebenezerheimið, eftir at hava verið heima í góðar 20 mánaðir.

Ja, tað má sigast, at nógv er broytt. Vit koma ikki uttanum, at korona hevur ávirkað lívið her í Ísrael, líka sum um allan heimin. Tað er tó meira opið her í Ísrael nú og lættari at koma inn í landið.

Heilsumynduleikarnir eru tó sera varnir um tey gomlu, so vit ganga enn við munbindi inni á heiminum og gestir mugu hava avtalu fyri at vitja.

Karen Elkjær Abrahamsen uttanfyri Ebenezerheimið.

Á heiminum er ikki so nógv broytt, tó eru nøkur deyð síðani eg fór, nøkur kømur stóðu tóm, so fleiri nýggj eru flutt inn. Í løtuni búgva 30 fólk her. Leiðarin heldur, at fólk hava kent tað ótrygt at verði heima í hesi avbjóðandi tíð við korona, og tí hava tey valt at flyta. Í løtuni er røktartørvurin lættari enn hann var, seinast tá ið eg var her, tað ger, at vit hava meira tíð til tað sosialu samveruna, og tað er sera gott.

Búfólkini á heiminum vóru ikki sjúk av koronu áðren omikrom kom; tað vóru tey sera takksom fyri, men við hesi nýggju smittuni vórðu fleiri rakt. 14 blivu testaði positiv, tó var eingin illa sjúkur. Tað var ein stór avbjóðing. Vanliga vera brúkarar á ellisheimum her í landinum flutt til serligar koronu-eindir, tá ið tey verða smitta. Hettar líkaði ikki leiðsluni, so tey søktu heilsumynduleikarnar um loyvi til at innrætta og avbyrgja eina deild her á heiminum. Tað varð játtað, og royndist sera væl, ein hædd bleiv innrætta til koronudeild. Tað var ein krevjandi tíð við eyka arbeiði, og nógv starvsfólk blivu eisini rakt, har ímillum eg.

Men takk og lov, vit komu ígjøgnum, og nú eru vit komin ígjøgnum tað ringasta, eingin er avbyrgdur í løtuni.

Eitt av búfólkunum á Ebenezerheiminum.

Annars er tað dagliga lívið hjá mær sera friðarligt. Eg eri mest her í Haifa, tað hevur verið vetrartíð, tað merkir kuldi og nakað av regni. Norðuri á Hermonfjallinum ganga tey á skí. Vit kundu kanska hugsa okkum eitt sindur meira av regni í vetur, men sum er, er ikki vandi fyri vatnstøðuni í landinum.

Men nú várar og eg havi verið mær túr í útkantinum av býnum, uppi á Karmelfjallinum. Á slíkum túri eri eg á umráðum, har Gud á serligan hátt møtti fólkinum,

Her á Karmel, talaði Guð ígjørgnum profetin Elia, har hann áminti fólkið um at tæna Gudi.

1. Kongabók 18. v 21.”Tá steig Elia fram fyri alt fólkið og mælti: «Hvussu leingi ætla tit at halta á báðar liðir? Er Harrin Guð, tá fylgið honum; men er Báal Guð, tá fylgið honum!» Og fólkið fekk einki svarað honum. Og so bað Elia fyri fólkinum v.36-37 Men um tað mundið, tá ið grónofrið skuldi verða framborið, steig Elia profetur fram og mælti: «Harri, Guð Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat tað í dag verða kunnugt, at tú ert Guð, og at eg eri tænari tín, sum hevur gjørt alt hetta eftir tínum orðum!  Hoyr meg, Harri; hoyr meg, so hetta fólk má sanna, at tú, Harri, ert Guð, og at tú snýrt hjørtu teirra aftur til tín!»

Hendan bøn er eisini aktuel í dag, bæði her í Haifa og heima í Føroyum.

Annars er hetta tann besta tíðin í Ísrael, eitt sindur heitari, tað er grønt og tað blómar, sera vakurt. Tað er eisini ein tíð, har tað er gott at fara út í havan saman við búfólkunum. Og njóta løturnar.

Eg eri ikki aktiv í boðandi tænastu í landinum, men tey, sum arbeiða við hesum, siga, at tey uppliva ein opinleika og hungur eftir at kunna seg um orðið, og Jødar og Arabar koma til trúgv og teir sanna at Jesus er Messis Guðs sonur. Biði fyri hesum arbeiði, og at Gud má opna teirra eygu, tá ið tey lesa orðið, tað livandi orðið frá Gudi

Eg komi í eina messianska meiniheit “ Beit Eliyahu” sum eg eri sera glað fyri. Pastorurin,  Shmuel Aweida, undirvísir í løtuni út frá Efesus 6, 10-18, um tann bardaga vit standa í dagliga, móti andaherligunum illskaparins í himnarúmdum, um tey herklæði vit hava fingið frá Gudi, og um at brúka hesi herklæði, hesa verju.

Altíð týdningarmikið, men ikki minst í tíðini vit liva í, at verða árvakin og biðja.

Og so hesa aktuellu tíð, at biðja fyri brøðrum og systrum um heimin, sum líða undir valdsharrum sum fremja krígsatgerðir.

Gud varðveiti okkum øll í trúnni, og hjálpi okkum ,har vit eru sett at virka fyri hann,

Takk fyri forbøn fyri Ebenezerheiminum, fyri teimum gomlu, fyri leiðsluni og okkum, sum virka har.

Shalom 

Karen

Onnur tíðindi